Sumbingar við í filmi

Seinasu dagarnar hevur filmsliðið hjá Katrini Ottarsdóttir gjørt upptøkur í Suðuroy og suðuroyingar hava tolnir funnið seg í at verið steðgaðir av løgregluni, tá filmsupptøkur eru farnar fram millum bygdir

Nýggi filmurin hjá Katrin Ottarsdóttir, ein sokallaður road-movie, byrjar í Suðuroy og so verður farið norðureftir. Eyðkennið fyri slíkar filmar er, at nógv ferð er á alla tíðina.

Mikudagin tóku tey upp í Sumba. Og við í upptøkunum vóru sumbingar, ið tó bert vóru statistar. Í byrjanini av filminum koma ferðafólk úr bussinum og her sluppu sumbingar at royna seg sum ferðandi framman fyri myndatólinum.

Sigast má, at teir kláraðu seg væl og rímuliga skjótt gekk at fáa alt at rigga. Slíkt er drúgt at fáast við og Sosialurin fylgdi upptøkunum einar tveir tímar, ið bert gingu við at fáa hesa einu hendingina í kassan.