Dagny Joensen Oskar Oskarsson Tað var stórur dagur í Sandoynni herfyri, tá Áargarður og Gerðisgarður fingu gestir. Umleið 85 fólk vórðu boðin at síggja stovnarnar, har borðhald var í báðum støðunum, og nógvar [...] Helena Dam á Neystbø, landsstýrismaður, helt røðu, sum stendur á næstu síðu. Síðani var stovnurin vístur fram, og kl. 16 var móttøka á Gerðisgarði í Skálavík, higar gestirnir vóru komu í bussi. Linjon Christiansen [...] stovnarnir í oynni eru bygdir miðskeiðis í bygdunum, og tað ger, at bygdarfólk hava lætt við at støkka inn á gólvið. Harnæst er lætt at at sleppa út, og tað hevur eisini týdning fyri búfólkið, sigur Ida Sørensen
fyri framman. Nú var eingin tíð eftir, og dysturin endaði við javnleiki 2-2. TB fekk heldur ikki hesaferð trý stig, men tað var sera nær við, og teir vóru óhepnir móti endanum. Hinvegin var munurin á liðunum [...] meira skipað spæl í gongd. Í hinum endanum var NSÍ eisini nærgangandi av og á, og eina ferð var bólturin í TB-málinum eftir væl spælt NSÍ-álop, men Óli Hansen var rangstaddur, tá hann skallaði í netið. Zoran [...] burtur úr honum. NSÍ var sum heild betra liðið í fyrra hálvleiki, tí teir vóru ágrýtnari og fingu eitt sindur meira burtur úr bóltinum, tá teir høvdu hann, meðan spælið hjá TB var sera tilvildarligt.
meira enn tað aftanfyri Svan, nærkaðist av álvara. Tá sjálvur endaspurturin varð settur inn, høvdu skálagentur enn fyrimunin. Men ov lítið var. Tí tá skotið var fyri fyrsta bátinum, var tað nummarið hjá [...] hjá Ørnini, sum var rópt upp. Men ikki var munurin stórur. Bert 13/100 av einum sekundi vóru á muni millum Ørnina og Svan og tað merkir, at tað bert vóru fáir sentimetrar, sum Ørnin var frammanfyri. Men [...] Men róðurin var so sera spennandi, tað er vist og tað skulu manningarnar eiga stóra tøkk fyri - allar sum ein. Róðurin á Sundalagsstevnuni prógvaði at tað sum hendi á Skálafjørðinum var í lagið, ella í hvussu
virkiskarmarnir eru trongir. Í triðja lagi er tað kunnleikin um smálutirnar. Tað er heilt vanligt í útlondum, at tað er so mangt, ein leiðari ikki veit. Tað eru mong onnur, sum vita og leiðarin tekur sær [...] Ofta undrast vit á, hví tað skal vera so trupult at virka í Føroyum, vinnuliga og alment. Hví tykist tað miseydnast so ofta, tá fólk við góðum royndum í útlondum, koma til oyggjarnar og verða sett at leiða [...] leiða arbeiði, felag ella stovn. Hvat er tað, sum er so øðrvísi í Føroyum? Tað er neyvan teknikkur ella skipanir, sum eru so serligar. Ein almannaveiting er nøkunlunda tann sama í Føroyum sum í Týsklandi
Sund var ikki pláss at gera havnalag á. Slitu endarnar Sjálvur hevur Erland Jacobsen royndir av Havnini inni á Sundi. Eg havi sjálvur ligið inni á Sundi, báði við Smyrli og við Teistanum. Tað var sjaskveður [...] Jacobsen Hann sigur, at eyðvitað eru tað eysturættirnar, sum eru tær ringastu inni á Sundi. Sund liggur ikki inni á einum fjørði. Tað er at kalla opið hav fyri, sigur bátsmaðurin á Smyrli. Drelnes er [...] at nú Norrøna var í suðuroyarsiglingini nakrar vikur, vóru ongantíð trupulleikar á Drelnesi. Serliga teir fyrstu dagarnar var nógvur súður í sjónum. Men tað vísti seg sum at Norrøna var so mikið stór
blindum. Hann viðgongur, at tað er suður í sjónum inni á Sundi viðhvørt. Men hann er ikki við uppá, at brim er tann stóri trupulleikin. Tað er heldur einki dulsmál, at tað var nógv kjak um Sund, táið havnin [...] hildu, at staðið var so illa valt. Tá ið eg var komin í havnanevndina, var tískil eitt tað fyrsta eg gjørdi at seta eina kanning í verk at vita, hvussu stórur trupulleikin í veruleikanum var. Landsverkf [...] til, táið avgerðin varð tikin um at leggja oljuhavnina á Sundi. Og tað er altíð brúkarin, sum skal vera nøgdur. Er hann tað, hevur tað ongan týdning, hvat vit halda. Torfinn Smith sigur, at orsøkin til
er samansett og torskild. Tað er skjótt at freistast til lættar loysnir. Og tað er ongantíð lætt at standa fast í einum pedagogiskum orðaskifti. Tað er lætt at dragna. Tað er stríggið at krevja eina [...] og tey ungu nú á døgum, og tað samfelag, sum vit byggja saman við teimum. Vit hava kravt av tykkum, at tit hugsa sjálv, og tað hava vit gjørt, tí vit vita, at gera tit ikki tað, so fara tit heldur ikki at [...] næmingar tykkara gera tað. Tá er so skjótt, at tit í lærarayrki tykkara verða sum bensinsølumaðurin. Fylla á tangan, og so er tað liðugt. Lærarayrkið er so nógv meira. Sannaðu tit ikki tað, er skjótt at tit
føroyingum leitt aftur á tað ferðina, Føroyar vunnu á Eysturríki. Eftir hendan sigur komu ikki fleiri í longri tíð, men var tá sagt at úrslitini tó vóru heiðurlig og ikki minst var havt á mannamunni at vit [...] næmingarnar. Her verður sjálvandi hugsa um streykuna sum var í januar mánað. Tað er eyðsæð at hetta hevur havt stóra ávirkan á royndarúrslitini hjá okkum. Tað at næmingarnir kunnu brúkast sum kastibløkur fær ein [...] felagið. Ídnaðartíðin er farin, og nú snýr tað seg um at hava vitan. Tey størstu framstigini eru eisini júst innan tøknifrøðina, sum soleiðis hevur gjørt tað áhugavert og møguligt at leita eftir olju á
skuldi byrja, var Ráðhúsplássið longu fult at síggja til frá 20. Hædd á Radisson SAS Royal Hotel, har man eisini kundi síggja yvir til Svøríkis í góðveðrinum, sum var henda dagin. Best var at fara oman [...] spældir. At standa inni á Ráðhúsplássinum ímillum túsundtals danir, sum av fullum hjarta sungu »Der er et yndigt land«, fekk tað at renna tær kalt niður eftir rygginum. Havi áður upplivað tað í samband við [...] eitt rímuligt skil fyri fótbólti, sóu, at hetta var eitt klárt brotsspark, men tað vóru nógvir danir á Ráðhúsplássinum, sum ikki vóru samdir í hesum. Tað skal tó sigast, at nógvir av hesum broyttu meining
okkara land endiliga var umboðað virðiliga og við skili og fastleika. Samstundis kunnu vit ikki gloyma tað ábyrgdarloysi, sum gjørdi, at vit vóru verjuleys, tá harðveðrið kom. Og lat tað standa við flammandi [...] gera? Nøkur av tykkum kunnu svara beinan vegin, onnur hava einki svar. Soleiðis var tað eisini fyrr, og øðrvísi fær tað ikki verið. Orsøkin er lutvís tann, at nøkur tykkara ikki, heldur enn vit onnur á [...] vit standa her og hyggja út yvir hesa lítlu viðalund, sum var gróðursett fyrst í øldini, rennur fram fyri okkum myndin av hesum stað, sum hon var fyri bara sløkum tíggju árum síðani. Grannvaksnir viðabular