-Eg haldi, at vit hava fingið eitt gott skip.
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fiskivinnumðalum hevði ikki sæð nýggja vaktarskipið Brimil, fyrrenn tað varð navngivið leygardagin.
Hann var sera væl nøgdur við tað, hann sá og hann dylir ikki fyri, at hetta var ein stórur dagur í hansara politiska lívi, hóast hann heldur ikki dylir fyri, at tað var John Petersen, fyrrverandi landsstýrismaður í fiskivinnumálum, sum eigur størstu æruna av, at skipið nú er bygt, tí tað var hann, sum loysti tað úr lagdi og sum fekk tingið at útvega pening til endamálið.
Jørgen Niclasen sigur, at tá ið byggingin av Brimli varð fyrireikað, var endamálið at vit skuldu hava eitt skip, sum kundi allar tær uppgávurnar, sum framtíðin fer at krevja, at vit eru før fyri at røkja, bæði í altjóða sjógvi, eins væl og undir Føroyum.
- Eitt nú krevst av okkum, at vit taka lut í eftirlitinum á altjóða sjógvi Flemis Cap og Irmingarhavinum.
- Vit skulu sostatt hava eitt skip, sum bæði kann røkja tær stóru uppgávurnar í altjóða sjógvi, men sum eisini kann røkja uppgávurnar undir Føroyum, og heilt undir landi eisini. Og tað er ikki sum at siga tað, tí umframt tey stóru skipini, hava vit eisini væl yvir 1.000 smábátar.
Og eitt slíkt skip heldur hann, at vit hava fingið við Brimli.
- Við hesum skipinum, saman við Tjaldrinum og Spógvanum, eru vit væl fyri at røkja Vaktar og Bjargingartænastuna á sjónum.
Til reiðar fyri Jól
Men so er ein týdningarmikil uppgáva eftir at loysa, og tað tyrlutænastan.
Men tað uppgávuna eru vit komin undir land við at loysa nú.
Jørgen Niclasen sigur at eitt uppskot um tyrlutænastuna á landi hevur verið til viðgerðar í samgonguni.
?Eg haldi, at viðgerðin er komin so langt, at uppskotið um tyrlutænastuna kann verða lagt fyri landsstýrisfund í hesi vikuni og síðani kann tað verða lagt fyri tingið.
Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum sigur, at uppskotið ber í sær, at
Landsstýrið skal keypa hesa tænastuna frá Atlantsflog. Tað vil siga, at tað verður Atlantsflog, sum útvegar sær eina tyrlu afturat, sum landsstýrið so skal leiga til fiskiveiðieftirlit og til bjarging.
Jørgen Niclasen sigur, at verður uppskotið samtykt, sum alt bendir á, skuldi tað borið til at Atlantsflog fekk útvega sær eina tyrlu fyri jól.
Sostatt skuldu vit tá verið fult til reiðar at átikið okkum vaktarhald og bjarging bæði á sjógvi og landi.
Hann sigur, at tey hava kannað, hvør tyrla er best egnað og fyribils niðurstøðan er, at rættast er at útvega eina tyrlu, sum líkist teirri, sum er, men tað er ein serútgjørd bjargingartyrla við nógv størri og sterkari motorum - hon hevur nevniliga tveir motorar, so hon kann flúgva, hóast annar steðgar.
- Hetta er ein miðalstór tyrla. Hildið verður ikki, at tað er ráðiligt at útvega eina størri tyrlu, tí hón skal eisini kunna flúgva á smápláss, har tað ofta er tronglit at manøvrera, ikki minst í ringum líkindum. Tyrlan, sum tey hava hugt eftir, er trý ár, men hon hevur mest verið brúkt til framsýningar og hevur ikki nógvar flúgvitímar.
Jørgen Niclasen sigur, at tá ið alt hetta er komið í rættlag, fer Vaktar og Bjargingrtænastan at kosta tað um 45 milliónir um árið.
Men hví brúka allan hendan peningin ístaðin fyri at lata tyrluna hjá donsku sjóverjuni, sum er er kortini, røkja hesa uppgávuna?
- Danska sjóverjan hevur eina tyrlu, sum kann taka fýra fólk og tað er ikki nógv, um ein heil skipsmanning kemur í vanda.
- Men tað, sum vit eisini eiga at gera okkum greitt, er, at danska sjóverjutyrlan er verri enn so tøk alt árið, tí hon er bara her ein part av árinum.
- Hon er ein trygd, tá ið hon er her, men tað er so oftani, at hon ikki er her.Tað, sum vit hava brúk fyri, er ein tryrla, sum er her at veita okkum trygd alt árið. Tað fáa vit bara, um vit taka um
endan sjálvir. Og tað haldi eg, at ein siglandi tjóð sum Føroyar eiga at gera.
Vónbrotin av dønum
Vit spurdu eisini fiskimálaráðharran um hann framvegis heldur tað vera rætt, at vit hava bygt eitt nýtt vaktarskip fyri 95 milliónir, tá ið vit kundu fáa Beskytteren fyri nógv minni.
Jørgen Niclasen er fullvísur í, at tað var rætt at byggja.
-Beskytteren var eitt gamalt skip og hann var sera dýrur í rakstri. Hann var heldur ikki serliga væl egnaður til tær flestu av teimum uppgávum, sum eitt føroyskt vaktar- og bjargingarskip skal røkja. Men vit bjóðaðu okkum at leiga Beskytteren, treytað av, at danska stjórnin gjørdi hann ístan, so at hann lúkaði treytirnar hjá Skipasýninum.Tað ger Beskytteren ikki neyðturvuliga sum er, tí hann er bygdur tildanska herflotan og tey skipini ganga eftir øðrum reglum.
- Tað vildu danir ikki og við teirri óvissu sum var um prísin, valdu vit heldur at byggja sjálvir.
Men Jørgen Niclasen viðgongur tó, at tað er hugstoytt at hoyra, at danir síðani hava latið eitt av Baltalondunum Beskytteren fyri einki og hava harafturat bundið seg til at betala fleiri milliónir at gera hann ístan fyri.
?Men eg meti framvegis, at vit hava valt ta røttu loysnina, sigur Jørgen Niclasen.
Hetta er ein føroysk loysn, sum er nógv betri og bíligari í longdini, enn tað hevði verið at keypt ella leiga Beskytteren.










