sum koma á tína leið, hevur tú lættari at vera góður við. Tey hava okkurt, sum ikki altíð er so lætt at greina, men sum ger teg tryggan. Tú kennir, at tey eru at líta á. Tey eru erlig. Sum oftast mild [...] hevur hugurin eftir at sleppa at spæla bólt talt eitt sindur við í avgerðini hjá Áku um at fara av skipsdekki og gerast málari. Í hvussu er og ikki, so var tað ein fongur fyri ÍF, at Áku gjørdist landkrabbi [...] ólátaður, og Herluf gjørdi seg til at fara oman at geva hesum nøkur álvarsorð. Komin hálva leið rópar Áku: “Herluf! Spæl ein góðan!” Herluf steðgar á, fer framaftur til klaverið at spæla “Hann rann sær kátur
Annars var fiskur sjáldan at fáa fyrr enn komið var út í juni mánað. Eg visti, at tað kundi vera so sørt til fisk, at vit onkuntíð á veg suður í Fiskanes royndu stað úr stað uttan at fáa ein tann einasta fisk [...] fiskaluppinum, at fiskur var undir bátinum. Eg sá, at hinir bátarnir har norðuri á bankanum eisini høvdu mist kennið. Teir vóru farnir at sigla uppaftur. Eg helt so við hinar, at tað mundi duga lítið at sigla heilt [...] skuldu vera so høgar, sum til bar. Hetta var fyri at hava so stórt gólvpláss sum møguligt, tí har skuldi fiskurin saltast. Tað var eitt ótrúligt sleip at fáa alt til høldar áðrenn við kundu byrja at fiska
ger sítt til fyri at leggja trýst á liðini frammanfyri. Enn einaferð hevur KÍ spælt ein fínan dyst uttan at vinna. Teir komu eisini á odda, men við tveimum langskotum megnaði B36 at venda og vinna dystin [...] B36 - KÍ 2-1 (0-0) Sí myndir frá dystinum í kvøld við at trýsta HER . 94. min: Liðugt ! B36 hevur vunnið 2-1 á KÍ í Gundadali, eftir at KÍ var á odda 0-1. KÍ hevur ikki vunnið í 145 dagar á rað, og siglir [...] Isaksen fær gult kort fyri at fella Benjamin Heinesen. 92. min: B36 skiftir út og Benjamin Heinesen kemur á vøllin fyri Adeshina Lawal. 91. min: Álvur Christiansen fær gult kort fyri at steðga einum kontraálopi
hart tað man vera at at leggja eina fíggjarætlan til rættis, tá inntøkan er ókend. Fíggjarligur ótryggleiki elvir til strongd hjá mongum, og er ikki at spæla við. Sum javnaðarkvinna hugsi eg, at vit eiga sjálvandi [...] stendur tað í samgonguskjalinum, at sjúkradagpeningaskipanin skal endurskoðast. Lógin tekur ikki hædd fyri, at tímalønt eru ein fjølbroyttur hópur, og tað eiga vit at broyta. Tí vil eg fegin spyrja Sirið [...] nu í almanna- og mentamálum, um hon heldur, at tað er nøktandi, at eitt arbeiðsfólk fær útgoldið 80% av eini løn um mánaðin, tá sjúka rakar? Og ætlar hon at endurskoða sjúkradagpeningaskipanina til tímalønt
saman ráð um at fáa ein teirra at fara til Lars um at fáa pening, tí hann ætlaði sær at keypa mammuni eitt kjólastykki. Lars lat sær siga, og so var sloppið, men tað er óneyðugt at siga, at kjólastykki [...] plagdu eisini at vera inni í Føroyingahavnini at taka útgerð ella onkur onnur ørindini. Tá fóru vit altíð niðan á føroyska sjómansheimið. Her lá væl fyri at skriva brøv heim. Eg minnist, at tað vóru tvær [...] Eitt, sum vit vóru ógvuliga glaðir fyri, var at sleppa at lána bátarnar at fara í land at henta hesi svørtu berini, tá vit lógu inni sunnudagar. Tað var bara at taka hondina gjøgnum lyngin, so fekst uppí
sjálvir. Hetta kundu teir als ikki skilja og hildu, at tað mundi vera okkurt við agninum. Gitt varð, at hann nýtti rottur! Men sannleikin var, at hann nýtti krækling. Kona Mikkjal doyði ung. Í tí sambandinum [...] sonur hansara, tann 93 ára gamli Poul, minnist abban koma til Porkeris at ferðast. Tá plagdi hann eisini at rógva út. Tað var skjótt, at hann kom eftir fiskimiðunum hjá porkerningum, og tá fekk hann nógv [...] skippund. Í oktober fara teir niður at landa fiskin, sum teir høvdu fingið undir Grønlandi. Tað kom av ringasta illveðri á teir, og skipið fór at leka. Teir royndu at halda lens men ikki bar til. Komnir
Andreas við mammuna, at hon átti at gevast at arbeiða í handlinum. Tískil kom hon ikki longur at hava brúk fyri húshjálp. Hetta mátti hon so siga mær. Tað dámdi henni sera lítið, at vit nú máttu skiljast [...] og fyri at vera sera skemtingarsom. Sanna var eitt deiligt menniskja Sanna Restorff var eitt sovorðið deiligt menniskja at vera hjá. Tá ið eg skuldi vaska klæði í kjallaranum, fór hon sjálv upp at kynda [...] sera góð løn, so eg játtaði at koma. Har skuldi eg gera mat. Eg dugdi ikki eitt orð av enskum, tá ið eg byrjaði. Men eg fekk at vita, at so mikið lærdi eg skjótt, at eg fór at klára meg. Men eg kom væl eftir
hann einaferð segði: Hevur tú valt at gerast partur av heimsins skitnasta handverki, eigur tú ikki at vera ræddur fyri at dálka tær fingrarnar, annars átti tú heldur at havt kosið tær eitt annað djobb. Men [...] ongantíð at vera illoyalur, men harfyri kanst tú vera eitt lítið sindur snildur. Møtti tær á veg oman ígjøgnum Amtmansbrekkuna Ólav-søkuaftan, táið Hanus á Kjalnesi skuldi seta tjóðarhátíðina. Visti at tú hevði [...] hon ein av fáum kvinnum í Føroyum, sum átók sær at reiða skip út. Eitt konubrot. Tað mundi vera lítið meira enn, at hann mintist pápan, vit plagdu í spølni at tosa um tey árini táið abbi mín førdi Haffarið
hendan partin av donsku revsilógini. Og tað man vera helvtin av helvtini. Sum tá er frávald. Tí ætlanin tykist vera, fyri at siga tað ljótt, at velja ársins 266b-drotning á høvuðsstaðarinnar Parnassos, fyri [...] Haldast má, at Demokratia nú er skeklað úr ráðstevnuni. Skekilin brast táið peningurin kom aftur í almenna kassan. Harvið hevur nevndin tað størri møguleikar, at fara undir at savna, heldur enn at spjaða, [...] gangi út frá, at ríðurnar í mestan mun eru ætlaðar mær. Eg ivist ikki í, at tit gera eitt gott arbeiði í nevndini, hóast hendan svipsaran, og vil bara mæla tykkum til at dríva á í átakinum, at vaksa um kvinnuligu
kom pápi heim við “Eysturoynni” aftaná, at “Laura” var saknað. Vit samlaðust inni hjá okkum og tosaðu um, at pápi hevði sæð “Lauru” dagin fyri, at teir fóru at sigla heim. Fía kom inn til okkara og segði [...] Geil. Ein túr hann kom av skipi, fekk hann at vita, at Anna Sofía var deyð. Tá segði hann, at hetta hevði hann fornemilsi av. Hann hevði fingið eitt ánilsi um, at okkurt var hent, og hann væntaði hesi d [...] Tað kundi vera leingi at sita og bíða eftir bátinum. Men prátið gekk lystiliga, meðan bíðað varð. Tíðin fall tí ikki so long. At fáa mjólkina avstað var eitt knoss hjá mongum. Mamma plagdi at fara til Hvalvíkar