Mikkjal í Dali: Havnar­maðurin sum fiskaði porkerningar av

Vit hava í hesi røð umrøtt Christian og Ludvig í Dali, sum liggja í gamla kirkjugarði, Hesa ferð umrøða vit beiggja teirra Mikkjal og konu hansara Ellen Elisabeth

Foreldrini hjá Mikkjali vóru Christ­ian Michael Jacobsen (1823-1886, giftur í Havnar Kirkju 4. september 1845 við Onnu Lydersdatter (1820-1910) av Toftum.
Michel var føddur 17.12 1849, og hann giftist við Ellen Elisabeth Jacobsen f. 4.9 1843. Hon var ættað av Húsum í Havn, dóttir Joen Jacobsen (1804-1874), sum tann 6.1. 1842 giftist við Onnu Christinu Jacobsdatter (1815-1882), ættað úr Kaldbak.
Tað sigst í ættini, at Jógvan er den ”den Havnemand,” sum er høv­uðspersónurin í grindavísuni hjá Pløyen.
Mikkjal sjálvur var útróðrar- og traðarmaður, sum var tað mest vanliga í Havn fyrr í tíðini. Sum útróðrarmaður hevur hann verið nakað serligt. Ein sonur, Christian, flutti til Porkeris. Ein sonur hansara, tann 93 ára gamli Poul, minnist abban koma til Porkeris at ferðast. Tá plagdi hann eisini at rógva út. Tað var skjótt, at hann kom eftir fiskimiðunum hjá por­kerningum, og tá fekk hann nógv meira fisk enn porkerningar sjálvir. Hetta kundu teir als ikki skilja og hildu, at tað mundi vera okkurt við agninum. Gitt varð, at hann nýtti rottur! Men sannleikin var, at hann nýtti krækling.
Kona Mikkjal doyði ung. Í tí sam­bandinum hevur hann eisini verið nakað serligur. Hann setti konuni ein vakran steinin við ikki minni vakrari innskrift. Tað hevur ikki verið vanligt hjá traðar- og útróðrarmonnum fyri meira enn 100 árum síðani.
Tey búðu í Trappugøtu, sum gongur oman á Vágsbotn, har Mikkjal eisini hevði neyst. Hann hevði trøð, har Kardu­mummu­bý­urin er.
Ellen og Mikkjal fingu børnini:
Jógvan Christiansen, føddur 8. oktober 1877. Hann giftist við Onnu Elisabeth f. Thomsen, eisini úr Havn
Zacharias Sørensen skriva m.a. í minningarorðum í Tingakrossi í mai 1941:
Hugur hansara var allar dagar til sjógvin. Sum smádrongur róði hann út við pápanum Mikkjali í Dali, og stutt eftir, at hann varð konfirmeraður, fór hann til skips og varð uppvandur hjá farbrøðrunum Jóhan og Christiani í Dali og Napoleon Andreassen. Í 1901 tók hann stýrimannaprógv á Fanø Skip­araskúla og kom so heim aftur til Føroya og fekk beinanvegin skip at føra frá Napoleon Andreassen. Tá ið Thorshavns Mælkeforsyning í 1908 fekk sær egið strandfaraskip, og teir skuldu hava ein álitismann til skipara, varð boð sent eftir honum. Hann sigldi “Ruth” heim úr Noregi og førdi hann so, til hann bleiv lærari á skiparaskúlanum veturin 1917/1918. Síðan tá hevur hann hvønn vetur verið lærari, meðan hann um sumrini hevur róð út.
Jógvan var kendur um alt Føroya land, tí teir 500 næmingar, hann hevur havt undir sínum hondum hesi 24 ár, minnast hann, ikki bert sum hin framúr góða lærara, men sum hitt góða fólkið hann var. Ivaleyst eru teir mangir í dag, sum takka honum fyri tey góðu ráð, hann gav teimum, eisini uttan fyri skúlastovuna.
Jógvan var álitismaður, og hon­um varð víst álit. Hann hevur i mong ár verið limur í Tórshavnar Meinigheitsráð og sitið í stýrinum fyri meinigheitshúsið. Hesi størv røktaði hann við sama trúskapi og kærleika, sum alt annað, honum varð lagt. Hann var ein trúgvur kirkjumaður og tók dúgliga lut í kristnum leikmannaarbeiði. Mest glaður var hann fyri arbeiðið millum børnini i sunnudagsskúlanum, tí barnavinur var hann.
Men fram um alt var hann heima­maður. Hann var konu og dóttir ein góður maður og pápi. Í teirra heimi kendi man seg altíð væl, og hugnaligur var Jógvan, tá ið hann millum vinir segði frá hendingum, serliga sjóferðum.
Hann var ein spakførur og eyð­­­mjúkur maður, og tí tók hann ikki beinleiðis lut í politikki. Men eisini her var hann støðufastur, og heldur ikki bar hann seg undan, tá Framburðsfelagið í 1932 valdi hann inn í Býráðið. Eisini hetta starvið røkti hann við trúskapi og ídni.
Ein góður Havnarmaður er farin, gævi vit høvdu fleiri av sama slagi.
Christian Michael f. 1880 flutti til Porkeris, har hann bleiv keyp­maður. Hann giftist við Lorentse Mortinu Veihe f. 1880.
Tey fingu børnini Ellen Elisabeth f. 1909, Johan Pauli Michael, f. 1911, Susanna Olivia Johanna f. 1913, Michael f. 1915, Poul Magnus f. 1917, Andrea Kristina, f. 1919, Jona f. 1921. Umframt var fosturbeiggin Bjarti Sumberg.
Anna (1882-1933) giftist til Hval­biar við Poul Poulsen (1879-1961), sum var bátasmiður. Tey fingu børnini Joen Pauli f. 1914, Michael Pauli, f. 1916, Eli Christian f. 1918.
Jacob Pauli f. 1885, skipari. Hann giftist við Johonnu Sofíu Michelsen, f. 1881, úr Vági. Tey fingu børnini: Jón Eskild Michael Bernhard f. 1909, Dania Helena f. 1912, Pauli f. 1916
Christina Maria (1889-1891), tví­burasystir Johan
Johan Sofus (1889-1928), skipari, giftist við Honnu Jacobinu Jo­han­sen (1894-1982) úr Sørvági
Johan var vanliga kallaður Hanne­­mann. Hann var við á eini heilt serligari ferð í 1912. Tað var pápabeiggi hansara Christ­­ian Christiansen, vanliga kall­að­ur loðsurin, sum við sínum seks tons motorbáti Louisa fór allan tann langa teinin úr Havn til Keypmannahavnar á eina fiskarí­messu. Teir vóru fýra mans við, og ein teirra var Johan.
Í einum illveðri stóð hann til róðurs, meðan Christian stóð bundin til mastrina. Eina ferð Christian vendi sær á, er Johan farin fyri borð! Tíbetur var endi á honum, so hann varð bjargaður.
Johan tók skiparaprógv í 1908.
Í 1929 var Johan við fransa­skonn­­artini Martu, sum var eitt stórt skip. Tað tók eini 1800-2000 skippund. Í oktober fara teir niður at landa fiskin, sum teir høvdu fingið undir Grønlandi. Tað kom av ringasta illveðri á teir, og skipið fór at leka. Teir royndu at halda lens men ikki bar til. Komnir fram við Fair Isle í Hetlandi sakk Marta. Fimm mans vórðu bjargaðir av enskum trolara, men tveir mans doyðu. Teir vóru kokkurin og Johan. Eftir sat konan Hanna við seks børnum.
Tey vóru:
Eli f. 1915, Jens Kristian, Kissa, f. 1916, Ingrid f. 1918, Borghild f. 1921, Herman f. 1922 og Michel f. 1925.