B36 kom leikandi lætt til sín fyrsta sigur í landskappingini 1998, tá sumbingar vórðu sendir suður aftur við einum 2-6 ósigri.
Serliga í fyrra hálvleiki vísti B36 seg frá síni allarbestu síðu, og áðrenn dysturin var 20 minuttir gamal, vóru føroyameistararnir á odda 3-0.
Tá var longu liðugt hjá Sumba, sum ikki fekk fótin fyri seg fyrr enn seinasta korterið, tá heimaliðið tók sær meira av løttum.
Men tað var altso serliga fyrsta góða hálva tíman, at B36 niðurspældi Sumba í so stóran mun, at B36 líktist einum føroyameistara, meðan Sumba líktist einum niðurflytara.
Serliga triðja málið hjá B36, sum kom í 18. minutti, var vakurt. Sumba-verjan var fullkomiliga útspæld, tá Jákup á Borg, ið var besti maður á vøllinum, í staðin fyri at skjóta sjálvur legði bóltin fyri føturnar á Rógva Larsen, sum hevði lætt við at gera sítt fyrsta mál fyri nýggja felagið hjá sær.
Tað var annars John Petersen, sum fekk hol á longu í 7. minutti, tá hann í tveimum royndum fekk lagt B36 á odda 1-0. Rúni Lisberg í Sumba-málinum tók fyrsta skotið hjá honum, men hevði ongan kjans við tí næsta. Seks minuttir seinni var aftur galið hjá suðuroyingunum. Hesa ferð var tað Jákup á Borg, sum hevði gott pláss og góða tíð, eftir at John Petersen fyrst hevði roynt seg.
Eirikur skaddur
Tað hoyrir við til samlaðu myndina, at Eirikur Joensen noyddist skaddur av vøllinum longu í 4. minutti, og restina av hálvleikinum var René Thomsen einasti maður heilt frammi. Og hann var í somu keðiligu støðu sum Alan Shearer var dagin fyri í ensku steypafinaluni. Hann hevði als einki at arbeiða við, og sumbingar vóru sera sjáldsamir gestir framman fyri B36-málinum fyrstu 45 minuttirnar.
Hevði B36 megnað at hildið sama støði allan dystin, er lítil ivi um, at sigurin hevði verið tveysiffraður. B36-liðið sær út til at vera væl samanspælt, hóast onkrir nýggir menn eru komnir við síðani í fjør, og teir flyta seg ótrúliga nógv og væl fyri hvønnannan. Og ein maður sum Bjarni Prior, sum annars hevur spælt í álopinum hjá bæði MB og FS Vágum, er góður fongur í verjuni hjá B36 í ár. Tað sama er nýggi jugoslavin Ninoslav Milenkovic, sum sunnudagin spældi allan seinna hálvleik, og sum vísti, at hann er sera sterkur bæði í luftini og á jørðini, og at hann ikki fer at fáa trupulleikar við at fella til á liðnum.
Tað merktist heldur ikki stórvegis, at venjarin Tomislav Sivic sat skaddur uttanfyri, og at Ronnie Samuelsen sat í skammikrókinum eftir reyða kortið í Klaksvík.
Tað var hinvegin lítið um sumbingar, og hóast eitt nú Páll Magnar Kjærbæk á aftasta manni so avgjørt hevur 1. deildarstøði, skulu uppflytararnir fegnast um, at teir sunnudagin sluppu so bíliga, tá samanumkom. Teir høvdu einstakar kjansir, men tvær ferðir megnaði Egin Høgnesen at bjarga í mann-móti-manni støðum.
Tvey óneyðug mál
Í fjør vann B36 so at siga allar sínar dystir, men tað var ikki tí teir dugdu so væl at halda sítt egna mál reint. At teir eisini fara at hava trupulleikar við tí í ár, sóust ábendingar um í Gundadali sunnudagin. Seinnu helvt av 2. hálvleiki fóru teir at sløsa, Arnbjørn Danielsen fekk eitt sera óprofessionelt reytt kort, tá hann sparkaði Jan Poulsen, uttan at bólturin var í spæli, og tað bleiv opið í verjuni (Jan gjørdi eisini nógv burturúr, men ? eitt spark er eitt spark). Tað kann vera trupult at varðveita konsentratiónina, tá tað hevur gingið so lætt meginpartin av dystinum, men kortini var tað óneyðugt at lata tvey mál fara inn í seinna hálvleiki. Og tá hevði René Thomsen enntá misnýtt eitt brotsspark, sum Egin Høgnesen bjargaði í besta Schmeichel-stíli.
B36 byrjaði annars seinna hálvleik, sum teir høvdu byrjað fyrra. Fyrst hevði John Petersen ein stóran kjans, men leysur framman fyri málinum gav hann sær ov góða tíð, so bert horna spurdist burturúr. Tveir minuttir seinni var tað Jákup á Borg, sum ikki hevur gjørt so nógv um seg higartil í ár, men sum var sera tendraður sunnudagin, sum slapp heilt inn móti 5-metrinum, áðrenn hann við tveimum trekkum gjørdist leysur og bankaði bóltin inn til 4-0. Og tveir minuttir seinni varð Bjarni Prior skumpaður í ryggin inni í brotsteiginum, og Jákup á Borg skoraði enn einaferð, hesa ferð upp á brotsspark.
Átta minuttir seinni fekk Sumba so brotsspark, tá ein B36-ari hevði hondina á einum frísparksskoti hjá Sumba, men ta ferðina spurdist einki burtur úr hjá sumbingum.
Tað gjørdi tað hinvegin tíggju minuttir seinni, tá spælandi venjarin Spasojé Biberdzic hevði seinasta fót á, eftir at ein sumbingur hevði runnið ígjøgnum B36-verjuna.
Kundi endað
við eyðmýking
Málið fekk onga ávirkan á úrslitið, tí dysturin var langt síðani avgjørdur, men sumbingar fingu nú eitt sindur av spælihuginum, teir annars mistu longu tíðliga í fyrra hálvleiki, aftur, samstundis sum B36-ararnir tóku dystin minni og minni í álvara. Tá tíggju minuttir vóru eftir, fekk Arnbjørn Danielsen reyða kortið fyri at hava gjørt seg inn á Jan Poulsen beint uttan fyri B36-brotsteigin, tá Sumba hevði fríspark úti á miðjuni. Jens Kristian Hansen varð útskiftur í hálvleikinum, so verjan hjá B36 var nú rættiliga skerd. Men sum sagt kundi tað ikki fáa nakra ávirkan á úrslitið, tí munurin var so stórur, og næstan eingin tíð var eftir. Kortini fingu bæði liðini tíð til at fáa eitt mál afturat, so endaliga úrslitið gjørdist 6-2 til B36. Fyrst fekk John Petersen fótin á eitt innlegg úr høgru síðu frá Jákupi á Borg, og minuttin aftaná minkaði Spasojé Biberdzic enn eina ferð við at stúta eitt innlegg úr høgru í málið.
B36 kundi havt vunnið væl meir enn 6-2, høvdu teir tímað, men tað gjørdu teir ikki so væl í seinna hálvleiki. Av tí sama slapp Sumba rímiliga lætt frá tí, sum fyri teir kundi blivið ein verulig eyðmýking.