bara spæla gospel. - Teir kenni eg, segði eg, men fakta er, at eg havi bara ein sang. Men eg visti, at Elvis spælir minst ein og kanska fleiri sangir í teirra útseting, so eg segði, at fleiri útsetingar hjá [...] tók legendan John Hammond sær av teimum og skaffaði teimum arbeiði í hálvt ár afturat. Hesi hava verið formativu árini hjá teimum, tí at í Philadelphia arbeiddu teir undir tveimum øðrum nøvnum, tí at Dixie [...] pent. Diamond Jubilation Eftirsum at fløgan Diamond Jubilation, sum er fýra ára gomul, er tann, sum vit kenna best, tí at hon hevur verið mest spæld í ÚF, Rás2 og Lindini, fekk hann ein spurning um hana.
lívsanda blástan í næsarnar. Men tey vaksnu hildu, at eg var blivin so klókur, tí nú visti eg ikki so lítið um ístíð og síðumorenur. Eg bleiv so klókur, at eg gloymdi søguna um hvalvíksneyt, og børn míni hava [...] søgan kúgað. Høvuðslívskraftin í barnaárunum er hugflogið - evnini at ímynda sær - at fantasera. Men hví er skúlin, ið kundi verið gulur, vorðin gráur? Er tað tí, at livandi orðið, ið børnini bóru við [...] gjørdist skúlin, ið kundi verið gulur, hví gjørdist hann so gráur hjá so mongum? Orsøkin í dag er ikki bert frú Grammaticus. Eg minnist frá skúlaárunum í realskúlanum, at eg valdi altíð at skriva frístíl
sleppa undan vandanum fyri tí. Hesi tingini mugu ikki blandast saman. Síðani er tað spurningurin um eina serskattaskipan fyri oljufeløgini. Teitur Poulsen vísir á, at sum nú er er bert ein partafelagsskattur [...] hann er uppá 30, og í Irlandi er hann eisini uppá 27%. Men fyri tað um olja verður staðfest her, so er hundurin ikki meir enn hálvbardur. Tí hyggja vit at Norðsjónum, so vita vit, at hóast olja er funnin [...] tíð í Bretlandi, áðrenn hann kemur aftur til Føroya. -Eg havi altíð ætlað mær at arbeiða við oljumálum, men vil ikki koma ov skjótt heimaftur. Best er at fáa nakrar royndir uttanlands, áðrenn tú festir búgv
sjokuláta standa á borðinum. – Tilsamans havi eg sitið í nevndini í Føroya Arbeiðsgevarafelag í 21 ár og verið formaður í trý ár, so hetta er ikki eitt ókent umhvørvi. Eg var eisini við í Ídnaðarfelagnum í fleiri [...] hevur altíð nógvar avbjóðingar, og soleiðis hevur tað eisini verið øll hesi árini. Eitt, sum altíð kemur upp at venda, er kappingarførið, sum er eitt »evigt og aktuelt evni« hjá vinnuni í øllum londum. Vit [...] viðurskiftini ikki eru støðug. – Eg vil siga, at eg haldi hetta við teimum ógreiðu signalunum vera verri nú, enn tað hevur verið fyrr. Vit hava eitt so høgt skattatrýst, at har er ikki meira at heinta, og heldur
men eg fekk fleiri góð, ítøkilig úrslit. Eg treivst væl og hevði góða samvitsku, tí eg kendi, at eg gjørdi nyttu fyri lønina. ? Men so byrjaði tilveran sum andstøðulimur á tingi. ? Síðani havi eg mangan [...] um? Er tað ikki veljarin, sum hevur valdið? Er ikki fólkaræði í landinum? ? Eftir at hava verið partur av skipanini í tvey ár, má eg svara nei. Víst hava vit reglulig og loynilig val - men tað er ikki [...] mangan spurt meg sjálvan, hvat ólukkan eg geri í hesum. Tað er rárasta hending, at nakað ítøkiligt er at vísa á, tá arbeiðsdagurin er farin. Og ert tú bara eitt lítið sindur bráðræsin verður tú skjótt frustreraður
tíð til myndlistina. – Men Jákup Andreas er ein maður, ið ikki egnar seg at vera inni. Tað hevur gjørt, at eg havi ikki kent meg svikna, tí eg veit, at tað er ikki mær, hann hevur runnið undan í sínari [...] ein upptakara, ið hekk á vegginum, og tá eg kom inn á gólvið hjá honum, spurdi eg, hvat hatta var fyri nakað. Jú, hatta var at taka 8 mm film við. Eg spurdi, um eg ikki kundi læna hann. Jú, tað var gaman [...] gaman í, tí tey gjørdu einki við tað. Eg mundi hava tað tólið í fleiri ár, áðrenn eg frætti um eitt størri 16 mm filmstól, ið eg so keypti mær, greiðir Jákup Andreas frá. Sum áður nevnt vant áhugin fyri filmi
100 km, og hann var ikki nakar unglingi. Seinni havi eg tosað við tey fleiri ferðir. Vanliga hevur hetta verið á føðingardegi hansara, og tað gjørdi eg eisini í fjør. Tá vóru bæði røsk og ondsfrísk, men [...] dóttir. Nýtt flagg til føroyingar Tað er sjálvsagt nógv, ið kundi verið skrivað um tíðina hjá Mason í Føroyum. Her skal so bert verða nevnt okkurt høvuðsmál, og keldan er Niels Juel Arge. Tað var tann 12. [...] Mason, og skrivar soleiðis um hann: ”Tað fyrsta, eg minnist til konsul Mason var fyrst undir seinna heimsbardaga, tá ið eg gekk á realskúlanum í Tórshavn. Eg minnist væl, at hesin vakri ungi maður, 27 ára
hon børn við seinna manni sínum. - Eg skal ikki siga, at eg eri elsti bóndi, ið hevur verið á Dímun, men eg havi verið longst, og vit eru bóndaparið, ið hevur verið longst saman í Dímun, sigur Janus og [...] nakað upp í árini og tað ger tað ikki lættari, siga Janus og Kinna. - Men eg sigi fyri meg, at sinnalagið er lætt. Tað segði pappa eisini altíð við meg, at eg hevði ikki kunna búð í Dímun, um eg ikki hevði [...] har eingin hella er og bátur sleppur undir oynna, so tey fóru við línu og fingu postin og jólatræið. Hentleikar Nógvar broytingar eru farnar fram hesi 48 árini, Janus og Kinna hava verið í Dímun. Sentralhiti
fólkini, hann hevur hitt hesi sløk 26 árini hann hevur sitið í pávastólinum. -Tú fornemmar veruliga at hann hevur áhuga í tær, tá tit tosa saman. Hann er nærverandi, og tá er líkamikið um tú ert lágt ella [...] bara út frá hesi samtaluni, sum ikki tók stórt meiri enn 10 til 15 sekund er Lars greiður í sínari niðurstøðu: - Tú skalt ikki vera leingi saman við pávanum, fyrrenn tú merkir, at hann veruliga er nærverandi [...] stýra av øðrum. Hann er seg sjálvur, sigur Lars. Hann er prestur í Danmark, men kemur við ávísum millumbilum til Føroyar at hava gudstænastur fyri katolikkarnar í Føroyum. Hetta er serliga til tær stóru
Jacobsen yrkti: Sjálvandi gleði eg meg at vera liðug. Tey fýra árini eru farin skjótt, Nú ein er liðug. Nú byrjar lívsins álvara Sum tey siga. Eg havi verið í praktikki, Men tað er ikki tað sama. Nú skal ein [...] ábyrgdina. Jú, eg eri spent. Eg havi nervar viðhvørt. Men fái eg nakað arbeiði. Tað hugsi eg mest um. Tørvar ikki at laga meg eftir øðrum. Kann vera á bygd ella í býi. Men eg veit púra einki enn. Tað er tað. Alt [...] frí, tá tey hava frí. Nú er tað ógvuliga nógv uppi í tíðini at tosa um góða skúlan. Spurt verður hvat ein góður skúli er fyri nakað. Tað stutta svarið er, at ein góður skúli er ein skúli, har tað eru góðir