morgin, sigur Heini í Skorini og hyggur hugsunarsamur fram fyri seg. - Tað vísir bara, hvussu ótrúliga langt náðileys politisk stríð grípa inn í lívið hjá milliónum av heilt vanligum menniskjum. Hjá heilt [...] hugsunarhátttin hjá hesum menniskjunum, sum eftirhondini ikki duga at ímynda sær, at tað kann vera øðrvísi. Tí fyri hvørja einastu bumbu, sum brestir, brestir eisini enn ein vón hjá enn einum menniskja [...] um verðsligan politikk, um nationalismu og um kravið um eitt heimland hjá tveimum fólkasløgum, sum ikki viðurkenna sama rættin hjá hinum partinum. Bæði jødar og palestinar hava verið fyri endaleysum órættvísi
brúðarvísur tøkar hjá teimum, ið halda verandi brúðarvísur vera tungar og langar. Og so er tað upp til fólk sjálvi at velja, segði Rasmus Joensen, formaður í Slái Ring. Yrkingin hjá Eyðuni Eliasen, ið [...] frá Elisabeth Joensen, vanliga nevnd Betty. Henda brúðarvísa er býtt upp í fleiri lutir, har tann fyrsti snýr seg um skapanina, og síðani kemur ein partur um ástarhugin. Har eftir fylgir ein partur um mannin [...] eisini skrivað eitt púra nýtt lag, ið Hanus G. Johansen hevur smíðað. Á øðrum plássi kom eitt uppskot hjá Regin Eikhólm, ið gongur til lagið Flóvin Bænadiktson. Hendan vísa er 19 ørindi, og byrjar mergjað
at Havstovan eigur at metast sum ein stuðul og samstarvsfelagi – og ikki mótpartur – hjá fiskimonnum. - Skyldan hjá báðum pørtum er stór, og ábyrgdin er ikki minni. Jacob Vestergaard helt, at samstarvið [...] landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, sum avdúkaði nýggja navnið og nýggja samleikan hjá stovninum. Við hátíðarløtuna í gjár avdúkaði Jákup Sólstein, eisini, at ein grunnur, hann er formaður [...] havrannsóknir eru gjørdar undir Føroyum í meira enn 100 ár, og at tað júst í ár eru 100 ár síðan, at fyrsti toskurin varð merktur undir Føroyum. Hesar rannsóknir vórðu serliga gjørdar av dønum og øðrum. -
ongin Smyril keyptur, sigur Erland Jacobsen ? Tað var ein øgilig broyting, sum hendi tá. Fyri fyrstu ferð var heilsølubilur úr Havn at síggja í Suðuroynni. Erland Jacobsen sigur, at eftir hansara tykki [...] ngini hjá Smyrli. ? Og tað er púra greitt, at ongir leverandørar tordu at gera avtalur um flutning við Smyrli, tí tað var altíð fryktandi fyri, at sambandið varð niðurlagt. Erland Jacobsen sigur, at tað [...] skotskum bløðum, at leverandørar høvdu onki álit á Smyrli. Manglandi støðufestið hjá føroyingum var eisini samrøðuevni hjá fólkinum í Skotska felagnum, PNO, sum Strandferðslan samstarvaði við, tí eisini
tóku Sámal Jákup til sín og bjóðaðu Miu at fara suður til Vágs at arbeiða fisk, sum jú var vanligt at gera hjá ungum kvinnum tá í tíðini. Hon fór at arbeiða hjá teimum á Gørðunum, sum høvdu ættarsamband til [...] Hann var saman við Pola í Dali tann fyrsti, sum gjørdi fiskiroyndir undir Grønlandi. Síðan keypti hann fleiri skip og legði seg heima at vera reiðari. Kendir synir hjá teimum vóru Victor og Thorstein Vilhelm [...] á Norðhavinum saman við tveimum øðrum. Hetta hevur verið í 1905 ella 1906. Allar tríggjar konurnar hjá hesum monnum vóru við barn. Mia, kona Sámal Jákup, fekk son, sum var kallaður Sámal Jákup eftir pápa
heimið. Sonurin Niels vaks upp sum fostursonur í heiminum hjá systkinabarni sínum, Lassin bónda á Selatrað. Hinvegin gekk væl hjá fleiri av systkjunum hjá Kristin, ið endaðu á toppinum í táverandi samfelagnum [...] hesi grein, var føddur 2.09.1855. Hann var hjá pápanum í 1860. Tá eru foreldrini fráskild. Niels er á Selatrað í 1870. Tá er hann skrásettur sum “plejsøn” hjá systkinabarninum Lassen, bónda, Weihe í Niðristovu [...] halda hús hjá sær. Niels doyði í 1933, 77 ára gamal, og verður jarðaður 5. januar. Noktaði at smíða dópskar Niels Holm kom at spæla ein týðandi leiklut í Brøðrasamkomuni. Ein systir Djóna, svágin hjá honum
havt eitt turbulent heyst. Hjá teimum eru møguleikar í fleiri ungum monnum, sum í heyst hava fingið dystarvenjing. Klaksvíkingar hava ikki rokkið tí, teir høvdu vónað. Á liðnum hjá teimum eru nógvir, sum hava [...] er altso møguleiki fyri, at meistaraskapurin verður avgjørdur upp á mál skorað á útivølli! Treytin hjá vágbingum er, at teir ikki snáva, og at HB snávar. Í tveimum teimum seinastu umførunum skal VB spæla [...] at undirspælt sín leiklut. Árini frammanundan hava teir altíð sagt, at fyri HB hevur alt annað enn sigur í FM kappingini og steypakappingini verið eitt vónbrot. Í fyrstu leikskránni í hesum kappingarárinum
uni í Havn, og sum eisini var umboðsmaður hjá hesum felag í Føroyum. Jens Davidsen stóð javnan í brævaskifti við C. C. Rafn, professara, sum var skrivari hjá oldskriftfelagnum, og sum gjøgnum hetta arbeiðið [...] Davidsen skrivar m.a. til Rafn og sigur honum, hvussu trupult tað er at fáa nakað til lesnað í Føroyum; sambandið við Danmark er so vánaligt, bøkur eru so dýrar, og hjá teimum prestum ella embætismonnum [...] brævi, at Múller, skipari, og hann saman við øðrum monnum hava stovnað eitt lestrarfelag, men ætlanin hjá teimum annars er at fáa í lag eitt bókasavn við fastari skipan, og biður hann tí Rafn, professara,
ábyrgdarloysi kostaði samfelagnum dýrt. Landskassin bjargaði bankunum, og soleiðis pengunum hjá nøkrum fáum, men hjá teimum, sum mistu hús og heim, tí tey gjørdust arbeiðsleys, var tað ein vanlukka. Fólk fóru [...] bøta um livikorini hjá teimum, sum bara hava hendurnar at líta á. Tað er gleðiligt at síggja at vinnulívið í Suðuroynni og ikki minst í Vági nú aftur stendur í fullum blóma. Tað sigur okkum, at her enn [...] n bretska skipið Sally & Polly, sum ein vetur hevði staðið á hvalbiarsandi. Teir sleipaðu skipið suður til Vágs, drógu tað upp á Fløtuni Fríðu, umvældu tað og kolfatraðu tað av nýggjum. Teir róptu skipið
B36 kom leikandi lætt til sín fyrsta sigur í landskappingini 1998, tá sumbingar vórðu sendir suður aftur við einum 2-6 ósigri. Serliga í fyrra hálvleiki vísti B36 seg frá síni allarbestu síðu, og áðrenn [...] nýggja felagið hjá sær. Tað var annars John Petersen, sum fekk hol á longu í 7. minutti, tá hann í tveimum royndum fekk lagt B36 á odda 1-0. Rúni Lisberg í Sumba-málinum tók fyrsta skotið hjá honum, men hevði [...] hvønnannan. Og ein maður sum Bjarni Prior, sum annars hevur spælt í álopinum hjá bæði MB og FS Vágum, er góður fongur í verjuni hjá B36 í ár. Tað sama er nýggi jugoslavin Ninoslav Milenkovic, sum sunnudagin