Skulu reka aftur mytur

Eini 60 fólk vóru á stovnandi fundi hjá tiltakinum á Háskúlanum sunnudagin 21.11.1999

Carl Johan Jensen bjóðaði vælkomin vegna stigtakararnar og umrøddu tey vegamót, sum høvdu verið í føroyskari søgu, har støða mátti takast til framtíðarstøðu Føroya. Fleiri onnur høvdu orðið um hvussu arbeiðast skuldi, so føroyingar á so greiðum grundarlagi sum gjørligt kunnu taka støðu til framtiðarstøðu Føroya. Dentur varð lagdur á, at tiltakið var opið fyri øllum, eisini teimum sum ivast ella hava sjónarmið móti, at Føroyar taka fullveldi.

Hesar endamálorðingar vórðu lagdar fram á fundinum:


At reka aftur mytur um møguleikar og avbjóðingar Føroya - undir donsku grundlógini ella undir fullveldi

At orða og loysa teir tankar, sum orð ikki verða sett á, í almenna orðaskiftinum um framtíðarstøðu Føroya

Reiðiliga og veruleikakent at lýsa møguleikar, avbjóðingar og avleiðingar av núverandi statsrættarskipan og eini skipan við fullveldi

Við støði í føroyska samleikanum - við mentan og list - at vísa á, at vit mugu sjálvi taka ábyrgd og leggja okkara leið, um føroysku tjóðini skal vera lív lagað.

Limir í Hesuferð vóru teknaðir á fundinum og ymiskt tilfar býtt úr. Tiltakið fer undir regluligar limafundir og ætlar eisini, at halda fundir úti um landið

Meira um tiltakið er til skjals á heimasiðuni hjá tiltakinum

hesufer.olivant.fo