Kjakast um fiskivinnu, pensjón og cannabis í dag

Løgtingið er farið til verka aftur í morgun, nú roynt verður at fáa øll málini avgreidd áðrenn flaggdag.

 

Nógv mál vóru á skrá í gjár og í dag eru 20 mál á skrá, umframt møguligar framløgur.

 

Níggju av málunum eru triðju viðgerðir, meðan tey 10 eru aðru viðgerðir.

 

Millum málini, sum hava fingið nógva umrøðu, er uppskotið um landskassatrygd fyri oyggjaleikum í Føroyum, at byggja tveir vardar bústaðir og eitt búheim og umlættingarheim til børn og ung við autismu í Havn. Í hesum førunum var talan um triðju viðgerðir og atkvøðugreiðslur, og blivu øll hesi trý málini einmælt samtykt.

 

Allar tær níggju triðju viðgerðirnar fingu skjóta viðgerð í tinginum og øll málini blivu einmælt samtykt, undantikið eitt frá Sirið Stenberg, um at geva landsstýrisfólkum heimild at seta tiltøk í verk mótvegis kommunalum samstørvum. Har vóru 28 atkvøður fyri og tvær ímóti.

 

Tingið er nú farið undir aðru viðgerðirnar, og væntandi fer onkur av teimum at vera av drúgvara slagnum. Fyrst á skránni eru broytingaruppskot til lógina um fyrisiting av sjófeingi, tað vil siga fiskivinnunýskipanina. 23 broytingar skulu gerast í hesi eini greinini, sum er til viðgerðar í dag.

 

Aftan á kjakið um fiskivinnunýskipanina skal løgtingið fara undir at kjakast um pensjónsnýskipanina. Seks tey næstu málini eru øll um broytingar í løgtingslógum, sum hava við pensjónsnýskipanina at gera, og verða tí viðgjørd undir einum.

 

Síðani verður farið undir at kjakast um nýggja bygningin hjá Sjóvinnustýrinum, sum eftir ætlan skal byggjast í Vágum.

 

Tá tað málið er liðugt, fer tingið undir at viðgera broytingar í skattalógini. Tað er eitt uppskot frá Fólkaflokkinum um at kommunurnar eisini fáa heimild at hækka botnfrádráttin í kommunuskattinum.

 

Seinasta tingmálið á skrá í dag er málið hjá Jenisi av Rana um at heita á landsstýrið at fyrireika eina royndarskipan við nýtslu av medisinskum cannabis.

 

Seinast á skránni stendur framløga. Nógv mál eru enn strandaði í nevnd og eru í vanda fyri at detta burtur, um tey ikki verða liðugt viðgjød áðrenn tingið fer í summarfrí.