pallinum, har hann eisini undirhelt við jodli og sínum guitara. Aftur á stevnuni 1967 í Namur í Belgia og í 1970 í Graz í Eysturríki, har Havnarkórið, tá enn Útvarpskórið, var við á fyrsta sinni, var kórleiðarin [...] Virkin hevur Willi Gohl eisini verið í samvinnu millum tónleikastovnar, var í mong ár forseti og fram til nú nevndarlimur bæði í sveitsiska tónleikarameginfelagnum og í teirra musikkráð. Saman við m.a. týska [...] fyrstu Europa Cantat kórstevnu, í Nevers í Fraklandi 1964. Spákaði mær millum ymisk sokallað atelier - kórverkskeið, ið eru aðatátturin á hesum stevnum - fyri at fáa innlit í tónleikaval og arbeiðslag hjá
møblahandilin »Eikina« á Argjum nýtast í øllum førum ikki at fara um ánna eftir vatni, tí handilin liggur, sum helst einasti møblahandil í landinum, í eini á - í Sandá. Tað var fyri einum ári síðani at [...] møblar. Handilin byrjaði í gomlu handilshølunum hjá Sørensen á Argjum, men har vísti seg skjótt at vera ov trongligt. Fyrr í ár keyptu tey tí saman við øðrum gamla spinnaríið í Sandá, sum seinastu nógvu [...] sum vera man ikki í besta standi til ein møblahandil, men eftir alt arbeiðið, sum nýggju eigararnir hava lagt í bygningin - er hann vorðin ein sera vakur og snotuligur bygningur - bygdur í gamlan føroyskan
Carl Johan Jensen bjóðaði vælkomin vegna stigtakararnar og umrøddu tey vegamót, sum høvdu verið í føroyskari søgu, har støða mátti takast til framtíðarstøðu Føroya. Fleiri onnur høvdu orðið um hvussu arbeiðast [...] á, í almenna orðaskiftinum um framtíðarstøðu Føroya Reiðiliga og veruleikakent at lýsa møguleikar, avbjóðingar og avleiðingar av núverandi statsrættarskipan og eini skipan við fullveldi Við støði í føroyska [...] at vit mugu sjálvi taka ábyrgd og leggja okkara leið, um føroysku tjóðini skal vera lív lagað. Limir í Hesuferð vóru teknaðir á fundinum og ymiskt tilfar býtt úr. Tiltakið fer undir regluligar limafundir
Annars heldur formaðurin í felagnum Tórshavn ikki, at miðbýurin eigur nakran góðan í býráðnm. Hann sipar m.a. til, at felagið Tórshavn hevur ongan stuðul fingið í býráðnum í málinum um Tinghúsið. Og heldur [...] Síðani tá hevur felagið havt Kunningarstovuna í miðbýnum í Havn. Men felagið hevur eisini ein gongubólk, ið javnan skipar fyri gonguferðum, ikki bara í Havn, men kring alt landið. Samstundis samskipar [...] varð stovnað fyri 15 árum síðani. Men fyri trimum árum síðani fór Miðbýarfelagið í søguna og teir handlarnir, sum vóru í Miðbýarfelagnum, komu tá eisini upp á Felagið Tórshavn. ? Felagið Tórshavn er sostatt
ferð út í royndini at vinna plássið aftur í 1. deild, sum teir síðst mistu í 1993. Tey bæði seinastu árini hava teir í endaspælinum telvast við sumbingar um eitt pláss í bestu deildini, men bæði í fjør og [...] Mourits Foldbo býr í Gøtu, har hann er skúlastjóri. Hann vaks upp í Leirvík, har hann eisini spældi fótbólt. Í áttati árunum var hann í verjuni á besta liðnum hjá GÍ, og síðani hann gavst í fremstu røð, hevur [...] hann hjálpt til sum spælari í lægru deildunum, samstundis sum hann hevur verið venjari í yngru deildunum. Hann hevur eisini verið hjálparvenjari hjá Johan Nielsen. Sama fólkið Í Leirvík rokna teir við, at
Her fyri var jólasølustevna í Vági, har mangt forvitnisligt var til bæði eygu og oyru. Johan í Kollafirði Rúnarbant serliga ungu lurtararnar allar 3 dagarnar á sølustevnuni. Eisini básurin hjá Suðuroyar [...] Suðuroyar Heimavirki hugtók. Gomlu reiðskapirnir, so sum rokkurin, eiga í dag heiðurspláss á søvnum. Á stevnuni sótu kvinnur og virkaðu føroysk pløgg og mong steðgaðu eina løtu við hugnaliga básin.
Missiónshúsið í Leirvík Ungdómsmøti verður í kvøld kl. 20.00 har »ung úr Leirvík« skipa fyri. Eisini verður pizza á skránni. Øll eru vælkomin. Nebo, Toftir Johannes Frants Poulsen, trúboðari í Venezuela, [...] Streymoynna, við danska dramabólkinum Impuls, verður í kvøld kl. 20.00. Øll eru vælkomin. Filadelfia, Landavegur 22 Í dag kl. 06.00 bøn, kl. 21.00 ungdómsmøti, í morgin kl. 06.00 bøn, kl. 17.00 landsbøn. Sunnudagin [...] kl. 18.00 evangeliskt møti og kl. 21.00 útimøti. Mánadag kl. 20.00 bønarmøti. Meinigheitin í Hoyvík Sunnudagin í Hoyvíkar skúla kl. 14.00 sunnudagsskúli og kl. 17.30 bøn, kl. 18.00 møti við Kenneth Madsen
na í býnum í eitt felag og lítið vistu teir, hvussu stórt hetta felag skuldi gerast, sum tíðin leið. At felagið varð stovnað í 1909 merkir ikki, at fimleikurin í Havn ikki byrjaði fyrr enn tá, tí í ve [...] einfalt at gerast í fimleikafelagnum. Tá var tað ikki sum nú, at hevur tú hug, so ert tú við, men tá skuldi søkjast í hvørjum einstøkum føri, um tú kundi gerast limur í fimleikafelagnum. Í heila tikið hevði [...] fimleikalærarinnu í bókum felagsins, og er tað Eva Lauritsen, sum var tað fyrsta konubrotið í so máta. Eftir øllum at døma hevur Eva verið við í fyrsta hópinum av kvinnum, sum gjørdust limir í Havnar Fimleikafelag
verður um avrikini á vøllinum, so mugu tað verða málmenninir. At strandingar í Johan Danielsen hava ein av frægastu málverjum í landinum munnu tey flestu ivaleyst verða samd um, men á beinkinum hava teir [...] fastan, hevði heimaliðið lagt seg á odda við nøkrum málum, og onga løtu í dystinum hevði tú varhugan av, at sigurin hjá heimaliðnum var í vanda. Hetta var tó ikki orsakað av, at teir á heimaliðnum leiktu so [...] Ferðin í dystinum gjørdist eisini har eftir, og tað var sera langt millum løturnar, tá strandingur sýndu, hví flestu hondbóltsáskoðarar meta, at hetta er liðið, sum leikar vakrasta hondbóltin í Føroyum
tú nøgdur við tína tíð í Gí? Ja, absolutt! 18.Hví ert tú nøgdur? Tí eg havi vunnið alt, sum vinnast kann í føroyskum fótbólti. 19.Hvør er besti venjari, sum tú hevur havt? Johan Nielsen! 20.Hví gavst tú [...] ser-frøðingur. 11. Frítíðarítriv? Ítrottur! 12. Best í sjónvarpinum? Fótbóltur! 13. Hvør er tín fyrimynd? Zinedine Zidane! 14. Størsta uppliving? Mítt fyrsta FM, í 1986. 15. Størsta vónbrot? At vi ikki blivu meistarar [...] gangin. 22.Hvat heldur tú um, at føroysk feløg keypa og selja spælarar? Tað er í ordan! 23. Hvør verður føroyameistari í ár 2000? GÍ ? Vónandi!