felagið frameftir, sigur Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, sum í dag hevur lagt uppskot um fíggjarlóg fyri 2025 fyri Løgtingið. Hall í 2025 Samlaðu inntøkurnar í 2025 verða 7.436 mió. krónur [...] tiltøkupening og keypiorku. Tamarhald er eisini á prísvøkstrinum, sum væntandi fer at minka komandi árið. Fíggjarmálaráðið metir, at útgangsstøðið fyri føroyska búskapin er gott, og búskapurin er væl fyri [...] Lutfallið millum arbeiðsmegi og tal av eldri fer at minka komandi árini. Tí eru átøk neyðug, sum bøta um javnvágina millum almennu inntøkurnar og útreiðslurnar, skal tað almenna veita somu tænastur og sama
síni stóru vitan um fugl í Føroyum. Silas Olofson hevur í fleiri førum víst á týdningin av at verja fuglalívið í sambandi við ætlaði átøk í náttúruni. Hann hevur millum annað ávarað um neiligt árin á fuglalívið [...] í Klivaløkshaga á Sandi og um stóru ávirkanina á lundan av at lata upp aftur gøtuna ígjøgnum lundalandið í Lambanum í Mykinesi. Hesar ávaringar við støði í hollari vitan um fuglalívið í Føroyum eru við [...] við til at gera fólk meira tilvitað um náttúruna og geva myndugleikunum meira upplýst grundarlag at taka støðu á. Í einum tilmæli, sum Granskingarráðið hevur fingið um at geva Silas Olofson miðlaheiðurslønina
eftirlønin fer frá 6.325 kr. um mánaðin í 2024 til 6.455 kr. um mánaðin í 2025. Samlaða eftirlønin komandi ár verður tí 77.460 kr. Ásetingin er galdandi fyri árið 2025. Lógin um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin
gongdini. Tað er ikki nokk at pjøssa uppá fíggjarlógina við óítøkiligum átøkum fyri 35 mió. kr. um árið, sum ætlanin er, sambært kørmunum hjá Fíggjarmálaráðnum. Neyðugt er við nýskipanum, sum veruliga [...] skulu sambært lóg í búskapargrunnin og javnast út yvir 7 ár. Hetta hevur Fíggjarmálaráðið ætlanir um at broyta, so úrslitið vísir rætt frameftir (frá 2025). Stór hall á fíggjarlógini í 2024 og 2025 er [...] almennu fíggjarstýringini. Úrslitini á fíggjarlógini eiga ikki at vísa so stór hall, tá hugsað verður um verandi góðu konjunkturstøðu. Landsstýrið eigur at gera langtíðarætlanir fyri fíggjarligu gongdina
beint á hermótið at verða krígsfotografur. Fyri mótablaðið Vogue vil hon avdúka fjaldar sannleikar um Nazitýskland. Hóast avbjóðingar sum kvinnuligur krígskorrespondentur, eydnast henni at taka nakrar [...] óseku, ið kríggið raktið, og sum seinni hava verið avgerandi dokumentatión, at upplýsa eftirtíðina um, hvat hendi undir krígnum. Ikki tí, Lee Miller gjørdist heimskend fyri at taka eina nakinmynd av sær [...] baðikarinum hjá Hitler í gomlu íbúðini hjá honum í München. Fotomyndin gjørdist ein visuellur metaforur um endan á krígnum. ##med2## ##med3## Filmstjørnan, Kate Winslet, sum vit seinast hava sæð í Filmsfelagnum
Fyrr í ár var Beinir í sendingini Go’ morgen Danmark hjá TV2, har tey m.a. skiftu orð um sín Unknown Location Tour, har hann bað fólk senda sær boð uppá, hvar hann skuldi koma at spæla. Ta ferðina sang [...] sangin Romeo, sum nýliga var komin út. Nú hava TV2 aftur sent boð eftir Beinir. Hesaferð er hann biðin um at syngja nýggjasta staklagið Call me a dreamer í væl umtóktu undirhaldssendingini Vild med dans, sum [...] avn og í Føroyum verða saman við framúr góða bólkinum, sum Beinir hevur havt afturat sær seinasta árið. Konsertin í Føroyum verður í Løkshøll 23. novembur.
tjena 1,27 mió. kr. um árið. Um tit eru tvey, svarar tað til 53.000 kr. um mðr. hvør! Harafturat kemur kravið um eginfígging, og í síðsta enda at gjalda eitt húsalán á gott 19.000 kr. um mðr. EINGIN HEVUR [...] er alt ov lítið. Miðalprísurin á einum sethúsum í Havn liggur í dag um 4 mió. kr. BANKIN Øll, sum hava verið í bankanum og spurt um lán, kenna roknistykkið. Tú sleppur ikki at lána meira ein 3 ferðir tína [...] bíligari. Vit rópa á tey ungu um at flyta heim, men vit kunnu ikki bjóða teimum eitt stað at búgva. VIT MUGU BYGGJA Ófiggjaðar loysnir, sum einans hava til endamál at økja um keypaskaran, er ikki loysnin
ambitiøs mál at byggja bústaðir um árið, t,d 600 íbúðír /bústaðir sum verða býttir í einum lutfalli millum høvuðsstaðin og bygdirnar. Somuleiðis eiga vit at tora at taka kjakið um beinleiðis stuðul til barn [...] hevði hetta bøtt munandi um áhugan fyri at lesa á Fróðskaparsetrinum, umframt at vit eisini fáa útlendsk lesandi hendanvegin. Um dagarnar var rektarin á Fróðskaparsetrinum í miðlunum um, at vit eiga hava møguleikan [...] fráflytning gjørd. Støðan var tá, at føroyingar valdu Føroyar frá í stórum tali, ja tað var veruliga talan um eitt EXIT FØROYAR. Eftir heildarætlanina vóru fleiri átøk framd, sum rættaðu upp uppá støðuna, og sitandi
standmynd avdúkað til minnis um Andreu Árting í Steinatúni í miðbýnum í Havn. Andrea Árting slóðaði fyri í stríðnum fyri javnrættindum og kvinnuumboðan. Í Demokratia fegnast vit um viðurkenningina fyri tað [...] meining alment. Hesi árini vísti Andrea áræðið til at ganga á odda í kvinnustríðnum við kravinum um at bøta um korini hjá arbeiðskvinnunum. Aðalendamálið var at fáa somu løn fyri sama arbeiði, og hesum stríddist [...] sum standmyndin umboðar. Havnar arbeiðskvinnufelag varð stovnað í 1936, og gjørdist Andrea forkvinna árið eftir. Hetta var í ringum tíðum. Korini hjá verkafólkinum sum heild vóru sera vánalig, og tey, ið
kunna skjóta og verða heilt einfalt óvirkin, sigur hann við The New York Times. Her verður einki sagt um, hvussu tey bæði nýggju álopini fóru fram. Men ein dulnevnd kelda sigur við Reuters, at dronur hava [...] Statsukrainska trygdartænastan SBU, sum sambært kelduni var við í báðum álopunum, hevur seinasta árið javnan framt álop við langtrøkkandi dronum djúpt inni í Russlandi. Ukraina hevur leingi ynskt at brúkt