Dagny Joensen
Oskar Oskarsson
Tað var stórur dagur í Sandoynni herfyri, tá Áargarður og Gerðisgarður fingu gestir. Umleið 85 fólk vórðu boðin at síggja stovnarnar, har borðhald var í báðum støðunum, og nógvar røður hildnar.
Kl. 14.30 tóku tey ímóti í Áargarði, har Helena Dam á Neystbø, landsstýrismaður, helt røðu, sum stendur á næstu síðu.
Síðani var stovnurin vístur fram, og kl. 16 var móttøka á Gerðisgarði í Skálavík, higar gestirnir vóru komu í bussi.
Linjon Christiansen, bygdarráðformaður í Skálavík, Eyðun Viderø, formaður í bygginevndini og Jákup Reinert, prestur, hildu røðu.
Áargarður varð tikin í nýtslu 14. januar í ár, og har búgva níggju fólk, sum øll hava familjuna í Sandoynni.
Røktarheimið er nútíðar stovnur við øllum hentleikum. Starvsfólkini og búfólkini eru ógvuliga væl nøgd við heimið, sigur Ida Sørensen, økisleiðari í Sandoynni og leiðari fyri royndarverkætlanini, sum skal vera trý tey komandi árini.
Bróta upp úr nýggjum
Royndarskipanin viðvíkjandi eldrarøktini í Sandoynni, er nýggj og øðrvísi skipan, sum ikki hevur verið roynd áður í Føroyum. Teir tríggir stovnarnir í sandoynni - tann í Skopun er ikki tikin við í fyrstu atløgu, skulu virka saman.
Sambýlið í Skálavík letur upp 23. juni. Hetta er fyri eldri fólk, sum eru sjálvhjálpin.
Røktarheimið og hinir stovnarnir í oynni eru bygdir miðskeiðis í bygdunum, og tað ger, at bygdarfólk hava lætt við at støkka inn á gólvið.
Harnæst er lætt at at sleppa út, og tað hevur eisini týdning fyri búfólkið, sigur Ida Sørensen.
Nógv fólk vitja
inn á gólvið
Røktarheimið á Sandi hevur roynst avbera væl higartil. Tað, at vit her hava fysioterapi, ger eisini, at her koma nógv fólk, og tí verður meira lív, enn vanligt er á einum stovni.
Tað er m.a. eisini ætlanin við royndarskipanini, at vit skulu skipa virkesemið soleiðis, at her ikki verður ov stovnskent, sigur Ida Sørensen.
Tað hevur m.a eisini við sær, at starvsfólkini, sum arbeiða á stovnunum í oynni, eru knýttir at Heimarøktini, skulu skiftast um at arbeiða inni á stovnunum og úti í heimunum hjá brúkararunum.
Gagnligt fyri brúkaran og starvsfólkini
Higartil hevur ein fastur bólkur av sjúkarsystrum, heimahjálpararum og øðrum røktarstarvsfólkum arbeitt á Áargarði,men um stutta tíð fara hesi aftur at arbeiða úti, og nýggj fólk koma inn í teirra stað.
Hetta verður gjørt fyri at skapa lív á stovnunum.. Tað er áhugavert at hitta onnur enn tey somu fólkini altíð, sigur Ida Sørensen.
Tað verður eisini gjørt fyri at tey, sum arbeiða úti hjá brúkararnum, skulu koma inn her at arbeiða, og kanska læra okkurt nýtt, sum tey síðani kunnu taka við sær, tá tey aftur fara út til brúkaran.
Vit eru sera fegin um tann áhuga, sum bæði tað almenna og ikki minst fólkið í Sandoynni hevur víst, fyri at vit kundu fáa virksemið í gongd á stovnunum, sum hava stðið óbrúktir so leingi, sigyur Ida Sørensen.
Royndarskipanin í Sandoynni skal endurskoðast um trý ár, og tá fæst at vita, hvussu henda skipanin virkar, í mun til ta gomlu,sum verður brúkt aðrastaðni í Føroyum.