Sosialurin 17. januar:
Tá Tórshavnar kommuna bjóðaði út tænastuna at koyra mat út til pensjónistar og millum røktarheim í býnum, var almenna partafelagið Posta nógv bílari enn privatu veitarnir.
Seinastu trý árini hevur hevur Fa Petra, nú Sp/ F Petra Tausen, havt uppgávuna, sum í 2019 varð boðin út til at galda í trý ár. Seinni var sáttmálin longdur fram til 31. desember í 2024.
Kommunan skrivar, at í tráð við innkeyps- og útboðspolitikkin hjá Tórshavnar kommunu, var avgjørt at biðja um tilboð upp á tænastuna at koyra mat tú til fólkapensjónistar, ið Heilsu- og umsorganartænastan varðar av.
Biðið var um tilboð upp á tíðarskeiðið 2025-2028.
Trý tilboð komu inn, har Posta hevði nógv lægsta tilboðið.
1. Posta: 865.000 krónur um árið
2. Fa Petra: 1.600.000 krónur um árið
3. Auto: 2.754.200 krónur um árið
Arbeiðið fevnir um at heinta og koyra kaldar døgurðar frá køkinum á Lágargarði til umleið 100 heimabúgvandi pensjónistar allar gerandisdagar, at heinta og koyra heitan døgurða frá Lágargarði til Tjarnargarð allar dagar í árinum - at heinta og koyra heitan døgurða og nátturða frá URD til Heimið við Vallalíð allar dagar í árinum.
– Tað er ein treyt, at veitari skal hava kølibil, sum er góðkendur frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni og annars lýkur ásettar treytir viðvíkjandi tænastuni, skrivar Tórshavnar kommuna í útboðstilfarinum.
– Lægsta tilboðið lúkar ásettu treytirnar, og liggur heilt tætt upp at núverandi kostnaðarstøði fyri tænastuna, sum merkir at verandi játtan til matartænstuna er nøktandi, skrivar Tórshavnar kommuna.
– Vit hava havt koyringina fyri Tórshavnar kommunu í 22 ár. Seinast vit bjóðaðu upp á uppgávuna, tað var í 2019 – var tilboðið frá Fa Petra slakar 800.000 krónur. Tá var koyringin millum Urd og heimið í Sløttalíð ikki við. Og tá var koyringin við døgurðamati til pensjónistar bara í Havn. Nú er Kollafjørður, Kaldbak, Velbastaður og Nólsoy eisini við, sigur Áslak Tausen frá Fa Petra.
Lesið eisini: – Posta skal ikki kappast við privatu vinnuna
Hann skilir ikki, at Posta sleppur at koyra uttan kølibil. Tí tað hevur so stóran týdning, at køliketan ikki verður brotin, sigur hann.
##med2##
Tað kenna tey alt til hjá Fa Petra øll hesi árini tey hava koyrt. Áslak Tausen vísir á, at tey koyra hvønn mánadag fyri Krás út við kølivørum til Klaskvíkar, og tey fáa javnan at vita, at vørurnar, sum tey koma við, halda sær nógv longri, enn vørur, sum koma frá øðrum sum ikki hava kølibil.
Fa Petra er ein lítil familjufyritøka hjá Petru og Áslaki Tausen. Tey koyra sjálvi saman við einum soni. Og tað er koyring hvønn dag í árinum.
Tey hava fýra kølibilar. Tey hava júst keypt ein nýggjan kølibil, ein Ford Transit, sum er uppbygdur sum kølibilur serliga til teirra endamál. Hann hevur eisini hurðar í báðum síðum, soleiðis at tað skal vera so lagaligt sum gjørligt soleiðis at tey ikki traðka inn í bilin og soleiðis hála bakteriur og annað inní billin.
##med3##
Posta má hava fleiri fólk, og tey skulu jú arbeiða í tríggjar tímar tá tey møta til arbeiðis.
Áslak Tausen dylur ikki fyri, at at nívir tey at missa hendan ordran, sum var høvuðsinntøkan hjá felagnum. Tey hava gamaní annað virksemi, og tey mugu nú laga raksturin til nýggju og broyttu umstøðurnar. Men heldur tað vera sera svárt at missa uppgávuna til almenna partafelagið Posta, sum eftir hansara tykki má seta pengar til fyri at røkja uppgávuna.
– Tey mugu keypa sær góðkendar kølibilar, vísir Áslak Tausen á. Og bara at keypa tann fyrsta kølibilin kostar næstan líka nógv, sum tey fáa fyri koyringina í eitt heilt ár, vísir hann á.
##med4##