vórðu gjørdar fyri at fáa broytt grein 266 b í revsilógini, so hon ikki ger mun á fólki vegna kynsliga orientering. Mikil orrusta stóðst tá, men 15. desember í 2006 atkvøddu 17 tingfólk fyri og 15 ímóti [...] áhugavert at vita, um søgan fer at endurtaka seg. Javnaðarflokkurin eigur onkran, sum heilt víst kennir seg illa av slíkum uppskoti – her hugsa vit serliga um Gerhard Lognberg, sum ikki leggur fingrarnar [...] sjálvur sigur. Hann er vanliga positivur í slíkum málum, men valla setir hann samgonguna upp á spæl fyri at víga samkynd.
um, at tað er gott fyri alla Suðuroy, at virksemið aftur er á flakavirkinum á Tvøroyri. Men tað kann á ongan hátt verða rætt, at løgtingið nú skal lóggeva til fyrimuns fyri einum ávísum virki [...] soleiðis at landsins myndugleikar nú mugu leggja seg skerflatar fyri kapitalinum. Men tað er ikki rætt, at eitt ting skal gera serlógir fyri einstaklingar – og, sum Kári á Rógvi segði í Kringvarpinum [...] landsstýrismaðurin er farin í tingið við málinum, tí tað má kennast sum herkin biti hjá tingfólki, at verða tvungin at atkøvða fyri, at man kann keypa sær eitt byggiloyvi, bara tí man hevur pengar
hentleikum, bæði summar og vetur. Fyri okkum børn var hetta ein sonn perla av upplivingum, har hansara lutur ikki lá eftir. Forfedrarnar gloymdi hann ongantíð, teir vóru fyri honum høgt í metum. Vit vilja [...] mangt eitt hosuparið frá henni. Tað var ein stór sorg fyri mammu og okkum øll, tá vit mistu Katrin, sum var okkara yngsta systir, hon andaðist fyri fýra árum síðani bert 52-ára gomul. Vit minnast eisini [...] tyngja, men vit vilja varveita tey ríku minnið um tykkum bæði, sum hava verið so nógv fyri okkum og okkara. Takk fyri lívið, tykkara kærleika og umsorgan. Harrans frið og hvíld ynskja vit tykkum báðum
, og tá ið vit heilsa vinum, kenningum og skyldfólki um høgtíðina, er rætta orðingin »gleðiligar páskir«. At mong eru farin at siga »páskini« í staðin fyri »páskirnar« er ávirkað av jólunum [...] »um páskirnar«. Leygardagin í páskavikuni nevna vit vanliga »páskaaftan«. Tað kunnu handlar, fyritøkur o.tíl. hava í huga, tá ið lýst verður við, nær ið opið er um høgtíðina. Harumframt skal [...] tí so er tað dupultorðað. Tó finna vit orðið »skírishósdagur« á nógvum heimasíðum. Dagurin fyri skírhósdag nevnist skírhósaftan, og her skulu vit hava í huga, at orðið verður borið fram »skírisaftan«
hann fyri mær enn. Hann stóð miðskips og fall inn móti stórbátin. Har varð hann hangandi, inntil farið varð í land. Teir máttu taka hann og fáa hann í bátin, so hetta var eitt ræðuligt slag fyri hann [...] teir úti fyri eini sera dramatiskari hending. Teir fóru út av Tvøroyri. Veðrið var sera gott. Men tað var nógv run í sjónum við aldu. Tað var eisini kolasvart í toku. Men nú síggja teir brim fyri framman [...] Tá ið pápi bygdi húsini í Hólinum, vóru teir ikki meira enn komnir niður um svørðin, tá var klettur fyri. Tá var ikki so lætt at skjóta sum nú. Teir brúktu krút, men tað var vandamikið. Fjúsið var eisini
lívi til at arbeiða fyri rættindunum hjá teimum deyvu og at ferðast sum ferðaleiðari hjá teimum, tí heimsborgari – tað var hann – fram um tey, ið hann vanliga kom saman við Fyri Daniel var tað sera [...] persónur, ið gjørdi góðan mun alllastaðni, har hann var. Tað var av tilvild, at vit báðir komu at kennast fyri nógvum árum síðan, tá ið hann av fyrstan tíð flutti inn í høghúsini við Austurbrún. Eg sat og arbeiddi [...] øll tey tjúgu árini hann búleikaðist í teimum báðum lítlu kømurunum í erva. Soleiðis komu vit at kennast og gott vinalag spurdist burturúr. Daniel dugdi serliga væl at málbera seg við teimum gomlu
elskar og síggja lívið fjara burtur, í friðinum og tómleikanum ið hoyrist so væl, tá slókt verður fyri tólunum á sjúkrastovuni, og náttúran tekur yvir og avger seinasta andadráttin. Saknurin er stórur [...] vóru til fleiri konsertir, millum annað John Lawton, konsertina tá Paul McCartney fylti og til Ken Hensley í Fuglafirði. Vit vóru fleiri ferðir í Skúgvi, har Poulina setti sín dám á húsini har. Møblar
hevur saman við avslagnum fyri einum ári síðani skotið upp, at ávísar broytingar verða gjørdar í FarGen-verkætlanini, so hon møguliga kann lúka treytirnar fyri góðkenning. – Men vísindasið [...] vísindasiðsemisnevndin eftir drúgva og holla viðgerð av fráboðaðu verkætlanini hevði so nógv fyrivarni til hesa, at nevndin tann 12. apríl 2012 boðaði verkætlanarleiðaranum frá, at FarGen-verkætlanin
í Føroyingahavnini fyri at gera tað rúmligari í lastini. Tað vóru ikki allir, sum dámdu, at vit skuldu landa, tí hetta longdi um túrin, men hetta gjørdist kortini úrslitið. Fyri hesi skippundini, ið [...] missa nógv fiskarí orsakað av hesum breki. Pengar fyri kjólastykki til mammuna Vit vóru 19 menn, og nógvir vóru ungir. Av manningini vóru 16 porkeningar og 3 vóru av Sandi. Allir vildu hava nakrar krónur [...] Bjarnoyarfjørðinum. Eg minnist, at bátarnir mangan vóru so tungir, at vit ofta kundu vera bangnir fyri teimum, tí ikki skuldi tá nógv til áðrenn teir drukku sjógv, um teir til dømis fingu alduna av einum
Um 07Vestur tapir sunnudagin, so verður fjarstøðan upp til TB sjey stig, og tá kann tað fara at kennast ógvuliga tungt. – Stóri trupulleikin er, at vit skora ov fá mál. Um vit skulu hugsa um at vinna [...] tá ið vit fleiri ferðir hava mist sigurin í síðstu løtu. Tað kostar nógv at spæla javnt í staðin fyri at vinna, og sunnudagin vóru vit ógvuliga vónbrotnir, at vit ikki vunnu ímóti KÍ, sigur TB veteranurin