Eyðun Eliasen vann brúðarvísukappingina

Tað komu fimm uppskot inn til kappingina hjá Slái Ring um nýggja ella alternativa brúðarvísu, og trý teirra vórðu send út til tey 16 limafeløgini at taka støðu til. Mánakvøldið varð so avdúkað, hvør fekk heitið sum nummar eitt, tvey og trý

Tankin at fáa til vega eina nýggja brúðarvísu er ikki heilt nýggjur. Longu í 2003 var felt niður í gerðabókina eitt uppskot um at skriva út eina kapping til nýggja og alternativa brúðarvísu.
Arbeiðið fór í gongd, og nøkur ár seinni komu nøkur uppskot inn, men einki teirra var hildið at vera nøktandi, og tí var gjørt av at skriva enn eina kapping út.
Hesaferð bar betur til, at fimm uppskot komu inn. Nevndin valdi hereftir trý uppskot burtur úr og sendi tey út til tey 16 limafeløgini í Slái Ring.
12 av feløgunum svaraðu aftur, og út frá tí gjørdi nevndin av at raðfesta uppskotini í nummar eitt, tvey og trý.
Á triðja plássi kom eitt uppskot frá Elisabeth Joensen, vanliga nevnd Betty.
Henda brúðarvísa er býtt upp í fleiri lutir, har tann fyrsti snýr seg um skapanina, og síðani kemur ein partur um ástarhugin. Har eftir fylgir ein partur um mannin og ein um kvinnuna, áðrenn kærleikin fær ein part.
Seinasti partur av vísuni er til brúðarparið, og tey góðynskir, ið fylgja tí. Hendan vísan er tilsamans 15 ørindi.
Til hesa vísuna er eisini skrivað eitt púra nýtt lag, ið Hanus G. Johansen hevur smíðað.
Á øðrum plássi kom eitt uppskot hjá Regin Eikhólm, ið gongur til lagið Flóvin Bænadiktson. Hendan vísa er 19 ørindi, og byrjar mergjað við »Gevið ljóð og lýðið á«.

Eyðun vinnari
Triðja vísan, ið send varð út til feløgini, var tann hjá Eyðun Eliasen, bónda á Trøllanesi. Men tað var mest sum av tilvild, at hann tók til pennin.
- Tað var ein vinkona úr Havn, ið gjørdi meg varðugan við hesa kappingina. Eg gekk so og hugsaði nakrar dagar um, hvat lag ið kundi brúkast, og tá fall mær í hug lagið á Fípuni Føgru, sigur Eyðun Eliasen.
Ávísar treytir fylgdu við uppskotunum til brúðarvísu, til dømis skuldi hon ikki vara longur enn einar 7-8 minuttir.
- Eg yrkti so eini fýra-fimm ørindi og kvæð fyri meg sjálvan, og tá fann eg út av, at eg mátti halda meg innan fyri 24 ørindi, fyri at lúka tær treytirnar, sigur Eyðun Eliasen.
Hann legði dent á frá fyrsta pennastroki, at talan skuldi verða um eina alternativa brúðarvísu.
- Danska brúðarvísan og tær føroysku eru sum ein prædika frá kirkjuliga talarastólinum, og tí hugsaði eg mær eina røðu til brúdleypið, har ein av teimum eldru brúðargestunum talar til brúðarparið, sigur Eyðun Eliasen.
Hann leggur dent á, at hansara nýggja brúðarvísa - ella hinar fyri tann saks skuld - ikki skulu troðka tær gomlu brúðarvísurnar út, men heldur skulu virka sum eitt alternativ til tær verandi.
- Nýggju brúðarvísurnar skulu takast sum eitt alternativ til verandi brúðarvísur. Og um tey ungu fella fyri nøkrum av teimum nýggju brúðarvísunum, og vilja kvøða tær til teirra brúdleyp, so er tað frálíkt, sigur Eyðun Eliasen.

Rasmus væl nøgdur
Tann, sum fyrst og fremst hevur staðið á odda fyri at útvega føroyingum nýggjar brúðarvísur, er formaðurin í Slái Ring seinastu árini, Rasmus Joensen. Og hann er væl nøgdur við úrslitið, sum var lagt fram í Miðlahúsinum mánakvøldið.
- Eg má siga, at eg eri væl nøgdur við uppmøtingina her í kvøld. Tað vísir, at áhugin fyri føroyskum dansi og fyri nýggjum brúðarvísum er stórur. Tá tað kemur til uppskotini, ið vóru fimm í tali, so kundi eg hugsa mær, at nøkur fleiri uppskot vóru komi inn, segði Rasmus Joensen mánakvøldið.
Hinvegin heldur hann, at tað er ikki bara at siga tað, at yrkja eina nýggja brúðarvísu.
- Tað krevur rættiliga nógv at yrkja eina nýggja brúðarvísu, og tað er í tí ljósinum, at vit skulu fegnast um, at vit hóast alt fingu hesi fimm uppskotini inn. Og eg má siga, at eg eisini eri væl nøgdur við góðskuna av uppskotunum, ið inn eru komin, segði Rasmus Joensen.
Eisini hann leggur dent á, at talan er um alternativ til verandi brúðarvísur, og ikki avloysarar.
- Spurningurin er so, hvussu fólk taka ímóti hesum nýggju brúðarvísunum, tí taka fólk ikki undir við teimum, so doyggja tær í føðingini. Tað, sum vit kortini kunnu fegnast um er, at nú eru nýggjar brúðarvísur tøkar hjá teimum, ið halda verandi brúðarvísur vera tungar og langar. Og so er tað upp til fólk sjálvi at velja, segði Rasmus Joensen, formaður í Slái Ring.



Yrkingin hjá Eyðuni Eliasen, ið vann brúðarvísukappingina hjá Slái Ring

Lat okkum taka saman
Lag: Há trummar í høll

1. Lat okkum taka saman
og út á gólvi stíga
til at heiðra brúðarparið
sum nú lat seg víga
Niðurlag:
Komi nú øll -
fólk frá nær og fjar.
Upp á gólv
at heiðra hetta brúðarpar!

2. Sum siður er í Føroyum
ein slíkan brúdleypsdag,
trína vit í brúðardans
í góðum veitslulag.

3. Her veitslugestir røða
her eru øll so glað.
Nú vit vilja kvøða
um tykkar hjúnarlag.

4. At leggja ástir saman
frá ungum árum av,
tað er okkar náttúra
sum Skaparin oss gav.

5. Í parlagi so nýggjum
øll flúgva móti ský
í ljósareyðum skýggjum
- har sveima eina tíð.

6. Sum tíðin undan gongur
alt fellur meir til ró.
Bæði kennast betur
og gerast meir enn góð.

7. Tá leitar fram tann dreymur
sum ikki nýtist orð:
tað at seta føtur
undir egið borð!

8. So hugaligt er altíð
at rigga reiðrið til,
hugna um og fríðka,
tá bæði draga til.

9. So gott at ganga saman
trúlovaði og glað.
Eggjar ástarglæman
tó inn í hjúnarlag.

10. Tá kærleikin hann ræður,
er hjúnarbandið rætt.
Í kærleika at semjast,
tað mangan kennist lætt.

11. At verja hjúnarlagið
og liva tað so reint,
mugu tit nú bæði -
og halda tí á beint.

12. Um mótburður til herja,
og alt gerst tungt og grátt,
tá tit mugu verja
um hjúnarlagið gott.

13. Í álvara og gaman
tit livi nú sum eitt,
so fær ástarglæman
allar fløkjur greitt.

14. Tað, at vera maki,
og tað, at vera par,
tað skal geva rúm til
at svara hvør í sær.

15. Tað, at vera maki,
og tað, at vera par,
er at fáa kærleika
og geva hann frá sær.

16. Við álit á hvønn annan
øll hjún seg føla best.
Tað má galda bæði
og vera treytaleyst!

17. Við tolsemi og virðing
ein maki byggir brýr,
dregur fram tað besta,
hann følir í sær býr.

18. Um tvístøða fær valdið
og øðin ráða skal:
leiti hjálp hjá øðrum,
sum skilja tykkum væl.

19. Tað, maður ikki megnar,
og kvinna heldur ei,
tað kann Guð í himlinum
venda rætta leið.

20. Tann sanni Guð í himli
á øllum hevur ráð.
Hann vil tykkkum hjálpa,
tá tit hann heita á.

21. Tá løtur kennast svárar,
og angist um seg ger,
tá er gott at vita,
at Guð hin sami er.

22. Vit tykkum báðum ynskja
at eydnan fylgja skal,
og at hjúnarlagið
hjá tykkum gongur væl.

23. Við vón um alt tað besta,
og Harrans ríka frið,
ynskja vit nú báðum
og hjúnarlagnum við.

24. Nú brúðarvísan endar -
í góðum veitslulag
ynskja vit »tillukku«
við degnum her í dag!