Stuðulskipanin fyri mentan og list er umskipað

Mentamálanevnd Tórshavnar býráðs samtykti 15. januar 2025 at dagføra stuðulsskipanina til mentan og list

Tórshavnar kommuna skrivar, at endamálið við umskipanini er at gera skipanina meira nútíðarhóskandi og virka fyri størri rættvísi og gjøgnumskygni. Umsóknarfreistirnar eru í hesum sambandi broyttar.

 

Stuðulsskipanin er nú skift á hesar tættir:

 

  • Verkætlanarstuðul – mentan og list (undir hesum vanligur stuðul og snarstuðul)
  • Rakstrarstuðul – mentan og list
  • Stuðul til størri listaligar verkætlanir

 

Stuðulin til mentan og list er sostatt vorðin skildur frá stuðli til ítrótt og frítíð. Skipanirnar eru hvør sær lagaðar soleiðis, at tær best tæna sínum endamáli.

 

 

 

Broyttar umsóknarfreistir

 

Størsta broytingin fyri borgaran, sum søkir um stuðul, er, at freistirnar fyri at søkja um vanligan stuðul nú eru fastar. Tríggjar freistir eru um árið, og fyrsta freistin er 1. mars 2025. Hinar báðar eru ávikavist 1. september og 1. desember. Snarstuðul kanst tú framvegis søkjast leypandi í minsta lagi seks vikur, áðrenn verkætlan fer í gongd.

 

Ársyvirlitið sær sostatt soleiðis út:

 

1. mars: Vanligur stuðul – 1. umsóknarumfar

1. apríl: Stuðul til størri listaligar verkætlanir

1. august: Rakstrarstuðul (nýggjur ella øktur) 

1. september: Vanligur stuðul – 2. umsóknarumfar

1. desember: Vanligur stuðul – 3. umsóknarumfar

 

Viðgerðartíðin er á leið seks vikur.

 

 

 

Dagførdar leiðreglur

 

Í sambandi við umskipanina eru leiðreglurnar fyri verkætlanarstuðul og rakstrarstuðul dagførdar. Leiðreglurnar og nærri kunning um stuðulsskipanina síggjast á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu.

 

Stuðul til mentan, list, ítrótt og frítíðarvirksemi