Teir ungu mugu taka yvir í Liverpool

Premier League: Tríggir væl lýddir harrar eru farnir úr felagnum í summar, og nú nýggju menninir eru ungir

Mynd: (Liverpoolfc.com) Fabio Carvalho

Liverpool hevur í summar selt Sadio Mané til Bayern Munchen fyri áleið 350 milliónir krónur, Takumi Minamino til Monaco fyri áleið 150 milliónir krónur og latið Divock Origi farið til AC Milan, eftir at sáttmálin hjá honum gekk út í summar.

 

Sadio Mané er 30 ár, meðan Takumi Minamino og Divock Origi eru báðir 27 ára gamlir. Jurgen Klopp, venjari hjá Liverpool, hevur sjálvur longt sáttmálan fyri kortum, og tað eru tekin um, at hann satsar upp á framtíðina nú.

 

Í gjár kunngjørdi Liverpool 19 ára gamal Fabio Carvalho, sum er komin úr Fulham fyri áleið 40 milliónir krónur. Stóra keypið í summar er 23 ára gamli Darwin Núñez, sum kom úr Benfica fyri einar 550 milliónir krónur. Hartil er 18 ára gamli Calvin Ramsay komin úr skotska Aberdeen fyri góðar 30 milliónir krónur.

 

Liverpool hevur eisini stórar vónir til 19 ára gamla Harvey Elliot, sum hevur fingið størri álit til komandi kappingarár við at fáa nummar 19 á ryggin. Nógv bendir á, at Jurgen Klopp fyrireikar Liverpool til framtíðina, nú fleiri av lyklaspælarunum nærkast at blíva 30 ár.

 

Tó hevur felagið brotið lønarstrukturin, fyri at leingja sáttálan við Mohamed Salah, sum júst er blivin 30 ár. Her er vónin, at hann eldist á saman hátt sum Robert Lewandowski og Karim Benzema, ið enn eru í heimselituni, hóast teir eru mitt í 30 unum.

 

Mynd: (Liverpoolfc.com) Fabio Carvalho