Vit hava ikki stundir at bíða

Fyrsta úrslitið av landsroyndunum er nú kunngjørt, og næmingar, lærarar og skúlaleiðslur hava fingið nøkur heilt ítøkilig úrslit at arbeiða við í lærugreinunum føroyskum, støddfrøði og náttúru og tøkni

Næmingurin sær júst, hvørja uppgávu hon ella hann megnaði og ikki megnaði, og kann tí saman við lærara og foreldrum meta um, hví so var. Kanska hevði flokkurin arbeitt serliga nógv við júst tí, sum spurt var um, og tí var førleikin fingin. Møguliga var førleikin ikki fingin, tí at flokkurin ikki hevði arbeitt við tí undan landsroyndini – og tað kunnu vera so ómetaliga nógvar aðrar grundir til, at úrslitið var, sum tað var. Avgerandi er, at hvør einstakur og eisini foreldrini geva sær stundir til at arbeiða við úrslitunum í stórum álvara.

Eisini Mentamálaráðið og eg sjálv sum landsstýriskvinna í mentamálum hava fingið eitt álvarsmál á borðið at eftirmeta. Sjálvsagt vildu vit ynskt, at landsmiðaltalið var betri. Hin vegin eri eg sannførd um, at júst tað, at úrslitini áttu at verið nógv betri, kemur at gagna sakini, um vit ansa eftir ikki at peika onkran einstakan syndabukk út.

Mín niðurstøða er í fyrstu atløgu, at ein miðvís íløga skal gerast í at eftirútbúgva lærarar til byrjanarundirvísing. Vit vita, at børn læra á so ymiskan hátt, summi gjøgnum eygað, onnur gjøgnum oyrað, og uppaftur fleiri frábrigdi eru. At lofta hesari avbjóðing krevur førleika, útbúgving og amboð, og tí mugu hesi trý setast á dagsskrá beinanvegin.

Tað er prógvað og staðfest, at er tann grundleggjandi lesi- og rokniførleikin ikki fingin í fjórða flokki, ella helst fyrr, so er trupult at bøta um hetta seinni. Hóast tað kann vera trupult at fáa neyðugar játtanir til endamálið í hesum døgum, so skulu vit finna loysnir, sum bøta um førleika, eftirútbúgving og undirvísingarmiðlar.

Í øðrum lagi er mín niðurstøða, at vit í uppaftur størri mun mugu fáa foreldrini á banan. Fáa foreldrini at spæla ein virknan leiklut í arbeiði skúlans at skapa eitt trygt og livandi skúlaumhvørvi, arbeiðsfrið og trivnað, og til tess at fyribyrgja tí ráki, ið sæst í kanningini, at motivatiónin at læra minkar, eldri børnini vera. Til tess er neyðugt at fáa tey nývaldu skúlastýrini at virka væl.

Alt hetta kemur ikki av sær sjálvum og er ein týdningarmikil avbjóðing. Ætli longu fyrst í komandi ári at bjóða øllum teimum nývaldu skúlastýrunum til eina ráðstevnu, at lurta eftir teimum og at svara spurningum, og har vit í felag seta eina kós út í kortið, ið er tann besta fyri okkara børn og okkara fólkaskúla.

Sæð í hesum ljósi eiga vit at fegnast um bæði landsroyndina og um skúlastýrisvalið.

Um tað er rætt, at fjórði hvør næmingur hevur ein grundleggjandi trupulleika at lesa og at rokna, so hava vit ikki stundir til at bíða.