Tøknifrøði
Edvard Joensen
Tey læra at tendra og sløkkja. Tekna og finna røttu teknini. Og hava tað sera stuttligt.
Tað er longu ljós í skúlanum við Gjógv, tá bilurin hjá Sosialinum steðgar uttanfyri mikukvøldið. Tað er fyrsta liðið, sum er í gongd. Tað næsta kemur um ein góðan hálvan tíma.
Tað sita fiýra fólk við hvør sína teldu. Tey fara at læra seg at skriva við Word á Windows. Lærarin situr við pultin. Hann vísir á einum skíggja á vegginum, hvussu tey nú skulu gera.
»Flyta tit pílin har yvir, kemur tann bókstavurin fram. Hann skulu tit so gera so stóran.«
Jú, tað gongur fínt. Tey tykjast taka væl við læru. Hjá onkrum gongur tað bara heilt væl, meðan onkur helt, at nú fór hann í so langt, tí her varð alt svart.
Men tað var skjótt, at hann var klárur aftur, og so letur í síðumanninum, at nú var hann liðugur.
»Tað mundi ikki vera við vilja, tú rakti so væl«, flennir hin, sum gjørdi svart í áðni.
Men tað verður byrjað aftur við góðum treysti, og so gongur tað fínt næstu ferð.
Blaðmaðurin fer upp á gólv at taka eina mynd, og beinanveg fara tey at tosa um, hvussu handan man fara at síggja út í Sosialinum í annaðkvøld. Ein luttakari verður beinanveg valdur út til forsíðuna. Tað er ikki at siga, tá soleiðis er, at eldra ættarliðið við Gjógv er farið inn í telduøldina við so nógvari ferð. Forsíðan skal tað vera.
So eru tey øll komin inn í rætta rútin og byrja at tekna strikur. Tað verður so tigandi. Tey sita við tunguni mitt í munninum. Tað ræður um at fáa besta úrslitið.
Og so er aftur galið. Nú varð alt burtur hjá onkrum, og so varð einhvør stuttlig viðmerking frá síðumanninum.
»Á Jeus, sum her varð vorðið«, heldur ein knappliga fyri. »Her bleiv alt so prikkut.«
Men tað heldur lærarin ikki vera so galið. Boð verða givin um at flyta har og har, og so er alt í lagi aftur.
»Hví eru nú knappliga fleiri stavir av sama slag?« vil ein vita.
»Jú«, sigur lærarin, »Tað er tí, at tú heldur sama tastinum niðri alla tíðina.«
Síðumaðurin kveitir yvir á skíggjan hjá hesum, sum fær sama bókstavin fram.
»Ja, tjóðveldskur ert tú, tað vita vit. Tú skrivar so bara E.« Og so flenna tey aftur.
So eru tey komin hagar til, at støddin á bókstavinum skal finnast. Jú, tað gongur fínt, hóast tað kom ein rúgva av tølum. Tað er so bara at velja sær eitt, so er í lagi.
Onkur trýstur á 72, og so verða bókstavirnir øgiliga stórir. Tað var ikki ætlanin. Men so verður trýst á eitt lægri tal, og tá stóð betri til.
Tað gongur ikki so øgiliga skjótt. Hetta er annað kvøldið, tey møta, og eingin hevur sæð slíkt fyrr. So tey taka tað, sum tað kemur. Hugna sær og stuttleika sær óført. Helst fara tey at læra tað, hóast tey flestu eru komin nakað væl til aldurs. Men við Gjógv verða fólk gomul. Fleiri enn í nakrari arðari bygd eru farin um tey 100 árini. So tey hava góða tíð.
Og áðrenn tey vita av tí, er tíðin knappliga farin, og næsti flokkur stendur í gongini.










