hent í Danmark, at læknar, sum vilja fara út til tey smáu sjúkrahúsini nú fáa sera góða løn. - Tað munnu vera fáir føroyskir læknar, sum eru so fittir, at teir tíma at koma higar til tey vánaligu viðurskiftini [...] hoyrt fleiri ferðir, at primera heilsurøktin orkar ikki at átaka sær fleiri uppgávur. Hon kann ikki lyfta meira. - Tak t.d. kommunulæknarnar í Havn. Vit eru sjey í tali, men áttu at verið 12-14 í mun til [...] vart við, at vansin við at lata partar av sjúkrahúsinum aftur í fleiri vikur ikki bara ger ilt fyri sjúklingarnar, sum harvið ikki fáa ta viðgerð, tey hava fyri neyðini. - Tað eru eisini tey menniskju
sjónligt, at leikarar nutu løtuna saman við heimsstjørnunum á vøllinum. Teir tordu at flyta bóltin frameftir, og einar tvær ferðir vóru teir enntá somikið djarvir, at annar av miðverjunum royndi at spæla seg [...] hevði skorað, er ilt at siga, men tað er púrasta víst, at føroysku leikararnir ongan tíð fara at gloyma seinastu løturnar á leikvøllinum. Einastu rópini, sum hoyrdust kring vøllin, vóru tey, sum rungaðu til [...] fleiri førum megnaði at halda báðum teimum føroysku miðverjunum burtur. Vandin fyri einum skrædlið lúrdi eina løtu, og í veruleikanum var tað kanska bert Jákupi Mikkelsen at takka, at hetta ikki gjørdist
Føroyum, og tað gera tey eisini vart við í Føroyum. Tað gera tey við einum serligum tiltaki, sum heldur fram í dag og í morgin. Og tað er at bjóða vanligum fólki inn á Hotel Runavík at eta ein góðan bita [...] hoyr Ruth Thomsen greiða frá, hví hon heldur, at umstøðurnar hjá blindum eru góðar í Føroyum – men hvat hon eisini heldur, at myndugleikarnir avgjørt áttu at gjørt nakað við. [...] bita – í bølamyrkri. - Tað er fyri at geva fólki eina fatan av, hvussu tað er at hava mist sjónina, og tær avbjóðingar tað hevur við sær. - Bara tað at sita við eitt borð og práta saman, er ein avbjóðing,
sanniliga ikki bara sum at siga tað, sigur Kamala, sum dugir avbera væl at tosa føroyskt. Tað var sera torført hjá henni at sleppa inn í landið. Tey royndu fleiri ferðir frá Sri Lanka, so at tey kundu fylgjast [...] noyddist hon at ringja til onnur fólk og fáa tey at seta seg í samband við mammuna, og so mátti hon ringja uppaftur. Men í dag hevur mamman telefon, so nú tosar Kamala ofta heim. Á Sri Lanka tosa tey egið mál: [...] sigur, at hon hevði ikki kunnað hugsað sær at flutt aftur til Sri Lanka at búð. ? Tað hevði eg ikki kunnað, sjálvandi í eina tíð møguliga, men ikki restina av lívinum. Tí nú havi eg vant meg við at liva
landsstýrismann. Men tey áttu at dugað at sæð, at hetta fór at elva til trupulleikar við Heðin Mortensen. - Heðin Mortensen er næsti maðurin á sambandslistanum, men trupulleikin er, at hann síðani er farin [...] ov nógv Zakarias Bech heldir, at tað var eitt stórt mistak at hevði slíkan skund at velja nýggjan landsstýrismann, at ongin eftir øllum at døma hevur givið sær stundir at hugsa um avleiðingarnar. - Flokkurin [...] hann, at tað er eina og aleina Sambandsflokkurin sjálvur, sum hevur skapt allan trupulleikan og hevur alla skyldina. Hann harmast eisini um, at alt gekk so skjótt fyri seg, at ongin fekk stundir at umráða
Jóannes Eidesgaard, at Starvsmannafelagið hevur flutt seg reiðiliga nógv í samráðingunum. Vit hava ráð til tað Formaðurin í Javnaðarflokkinum heldur, at øll áttu at vita, at tað fór ikki at ganga við eini [...] sum gekk við til at fara 8-9% niður í løn í 1993. ?Við tógvið stríð hevur tað eydnast at fáa tann lønarniðurskurðin aftur. ? Og ongin kann lasta teir fyri, at tey halda seg hava rætt til at fáa ein part av [...] Hansen í, at ein lønarhækking nú eigur at føra til uppsagnir. Men hatta er nakað, sum altíð verður brúkt ímóti fakfeløgunum. ? So fer hetta at føra við sær, at fólk verða søgd upp, er tað tí at landsstýrið
har er tíð at fara at hugsa ørvísi, tá hesir trupulleikarnir skulu loysast. Vend má koma í og skiftast má spor, vit eiga at læra av feilunum og hugsa frameftir. Tí haldi eg, at loysnin er at seta eina [...] afturat, at vit skulu minnast til, at lívið er náttúran og náttúran er lívið. Vantandi førleiki Durita Brattaberg, at hon ikki heldur, at okkara landsumsiting hevur nóg góðan førleika til at taka sær av [...] nevniliga tað, at fólkið tekur undir við tí. Vit vita snøgt sagt ikki, um fólkið ger tað, tí tey eru ikki eftirspurd, men tann umrøðan, sum hevur verið frammi í seinastuni, gevur ábendingar um, at tey ikki gera
vandin er, at man brádliga heldur, at nú fer alt at ganga so øgiliga væl. Hugburðurin millum føroyingar er langt frá so ógvusligur sum upp til fíggjarkreppuna, men tað kann hendan øgiliga skjótt, at man knappliga [...] hann til, at man frá almennari síðu brúkar góða gongdina til at fremja nakrar bygnaðarligar broytingar, ið brynja bæði land og kommunur til tá tíðirnar verða verri. - Hetta er tíðin at hugsa um at breiðka [...] ein javnan í skattinum millum tey, ið arbeiða í Føroyum og tey, ið arbeiða uttanlands. Á tann hátt kundi man lætta um trupulleikan at fáa arbeiðsmegi. Tað er lítið høpi í, at vit stuðla teimum, ið arbeiða
sannførd um, at júst tað, at úrslitini áttu at verið nógv betri, kemur at gagna sakini, um vit ansa eftir ikki at peika onkran einstakan syndabukk út. Mín niðurstøða er í fyrstu atløgu, at ein miðvís íløga [...] og trivnað, og til tess at fyribyrgja tí ráki, ið sæst í kanningini, at motivatiónin at læra minkar, eldri børnini vera. Til tess er neyðugt at fáa tey nývaldu skúlastýrini at virka væl. Alt hetta kemur [...] eiga vit at fegnast um bæði landsroyndina og um skúlastýrisvalið. Um tað er rætt, at fjórði hvør næmingur hevur ein grundleggjandi trupulleika at lesa og at rokna, so hava vit ikki stundir til at bíða.
sum ikki ber til at standa ímóti. Teir syngja um alt tað, eingin hevði droymt um at torað at fýrt av fyri bara 10 árum síðan. Men tað er fantastiska gott og gleðiligt at síggja og hoyra, at tíðirnar eru broyttar [...] góvu teimum tað, tey høvdu bíðað eftir. Tey, ið vóru á konsertini, høvdu eina supergóða uppliving, har ljóðið var fínasta slag, og har tey fingu møguleika at dansa og syngja, eins og tey høvdu havt við Eivør [...] ongin ivi um, at fleirtalið av G!gestunum hoyra til tann aldursbólkin, sum eigur Páll Finnur Páll, eins og aðrir aldursbólkar áttu Frændur, Harkaliðið, Enekk osfr., og tí undrar tað, at spæliplássið ikki