Svumu í 24 tímar uttan steðg

Síðsta vikuskiftið var árliga stuðulssvimjingin í Fuglafirði. Børn og vaksin svumu slakar 100 kilometrar hetta døgnið

Fuglafjarðar Svimjifelag hevði um vikuskiftið sína árligu stuðlssvimjing, har svimjarar í felagnum og onnur svimja í 24 tímar út í eitt
Byrjað varð fríggjadagin kl.15.00, og tann síðsti svimjarin kom á mál kl. 15.00 leygardagin. Teir flestu av svimjarunum í felagnum vóru við, og harafturat fingu tey eisini hjálp frá eldri svimjarum og foreldrum.
Tað vóru tey smæstu, sum byrjaðu fríggjadagin, og tey svumu í ein hálvan tíma. Hvør svimjari svam eina longd í senn.
Tá tey smáu vóru liðug, byrjaðu fyrsta og annað lið, tey vóru 24 í tali. Tey vóru trý í hvørjum bólki, og svam hvør bólkur í ein hálvan tíma hvørja ferð, tó var bert ein svimjari í hylinum í senn.Hesi bæði liðini hildu so tørn alla náttina.

Hjálp frá gomlum svimjarum
 Fyri at tað ikki skuldi blíva ov strævið hjá teimum, fingu tey fríggjakvøldið hjálp frá nøkrum gomlum svimjarum hjá felagnum  millum annað Pól Øregaard, Astrid Joensen, Heðin Olsen og sjálvandi venjararnir báðir Petur Heðin á Fløtti og Sonni Eliasen. skrivar Fuglafjarðar Svimjifelag í tíðindaskrivi.
 Eisini vóru fleiri foreldur, sum hjálpti at svimja  Annika Egholm, Durita Eldevig, Andrea Eldevig, Maria Hansen, og Magni Joensen. Leygarmorgunin fingu vit so hjálp frá seniorunum hjá okkum. Tað eru eldri menn, sum svimja hvønn leygarmorgun. Teir vóru beinanvegin til dystin fúsir, og takka vit eisini fyri teirra íkast.
Svimjifelagið hevði lænt tvær skúlastovur, so svimjararnir kundi hvíla seg, tá ið teir ikki svumu. Hóast tað gekk væl at fáa svimjararnar upp um náttina at svimja, so kom tað fyri at onkur pápi mátti leypa í hylin, tí svimjarin var ov linur.
 Felagið hevði sett sær sum mál, at svimja 100 km., men tá av tornaði var endaliga úrslitið 98.7 km. Hetta eru vit væl nøgd við, men næsta ár hava vit sett okkum tað treytaleysa mál, at koma upp um 100 km. Vit vilja nýta høvi til at takka øllum sum stuðlaðu okkum, siga tey úr Fuglafjarðar Svimjifelag.