er tað fyri 114. ferð at hann umboðar Svøríki. Blíði og fryntligi miðvallarin er ein “føroyavinur”. Hann spældi sum ungur saman við Inga Højsted í Arsenal. - Eg kann ikki siga, at eg havi spurt Inga Højsted [...] eitt. Vit hava framvegis Rógva Baldvinsson við, so kanska tað er upplagt at vit vinna 1-0? - Nei, nú verður tað bara onkur annar sum skorar, sigur Sebastian Larsson við einum brosi. FM1 hevur upptakt, beinleiðis [...] bæði við støðuni 0-0 og 1-0. Vit hava virðing fyri føroyska liðnum og vita, at vit skulu spæla væl og arbeiða hart fyri at vinna, sigur Sebastian Larsson við FM1 og Portal.fo eftir tíðindafundin í gjár
svumu. Hóast tað gekk væl at fáa svimjararnar upp um náttina at svimja, so kom tað fyri at onkur pápi mátti leypa í hylin, tí svimjarin var ov linur. Felagið hevði sett sær sum mál, at svimja 100 km., men tá [...] við, men næsta ár hava vit sett okkum tað treytaleysa mál, at koma upp um 100 km. Vit vilja nýta høvi til at takka øllum sum stuðlaðu okkum, siga tey úr Fuglafjarðar Svimjifelag. [...] foreldur, sum hjálpti at svimja Annika Egholm, Durita Eldevig, Andrea Eldevig, Maria Hansen, og Magni Joensen. Leygarmorgunin fingu vit so hjálp frá seniorunum hjá okkum. Tað eru eldri menn, sum svimja hvønn
spælið nógv meira tilvildarligt og lítið umhugsað. At tey bæði málini, sum tá komu, vóru tvey kloddamál av hvør sínum slag, var nokk heldur einki at siga til… [...] Aristide, ið annars plagar at vera trygdin sjálv í verjuni hjá AB, gjørdi sín lívs brølara, tá hann í 70. minutti legði bóltin aftur til málverjan hjá sær, Tórð Thomsen. Støðan var at byrja við púra vandaleys [...] saman at spæla bóltin frá sær, og brádliga var hann umgirdur av B36-arum. Tá hann so endiliga spældi bóltin frá sær, var tað við einum dukkufreti av einari afturlegging, sum var so neyðarslig, at bólturin
Tí ber tað ikki til at siga, at eg gekk við einum innilæstum dreymi, sum eg ikki slapp at royna. Hinvegin hevði eg neyvan evnini, um tað skuldi verið, heldur Sædis. ? Sovorði tvætl, brýtur Eivør av. Mamma [...] hevur gjørt tað lætt hjá mær at siga mína hugsan, tí eg veit, at hon ikki fellur í fátt, fyri tað um eg ikki eri samd. Tað má vera uppgávan hjá foreldrunum at læra síni børn at trúgva uppá seg sjálvan. Og [...] altíð vitað, at ongin her í húsinum kemur og sigur, "Hvat segði eg?", um tingini kiksað, tí tað kann ongin brúka til nakað. Tað bara brýtur niður, sigur Sædis avgjørd. ? Tá plagar hon at siga, at gongur tað
løtuni favorittur at vinna heitið sum ársins ungi spælari í Premier League. Tá er talan um allar spælarar, sum eru undir 23 ár. Tí er torført at koma uttanum Tottenham framherjan, sum hevur skotið 13 mál [...] Í løtuni eru tað nøvn sum Kurt Zouma(Chelsea), Harry Kane(Tottenham) og Danny Ings(Burnley), sum eru millum spælararnir, ið munu hava tikið tey flestu á bóli hetta kappingarárið í Premier League, tá hugsað [...] november. Kletturin Zouma Chelsea hevur havt torført við at seta ungar spælarar við, men við Kurt Zouma sær øðrvísi út. Franski miðverjin, sum eitur “Happy” til millum navn, hevur spælt avbera væl teir
sølu, sigur Havbúnaðarfelagið. Tí siga eisini, at halda vit fram at drepa springara, kunnu avleiðingarnar næstan ikki yvirmetast. – Fleiri stórar handilsketur hava sagt, at tey meta framhaldandi dráp vera [...] halda tey, at politiska skipanin má taka tað í álvara, hvat fólk, sum skulu eta okkara fiskavørur, halda um tað, sum fyriferst í Føroyum. – Í hesum sambandi skal Havbúnaðarfelagið vísa á, at springaradráp [...] fyri at drepa springara, og tí er hetta einans ein spurningur um, hvat er best fyri føroyska samfelagið at gera. Og her er eingin ivi um, at vansarnir eru munandi størri enn teir fyrimunir, sum onkur
um onkur sigur, at hann býr á Skipanesi. - Nei, vit hava einki ímóti at siga, at vit búgva á Skipanesi, um tað skal verða, sigur hann. Samanhald Regin Joensen sigur, at tá okkurt er í bygdunum, sum fólk [...] týdning. Regin Joensen, sum býr Undir Gøtueiði, sigur, at hóast Eiðisá er neyvt mark millum Skipanes, sum hoyrir til Runavíkar kommunu og bygdina Undir Gøtueiði, sum hoyrir til Eysturkommunu, tekur hann tað [...] vísir á, at bátahylur er í bygdini, sum hoyrir til Gøtueiði og soleiðis til Eysturkommunu, men í løtuni liggur bara ein bátur í hylinum, sum maður eigur, ið býr í kommununi. - Hinir eru bátar, sum fólk í
Nú verður ikki so lætt at sleppa av við bilin í Porkeri, tí nú ætlar bygdaráðið at seta parkeringsforbo í gildi . Men tað kann heldur ikki sigast, at tað fer at vera trupult at sleppa av við bilin, tí [...] hittast í skúlanum at fáa kaffi og rundstykki. Tá verður bygdin eisini býtt sundur í býlingar, so at fólkini í hvørjum býlingi rudda hjá sær sjálvum. Ætlanin er at taka tað upp, sum liggur og rekist, men [...] kvøldið. Um kvøldið verður so hugnaløta, sum Fornminnafelagið skipar fyri við pylsum, búffum og øðrum góðum afturvið og tá fer eisini onkur at siga nøkur orð um okkurt forvitnisligt. Ruddingardagur var
sannheit? At seta sær hetta sum mál, akkurát sum so nógv annað. Tá tað ber til at fáa fólk at renna fyri lívinum og vera fyri ella ímóti einum tunnli ella valdømi, ber eisini til at fáa tey við upp á at praktisera [...] kvinnunum støðugt hækkað. Og rákið sær út til at ætla sær at halda fram – hygg bara at miðnámsskúlunum, sum eru fullir av gentum. Hvussu ber tað so til, at tá vit bæði hava fortreytirnar og viljan til politiska [...] bara mannligu helvtina har, sum avgerðir, sum raka stórar partar av samfelagnum, verða tiknar, t.d. í politikki og í vinnulívinum. Tað vil siga, at tann vitan og tær royndir, sum búgva í kvinnuligu helvtini
Fólkaflokkinum um at kommunurnar eisini fáa heimild at hækka botnfrádráttin í kommunuskattinum. Seinasta tingmálið á skrá í dag er málið hjá Jenisi av Rana um at heita á landsstýrið at fyrireika eina r [...] um at geva landsstýrisfólkum heimild at seta tiltøk í verk mótvegis kommunalum samstørvum. Har vóru 28 atkvøður fyri og tvær ímóti. Tingið er nú farið undir aðru viðgerðirnar, og væntandi fer onkur av [...] teimum at vera av drúgvara slagnum. Fyrst á skránni eru broytingaruppskot til lógina um fyrisiting av sjófeingi, tað vil siga fiskivinnunýskipanina. 23 broytingar skulu gerast í hesi eini greinini, sum er