skal t.d. minka útlátið við í miðal 8%. Danmark hevur átikið sær at minka útlátið við 21%. Føroyar eru á orkuøkin-um í mangar mátar ólíkar Danmark og ES-londunum. Føroyski búskapurin er sera heftur at fiskivinnu [...] talað fyri einum lægri niðurskurði, og við eini møguligari oljuvinnu í huga, kundi tað verið tørvur á at fingið viðurkent eina serskipan. Ísland og Noreg kunnu t.d. hava ávikavist 10% og 1% vøkstur í útlátinum [...] pørtunum í Kyoto-protokollini at liva upp til málsetningar-nar. Tí er tað eisini týdn-ingarmikið at fáa staðfest, hvørjar ítøkiligar broytingar eru væntandi í Føroyum, og hvat eigur at verða gjørt fyri at
aðurin á altjóða marknaðinum er vorðin munandi dýrari seinastu vikurnar. Rentan á útlánum verður hækkað við 0,65 prosentum p.a., so rentan á eitt nú 1. veðrættarlánum verður 7,25% p.a. Rentan á innlánum [...] velja realkredittlán fram um vanlig bankalán, og Eik mælir eisini til, at bústaðaeigarar umhugsa at fáa sær realkredittlán til sínar bústaðir. Orsøkin er, at við realkredittláni ber eitt nú til at verja [...] móti rentuhækkingum. Rentuhækkingin í Eik kemur í gildi mánadagindagin 13. oktober 2008, sigur Eik á heimasíðuni.
Fólk sum standa á bíðilista til grundstykkir á Argjum kunnu í næstum vænta at fáa eitt skriv frá Tórshavnar kommunu, har tey verða bjóðað eitt av teimum 48 grundstykkjunum, ið kommunan hevur gjørt undir [...] undir Kongavarða. Á heimasíðuni hjá kommuni verður nevniliga upplýst, at kommunan í næstum fer undir útlutanina av grundstykkjunum, har umsøkjarar verða spurd, um tey ynskja at vera við nú stykkini verða [...] um 400 fermetrar hvørt, sløtt og klár til bygging. Útstykkingin liggur omanfyri vegin, millum skúlan á Argjahamri og íbúðarblokkarnar undir Kongavarða.
ið fólk fáa máltíðir. Fólk eru glað um arbeiðið, sum Ordet & Israel ger. - Vit vilja vísa Ísraelsfólki á Guds frelsuætlan við teimum. Hetta gera vit við at hjálpa teimum og vitna, tá ið vit fáa møguleikan [...] í stand. Vit fáa ein lista frá sosialu kontórunum yvir fólk, sum tørva okkara hjálp. Okkara hjálp er ikki ein almenn veiting, men sjálvboðið vælgerandi arbeiði, sigur Oddmar. - Av og á fáa vit takkarbrøv [...] flyggja undan veruleikanum og inn í eina bók av og á, sigur Line, sum væl klárar at tosa hebraiskt. - Tað kann vera trongt í kollektivinum, sum vit búgva á, og tá er gott at seta seg við einari bók og gloyma
komandi, fáa nakrar fuglar, um veðrið verður til vildar. Fyrr í vikuni var væl av vindi, og soleiðis var eisini mikunáttina og mikudagin. Tá ið tíðin er komin, flýgur nátungin úr reiðrinum og út á sjógv, [...] ikki veiðan hjá nátamonnum, sum ger "kál" á fuglinum. Døpur útlit Men eins og lundin svíkur, hevur seinnu árini eisini verið líkt til, at havhesturin er í minking. Á hvørjum ári gera menn, sum fáast nógv við [...] ár hava menn, sum veiða fugl, staðfest, at pisur ikki eru undankomnar. Soleiðis hevur eisini verið á summum fuglaplássum í ár. Tað eru tó ikki so mong ár síðan, at menn fingu væl av lunda, og tí kunnu
rætta til at fáa gongd á samráðingarnar um varandi frið, og han heldur, at bæði ísraelsmenn og palestinar eru greiðir yvir, at tað er nú, tey røttu stigini skulu takast. William J. Burns vísir á, at pales [...] drúgvar diplomatiskar royndir og hevur fleiri ferðir verið virkin í arbeiðinum at fáa frið í Miðeystri. Nú er hann leiðari á einari serligari Miðeystur-deild í uttanríkisráðnum í Washington, og hann er b [...] Amerikanska stjórnin fer ikki bara at leggja stóran dent á at virka fyri varandi friði ímillum ísraelsmenn og palestinar. Vit ætla okkum at ganga undan, sigur varauttanríkisráðharrin William J. Burns.
Skorini Leeds leikti á útivølli móti turkisku meistarunum Galatasaray hóskvøldið, og teir fóru norður aftur til Onglands við einum 2-0 tapi. Fyrst legði Hakan Sukur turkararnar á odda við einum skallara [...] møguleikar at fáa eitt kærkomið útimál, serliga var tað Michael Bridges sum misnýtti stórar møguleikar, og sostatt endaði dysturin 2-0 til Galatasaray. Um tvær vikur møtast liðini aftur á Elland Road í [...] Lens, sum er veikasta liðið av teimum fýra, sum eftir eru í kappingini. Dennis Bergkamp legði Arsenal á odda tíðliga í dystinum, og eftir hetta kom einki mál. Sostatt eru Arsenal og Galatasaray favorittar
til fiskiskap. Teir fáa mest av toski og hýsu, og skipið kemur inn at landa fyrst í næstu viku. - Væntandi fer okkurt ísfiskalínuskip út aftrat, tá streymurin batnar, siga tey á Fiskamarknaði Føroya í [...] løgið, nú streymurin er harður, at frystilínuskip eru til fiskiskap, men bara eitt ísfiskalínuskip. Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at streymurin er harður, men batnar, sum næsta vika gongur. - [...] Veðrið verður umskiftandi í næstu viku, so útlitini til útróður eru ikki tey bestu. Útróðrarbátarnir fáa mest av hýsu og so nakað av toski.
at siga øllum toskinum, sum kemur upp á land. Tað tykist mestsum ómøguligt, sigur Kaj Leo Johannesen, at fáa tosk at skera til flak. Eitt annað, sum hjálpir væl upp á prísirnar, sigur Kaj Leo Johannesen [...] Fiskaprísir Samstundis sum fiskaprísirnir í Føroyum liggja á einum støði, teir ongantíð hava verið á fyrr, hevur ES gjørt av einaferð enn at lækka toskakvotuna í Norðsjónum. Hetta fer ivaleyst at stabilisera [...] er kappingarførur við allan annan fisk á europeiska marknaðinum, og líkt er til, at føroyingar hava skilt tey tekin, marknaðurin sendir. Kaj Leo Johannesen, stjóri á sølufelagnum Farex, sigur, útlit eru
verður so rokaslig á Fiskamarknaðinum, tí streymurin hevur verið harður og línuskipini, sum royna undir Føroyum, eru nýliga farin útaftur. Haraftrat kemur, at trolbátarnir, sum hava roynt á landleiðini, nú [...] veiðini hjá trolbátunum á landleiðini hevur verið flatfiskur ? og eisini hann hevur fingið ein lægri prís í summar. - Eg havi skilt, at fiskiskapurin hjá trolbátunum hevur verið á leið tann sami sum seinasta [...] uppboðssøluna hevur nakran serligan týdning fyri prísin, tey fáa í løtuni. Oskar ásannar, at virkini lata lítlan pris fyri upsan. - Nógvur upsi er at fáa, og marknaðurin er ógvuliga vánaligur. Tí gera virkini