Sambært uppskotsstillarunum, so gera tey púra greitt, at tað ikki snýr seg um, at samkynd skulu kunna vígast í kirkjum og samkomum, men at geva teimum somu rættindi, sum grannalond okkara langt síðani hava sett í gildi.
Nú kenna vit hetta slagið av málum, sum fáa so nógva umrøðu í politisku skipanini og í miðlunum. Onkur vil kanska siga, at nú er nóg nógv tosað um makrel og um marknaðaratgongd, so nú er tíð upp á at fáa eitt etiskt rumbulsmál framaftur.
Okkum nýtist ikki at fara so langt aftur at finna líknandi mál. Nakrar royndir vórðu gjørdar fyri at fáa broytt grein 266 b í revsilógini, so hon ikki ger mun á fólki vegna kynsliga orientering.
Mikil orrusta stóðst tá, men 15. desember í 2006 atkvøddu 17 tingfólk fyri og 15 ímóti at tey samkyndu eisini skuldu verjast í grein 266b í revsiligóini.
Hetta elvdi millum annað til, at Tjóðveldi klovnaði. Karsten Hansen kendi seg so illa millum sínar partamenn, sum soleiðis eftir hansara tykki háðaðu Gud og Halgubók, at hann fór úr flokkinum og limaði seg inn í Miðflokkin.
Nú verður áhugavert at vita, um søgan fer at endurtaka seg. Javnaðarflokkurin eigur onkran, sum heilt víst kennir seg illa av slíkum uppskoti – her hugsa vit serliga um Gerhard Lognberg, sum ikki leggur fingrarnar ímillum í etiskum málum. Hann hevur nýliga stungið formannin í ryggin eftir fráboðanina um at leggja Fólkaflokkin á ís. Um vit ímynda okkum, at meirilutin í Javnaðarflokkinum verður so – sambært Gerhard Lognberg – »ókristiligur«, at hann tekur undir við slíkum, so kann hann valla kenna seg væl har.
Jú víst fáa tingfólk nógva tíð at ganga við lutvíst smáum málum, sum heilt nátúrliga bara áttu at verið avgreidd. Í mongum førum verður næstrakærleikin bara til orð, heldur enn til politikk í verki.
Men hvussu hetta málið endar veldst nógv um, hvat løgmaður sjálvur sigur. Hann er vanliga positivur í slíkum málum, men valla setir hann samgonguna upp á spæl fyri at víga samkynd.