goymslu, sum er keypt fyri $100 tunnuna, so prísurin við pumpuna og fyri húsolju fer at falla eina góða løtu enn. --- Men Føroyar skuldu helst farið at framleiða olju, og tá er ’gott’, um oljan er dýr. Hvussu [...] gjalda yvir $ 40 fyri at fáa eina oljutunnu upp. Fellur oljuprísurin niður um framleiðsluprísin í USA, loysir oljuvinnan seg illa í har. Men oljuprísfallið rakast meinast Iran og Rusland, sum fáa yvir helmingin [...] á heimsmarknaðinum er serliga tann økta framleiðslan av amerikanskari olju, sum komandi ár hækkar úr 9 milliónum upp í 10 miljónir tunnur um dagin. --- Men so heim til Føroya, sum er lutfalsligur stórbrúkari
lógarkravda skattaprosentið. Hetta er blivið meira reglan enn undantakið, og tí er tað enntá komið so langt, at kommunurnar hava biðið landsstýrismannin í kommunumálum um verju ímóti hesum óskipaðu og serstakliga [...] serstakliga óhepnu inntrivum í kommunukassarnar! Nú er so aftur upp á tal at gera fleiri inntriv í tann rakstrarpening, sum kommunurnar skulu klára seg við, og tí er nú neyðugt at tala at. Hetta gongur ikki, tí [...] skatturin, bæði frá persónum og feløgum. Men um landið nú tekur partafelagsskatt frá kommununum heldur enn at hækka tann partin hjá kommunum frá 38% til 55%, sum er meira í samsvari við verandi uppgávubýti
Jon og tekur til slagorðið um, at nýggj tøkni og gott, gamalt hondverk, gevur bestu loysnina. Steðgur merkir afturstig Tað er royndur lutur, at innan prentyrkið er sera nógv farið fram innan tøknina. Satsur [...] starvi, sigur Jon Hestoy. Jon sigur, at ongar ávísar ætlanir eru um nakað kollveltandi júst nú, men meira snýr tað seg um at styrkja tað, ið er, og at fáa støðuga framleiðslu. [...] Nógv er hent, síðani Jón Hestoy byrjaði Hestprent í leigaðum hølum á Tvøroyri fyri 17 árum síðani. Fyritøkan er farin úr 50 fermetrum á Tvøroyri, til at húsast í 600 fermetrum í Havn. Eisini er prentvinnan
forsorgarhjálp at verða víðkaður, um farið verður yvir til teir norðurlendsku sáttmálarnar, men hetta fer neyvan at fáa nakran stórvegis týdning í verki. Talan er um sera fá dømi, og danir senda longu [...] avgreiða líknandi mál, tá okkum tørvaði arbeiðsmegi eitt nú í 80?unum. Somuleiðis tá fótbóltsleikarar koma henda vegin. At talan er um flóttafólk, sum søkja um arbeiðs- og uppihaldsloyvi, átti ikki at broytt ta [...] sambært tí norðurlendska sáttmálanum. Hesin tryggjar, at tað aldri er ivi um, undir hvørjari lóggávu ein persónur er. Her hevði tí verið talan um ein munandi bata í rættarstøðuni. Forsorgarhjálp Í grundregluni
sum í sínari tíð varð niðurskrivað til 0 kr. Nú vita teir, at tað eru broyttar tíðir í Føroyum, og at ravnum yvir deyðseyða er stutt stutt lív lagað. Tað er endiliga proklameraður ein politiskur vilji á [...] landinum. Sagt verður har, at høvuðssjónarmiðið í teirri politisku búskaparfrøðini er, at tað ikki er ein spurningur, um tað almenna skal leggja seg út í marknaðarbúskapin, men heldur hvussu ein best skipar [...] Rímiligt er, at tað verður eitt samspæl millum tað almenna og tað privata, sum fær gongd á aftur í hesum øki, og so sum nú sær út, eru vónirnar ikki ongar fyri, at tað fer at bera til. Tað er pískandi
kjak verið um mentan. Eg luttók sjálv í einum kjakið á Skúladeplinum í Hovi, har spurningurin var um Føroyar skulu hava ein mentanarpolitikk, ið byggir á eina semju sum røkkur yvir fleiri ár. Nú siti eg og [...] Mentanarpolitikkur snýr seg um okkara lív. Mentanin er menning, meining og innihald í okkara lívi. Hon fær okkum at skilja okkum sjálvi, onnur menniskju og samfelagið vit liva í. Hon er okkara mál, okkara søga [...] fíggingin bíðar, til alt annað er avgreitt. Tað er óvirðiligt og tilvildarligt- ikki bara fyri listafólkunum, men fyri alt landið. Listin skal stuðlast ikki stýrast Listin er ein partur av okkara mentan.
torføru útidystunum hjá einum komandi meistaraliði, men í ár er støðan hin øvugta. Nú er tað VB, sum er ávegis einum meistaraheitið, og hetta er fyrst og fremst gjørt við einum ótakiligum heimavølli, har [...] Kyndli, Stjørnuni og StÍF, umframt at talan er um útidyst ímóti Tjaldri, og allari virðing fyri mótstøðuni, so hava hesi ikki givið ábendingar um, at tað er nú, at VB skal takast, og so slettis ikki í Vági [...] aftur. Gamaní er VÍF framvegis bert ein dyst frá teimum ? treytað av at VÍF vinnur komandi innanhýsis dystin ? men tað er trupult at síggja nakað lið, sum veruliga kann hótta VB. Síðani farið varð undir
eisini um Stjørnan vann ? men fyri kappingina hevði tað verið gott, um munurion millum oddin ikki var meira enn tvey stig, nú farast skal undir endaspælið. Við tapinum hjá Stjørnuni verða nú trý stig [...] leikararnir eisini kunnu fara at hugsa um silvurmerkini. Har afturat er liðið aftur í ár í hálvfinaluni í steypakappingini, so hóast talan neyvan verður um FM, so er als ikki vist, at árið í Vági verður [...] Hondbóltur ? kvinnur Tað er kanska dekan ov tiðliga at siga, at FM-kappingin í hondbólti er avgjørd, longu áðrenn farið verður undir endaspælið. Men niðurstøðan fær illa verið ein onnur, eftir at einasti
dystirnar, var við í gjárkvøldið, og hann fekk veruliga víst, at hann framvegis er nógv verdur á einum fótbóltsvølli. Framvegis er skjótleikin har og enn koma hesar smáu »spreingingarnar«, ið seta mótstøðumenninar [...] mótstøðumenninar av. Hann var í gjárkvøldið størsta upplivingin á vøllinum, og gott dømi um varðveittar dygdir, hóast nakað er liðið síðani fótbólt á hægsta stigi, vísti Todi í upplegginum til fyrra KÍ-málið. [...] Páll Klettskarð púra leysur, men málverjin kom stormandi langt út og fekk blokerað – og tá bólturin so endaði hjá John Hammer, fór skotið langt omanfyri. Súni Olsen, sum ikki byrjaði dystin, men kom inn
eftir ítróttarligu avbukingina sunnudagin. Nú sæst munur á Annars er tað hugaligt at síggja, hvussu Tórsvøllur sjálvur er við at taka skap nú. Asfalt er nú lagt á kring vøllin, og trappur og áskoðarapláss [...] húsið eru nú eisini komin upp á pláss. Liðugur er vøllurin tó langt ífrá, men hóast alt røkist nú fyri, at vøllurin og kringstøðurnar eru um at taka skap, soleiðis at alt økið ikki longur er sum eitt [...] sagt um Tórsvøll, síðani ætlanin av fyrstan tíð sá dagsins ljós, og ikki alt av hesum hevur verið líka positivt. Fegin kassameistari Ein er tó, sum uttan iva er fegin um nýggja vøllin, og tað er peningarøkilin