vera við á hesum fínu fundum. Elkær-Hansen gjørdist amtmaður á Borgundarhólmi, tá ið hann fór úr Føroyum. Í 1970 fór fram stórbroyting í kommunala bygnaðinum í Danmørkini, ein broyting, sum á summum økjum [...] Elkær Hansen varð borin í heim í 1915. Pápin var lærari og strongdi á at fáa børnini at læra. Niels tók studentsprógv í Sorø og fór síðani á lærda háskúlan at lesa búskaparfrøði og stjórnmálafrøði. Hann var [...] teir. Tí var samtykt á stjórnarfundi, at Knud Ree, fiskimálráðharri, sum var samráðingarleiðari, skuldi bjóða teimum eina miljónaupphædd. Men kravið var, at teir skuldu semjast á staðnum um, hvat pengarnir
byrjar í Suðuroy og so verður farið norðureftir. Eyðkennið fyri slíkar filmar er, at nógv ferð er á alla tíðina. Mikudagin tóku tey upp í Sumba. Og við í upptøkunum vóru sumbingar, ið tó bert vóru statistar [...] seg sum ferðandi framman fyri myndatólinum. Sigast má, at teir kláraðu seg væl og rímuliga skjótt gekk at fáa alt at rigga. Slíkt er drúgt at fáast við og Sosialurin fylgdi upptøkunum einar tveir tímar
tá onkur gjørdi seg inn á ein bil, sum stóð undir Pisuvarða. Ein rútur var brotin, men løgreglan veit ikki hvør hevur gjørt ógerðina. Rúsdrekkakoyring á Tvøroyri. Løgreglan á Tvøroyri fekk um vikuskiftið [...] Hóast tað var stevna inni á Skálafjørðinum hetta vikuskifti, so var løgreglan har ikki overvað av arbeiði um vikuskiftið. Janus Vang, støðleiðari í Runavík sigur at har gekk alt serstakliga friðarliga [...] Heilt fitt av fólki var eisini í dansi, men har gekk alt fyri seg í bestu sátt og semju, sigur løgreglan úr runavík. Funnið gummibát Mánamorgunin kom Krúnborg á Fuglafjørð við einum stórum svørtum gummibáti
Teir tríggir bátarnir, sum gjørdu sum seg á Norðoyastevnu vístu, at tað var ikki var av tilvild at so var. Teir endurtóku bragdið á Skálafjarðarstevnuni og enn tá í somu raðfylgju. Kvívíkingar fremstir [...] næstir, meðan argjadreingir í Bliki komu á triðja plássi. Hóast Skálafjørðurin vísti seg frá síni góðu síðu, so tyktsit striltið hjá startdómaranum at fáa glið á. Fyrst var roynt við føstum starti, men [...] tríggir bátarnir, sum vóru fremstir á Norðoyastevnu hildu avstað, og einu løtuna sá tað út sum argjadreingir í Bliki skuldu fáa hevnt kvívíkingum og havnardreingjum ósigurin á Norðoyastevnu. Men alt til onga
steypini vóru handað segði róðursmaðurin á Kjøli, at tað gekk framá, tí teir høvdu tikið tvey sekund inn á Eysturoying frá seinasta vikuskiftið, tá rungaði láturin niðri á kajuni í Runavík. Tað var óivað eisini [...] Manningin á nýggja Eysturoyingi hevur so sanniliga víst at dugur er í bátinum. Á stevnuni um vikuskiftið legði hann seg á odda beinanvegin og har varð hann verandi. Hóast Kollfirðingar í Kjøli gjørdu alt
er tá frægari enn at fara niður á 2. deild eftir veteraninum Símun Peturi Justinussen. Símun Petur spældi allan dystin og vísti, at hann framvegis kann gera seg galdandi á hægsta stigi. Heimaliðið byrjaðu [...] hálvleiki. Landsliðsmaðurin arbeiddi nógv og var besti maður á vøllinum. Tá átta minuttir vóru spældir av seinna hálvleiki, fekk hann eisini hol á málskjótingina í dystinum. Miðvallarin í høgru, Poul Ennigarð [...] verri til. Áleyparin Søren Skov Jørgensen fekk reytt kort í Sumba og var leikbannaður, Samson Nesá er á námsferð við skúlanum hjá sær, og álitið seinastu árini, Magni Jarnskor, hevur fingið »rósuna« í knæið
Rasmussen, sum var upp á spæl. Ein høgur bóltur datt niður fyri føturnar á Rodmundi inni í brotsteiginum, og hann var skjótur at seta bóltin í málið, og so vóru vágamenninir aftur á odda. B36 hevði eitt [...] brots. Fyrsta hálva tíman var bólturin fyri ein stóran part á B36-hálvuni, men tað var ikki fyrr enn fyri hálvleikur var hálvrunnin, at hol kom á. Rodmund Rasmussen gjørdist einsamallur við málverjanum hjá [...] javnaði til 2-2. Seinni hálvleikur var fyri tað mesta spæl upp á eitt mál. Vágamenninir høvdu bóltin so at siga alla tíðina, men tað gekk ógvuliga striltið við at fáa mál. Tó fingu teir eitt mál stutt
yvir málið hjá felagsliðnum, men tað gekk nakað striltið við at fáa hol á. Men tá ið 22 minuttir vóru leiktir, eydnaðist tað Kristiani Nielsen at leggja heimaliðið á odda eftir eitt sera væl gjøgnumspælt [...] slaka byrjan upp á kappingarárið. Leygardagin høvdu teir vitjan av EB/Streymi, og tað var ongantíð nakar ivi um, hvat liðið fór at vinna dystin. Longu frá fyrsta bríksli legði B71 trýst á liðið úr Sundalagnum [...] upp á spæl. Hálvleiksstøðan var sostatt 3-0 til B71. Sandoyingar byrjaðu seinna hálvleik, har sum teir sleptu í fyrra. Stutt tíð var farin av hálvleikinum, tá ið Kristian Nielsen legði heimaliðið á odda
ikki kunnu geva einum fríggjandi pari á skansanum frið. Eitt vælkoyrandi rokklag, ið gav teimum eina stóra nøs, sum altíð bert velja at seta sínar egnu brillur á hana, og síðani fordøma onnur út frá sínari [...] vit kunnu bara gita, hví fløgan kallast »Sangir úr náttini«. Afturat sær á pallinum høvdu teir fimm úr Moirae Magnus Johannesen á ljómborði og guitaristin, Jens Marna Hansen. Sum vera man krevur ein so [...] hoyra nógvar av nýggju sangunum. Hóast boðað var frá eini sitikonsert, noyddist fitt av fólki at standa á síðusvalanum og lurta, men tað gjørdi kanska minni, tí tað var eitt sera hart og rátt ljóð, sum knøttakøni
hann hevur tosað við trolmenn og teir siga, at á summum leiðum sum eru lætnar upp fyri troli heilt inn á seks fjórðingar, var óneyðugt at fara longuri nn enn á níggju fjórðingar, tí innari er ongin flatfiskur [...] ikki, hvussu maðurin arbeiðir. Viðhvørt er so lítið skil í, at eg má spyrja, hvar logikkurin er. Tað gekk ikki meiri enn ein mánaði áðrenn tann fyrsti samanbresturin kom ímillum av oddamonnum í nýggju sj [...] óneyðugt at friða fyri snellu, tí teir dagar, tað var roynandi hjá smábátum fyri veður, kundu teljast á aðrari hondini. Men vit skulu leggja okkum í geyma, at hetta øki, sum hevur verið friðað, eisini fyri