Drúgva kjakið um undirsjóvartunlar er fyribils endað við eini breiðari semju millum allar flokkar á løgtingi, umframt uttanflokkatingmannin Gerhard Lognberg. Samgongan er kúvend 180 stig í mun til sína [...] til almenna tunnilsfelagið, 50 milliónir um árið í 10 ár. Eftir nýggja leistinum skal landskassin seta 400 milliónir krónur í felagið, hetta til 2024. Talan er um pengar, sum longu eru settir av á langtíðar [...] privat fíggja, gera og reka Eysturoyartunnilin. Nú verður arbeitt við eini almennari loysn, ið tó letur dyrnar á glopp fyri privatum ábyrgdarpeningi, um tað vísir seg at vera ein góð loysn fyri nýggja
hava tað sera stuttligt. Tað er longu ljós í skúlanum við Gjógv, tá bilurin hjá Sosialinum steðgar uttanfyri mikukvøldið. Tað er fyrsta liðið, sum er í gongd. Tað næsta kemur um ein góðan hálvan tíma. Tað [...] tosa um, hvussu handan man fara at síggja út í Sosialinum í annaðkvøld. Ein luttakari verður beinanveg valdur út til forsíðuna. Tað er ikki at siga, tá soleiðis er, at eldra ættarliðið við Gjógv er farið [...] vera so galið. Boð verða givin um at flyta har og har, og so er alt í lagi aftur. »Hví eru nú knappliga fleiri stavir av sama slag?« vil ein vita. »Jú«, sigur lærarin, »Tað er tí, at tú heldur sama tastinum
ongantíð er í Føroyum. Húsavík Kósin verður sett tvørtur um Kelduhverfi og út á Tjörnes. Kelduhverfið er eitt av mongu økjunum í Íslandi, sum jarðfrøðingar ofta sipa til. Her er tilfarið sandur, sum er runnin [...] íslendingar um rossið. Ivaleyst hava víkingarnar havt trúfasta vinin við sær, tá ið teir numu land fyri meiri enn túsund árum síðani. Íslandsrossið er eyðkent. Styrkin er stór, og treystleikin er óførur. [...] seinni er gamal ástringur, og nú eru hesir so at siga stoknir inn á gólvið fyri at fríska gomul minni og fyri at vita, hvussu tað veit við. Hetta kemur ofta fyri. Vit hyggja okkum um. Tjørnin er, sum hon
Listafólkaútbúgving á Setrinum er eisini eitt, sum kendist sum ein utopi, men sum nú er veruleiki. Hendan fer heilt givið yvirskipað at økja um tilvitanina, virðingina og um týdningin av list og listaligum [...] listin hevur týdning, er mítt einfalda svar: Tí! Í fullum forstáilsi millum partarnar valdu vit tí at leggja hendan partin yvir til Vinnumálaráðið, sum eitt nú orðaði politikk um skapandi vinnur og stovnaði [...] sangskrivarum síni rættindi. Tað gongur yvir mín forstand, at hendan skipan er nakað, ið ávísir politikkarar vilja taka av. Og eg kann ið hvussu so er vissa um, at tað verður ikki við Javnaðarflokkinum
kona skaldsins var miðdepil. Hon er høvuðpersónurin í søguni. Nú er Hanus so farin undir ævisøguna um hitt Áarstovu-skaldið, Hans Andrias; so tað verður spennandi at vita, um vit aftur skulu bíða í 15 ár eftir [...] hesin tittulin er heldur at lesa sum onkur sambinding av temunum í teimum ymsu søgunum. Í vanligari merking er ein pílagrímur ein persónur, ið er á ferð móti onkrum heilagum staði, eitt nú Róm ella Mekka [...] tilsipingar kennast heldur privatar. Um Fritz í søguni Rovfuglurin verður t.d. sagt, at hann var »ikki ólíkur myndum, eg havi sæð av Walther Benjamin«. Og um Margareth í Út um ringvegin fáa vit at vita, at hon
bløðunum, er um ítrótt, so her er nógv at oysa av. Aftast í bókini er eisini eitt gott yvirlit yvir heimildirnar. Minningarritið gevur eina breiða lýsing av bæði hondbólti og fótbólti og øllum tí, sum er farið [...] at tú kemur at hugsa um, hvussu tað hevði verið, um tað ikki varð vorðið, sum tað er. Hvussu hevði bygdin Sørvágur t.d. sæð út í dag, um teir frá fyrstan tíð høvdu hildið fast um at lagt fótbóltsvøllin [...] minni um gamla sandin burtur. Vøllurin er hjá mínum ættarliði vorðin ein partur av samleikanum hjá bygdini Sørvágur, og tað er nú ilt at hugsa sær, at hann skuldi kunna ligið aðrastaðni. Hann er vorðin
Hon er ein trygd, tá ið hon er her, men tað er so oftani, at hon ikki er her.Tað, sum vit hava brúk fyri, er ein tryrla, sum er her at veita okkum trygd alt árið. Tað fáa vit bara, um vit taka um endan [...] Hann sigur, at tey hava kannað, hvør tyrla er best egnað og fyribils niðurstøðan er, at rættast er at útvega eina tyrlu, sum líkist teirri, sum er, men tað er ein serútgjørd bjargingartyrla við nógv størri [...] fólk og tað er ikki nógv, um ein heil skipsmanning kemur í vanda. - Men tað, sum vit eisini eiga at gera okkum greitt, er, at danska sjóverjutyrlan er verri enn so tøk alt árið, tí hon er bara her ein
familjuni á jólum, sigur hann. Konan er donsk, og tey fara altíð til danska guðstænastu jólaaftan, eins og farið verður til vanliga guðstænastu um jólini. Og maturin er sum hjá mongum føroyingi á jólum. Dunna [...] leingi fólk er á Jørðini, ivast bispur ikki í. Vit sita við eitt lítið borð í bispagarðinum. Á borðinum er borðreitt við kaffi og køkum. Ein jóladekoratión stendur á borðinum. Aftan fyri bispin er veggurin [...] bispafrúan er donsk, er tað eingin forðing fyri, at hon etur allan vanliga føroyskan mat. Tó við tveimum undantøkum. Markið verður sett við garnatálg og seyðarhøvd. Jólastákið í bispagarðinum er eisini sum
bergið, sum er omanfyri. Har er einki til hindurs at leggja bátin við klettin, tá ið kyrt er í sjónum. - Jú, okkum dámar ógvuliga væl at brúka tíðina í bátinum um sumrarnar, tá ið veðrið er til vildar, [...] og siglt verður bert um dagin. Um kvøldið hugna vit okkum saman. Vit matgera í bátinum, og er veðrið gott, verður grillin tendrað - og viðhvørt eru vit á plássum, har felagsgrill er. Fólk, sum vit hitta [...] hitta á leiðini, eru blíð og fyrikomandi, og tað er ikki so sjáldan, at tey eru við í hugnanum um kvøldarnar. Okkurt postkortið er eisini farið ímillum londini eftir hesar ferðir. Hon sigur, at onkuntíð hava
vera um eitt serligt fyribrigdi. Um menningina á landsliðnum, síðani vit fyri tíggju árum síðani fóru upp í altjóða fótbóltin, er Abraham eitt sindur ivasamur: - Tað er eitt sindur torført at meta um, tá [...] hevur spælt sjálvur. At spælið nú er øðrvísi er einki at ivast í, og hetta sæst kanska best, um tú hyggur eftir videoupptøkum av fyrstu landsdystunum. Føroyska liðið er í dag nógv longur frammi á vøllinum [...] hendingar inni á vøllinum, har onkur mótstøðumaður er farin langt út um mark - eins og eg sjálvur onkuntíð havi gjørt tað. Samanlagt hevur talan tó nærum bert verið um góð minni, og hetta sæst kanska best aftur