Vit hava tað ordiliga gott

Men á summum økjum eru vit eftirbátar av álvara

 

- Vit, sum eru blind og sjónveik hava tað ordiliga gott í Føroyum.

Tað sigur Ruth Thomsen, forkvinna í Blindafelag Føroya.

 

Í gjár var altjóða dagur teirra blindu í Føroyum, og tað gera tey eisini vart við í Føroyum.

 

Tað gera tey við einum serligum tiltaki, sum heldur fram í dag og í morgin.

 

Og tað er at bjóða vanligum fólki inn á Hotel Runavík at eta ein góðan bita – í bølamyrkri.

 

- Tað er fyri at geva fólki eina fatan av, hvussu tað er at hava mist sjónina, og tær avbjóðingar tað hevur við sær.

 

- Bara tað at sita við eitt borð og práta saman, er ein avbjóðing, tá ið tú ikki sært í eyguni á fólki, sigur hon.

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr Ruth Thomsen greiða frá, hví hon heldur, at umstøðurnar hjá blindum eru góðar í Føroyum – men hvat hon eisini heldur, at myndugleikarnir avgjørt áttu at gjørt nakað við.