floksformaður. - Og tó; eg haldi, at tað er í fínasta lagi, at onkur annar vil royna seg sum valevni. Hetta er ein demokratiskur rættur, og eg haldi, at tað er sunt við kapping. Sunt fyri flokkin Spurdur [...] at eitt spennandi val stendur fyri framman, og hann er til reiðar at taka kappingina upp. - Men á nevnda landsnevndarfundi merkti eg sum sagt als einki til nakra ónøgd. Tað var heldur tvørtur ímóti. Vit [...] spennandi, nú eitt mótvalevnið er til formanasvalið í flokkinum, sum verður á landsfundinum fríggjakvøldið.- Eg eri ikki kendur sum tann, ið rennur undan kapping, og eg haldi, at hetta er bara sunt fyri flokkin
mánaði. Hvussu fert tú at halda summarfrítíð? Eg eri ein av teimum, sum avgeri alt í síðstu løtu, so einki er enn avgjørt fyri í summar. Summarfrítíðirnar eru stuttar, tá man spælir fótbólt, men eg vóni tó [...] summarfrítíð er farin framvið, har eg ikki havi verið uttanlands. Eg havi vitjað nógv spennandi støð bæði við familju, vinum og ítróttinum. Plagar tú at ferðast í Føroyum um summarið ? Pápi mín er úr Haldórvík [...] í Evropa alt árið. Bæði í sambandi við kappingar, dystir og legur. Hvat er títt dreymaferðamál? Í løtuni haldi eg at Ný Sæland er ógvuliga áhugavert.
Black Friday er fínasta slag, sjálvt um eg eri greiður yvir, at hetta er eitt innflutt fyribrigdi, og at grundarlagið fyri Black Friday í USA og í Føroyum ikki er tað sama. Men, alt í alt er hetta fínasta [...] fínasta slag, um talan er um reel tilboð - og ikki hatta har við, at prísurin á vørunum verður settur upp nakrar vikur áðrenn og síðan niður aftur á Black Friday. Tað sigur Janus Rein, sum vit hava sett nakrar [...] onkur jólagáva verður keypt? - Ja, avgjørt! Minnist tú okkurt gott keyp Black Friday? - Eg havi einki ítøkiligt í tonkunum, men mær dámar altíð væl eitt gott tilboð, og tí endi eg altíð við at keypa okkurt
av sínum egnu. Teitur er ein vampýrur. Í Sjey dagar í helviti, fylgja vit honum, og síggja hvussu hann snýr seg úr trupulleikunum, sum stinga seg upp, tá onnur varnast at okkurt er galið. Revar vorðnir [...] Skammaradóttrina, Artemis Fowl og Myrkursins Frumevni. Í løtuni er tað stóra breyðið av eini bók, ið liggur á náttborðinum, Twilight. Tað er enn ein bók úr fantasy sjangruni eftir høvundan, Stephanie Meyer [...] nú er tað so vampýrar, hon skrivar um, greiðir mamman frá. Mamman lesur alt, sum Rannvá skrivar. - Eg má siga, at eg gjørdist nakað kløkk, tá eg sá hvat hon skrivaði um, sigur hon flennandi. Einki ð manglar
í starvi hjá kommununi, og haraftrat er so borgarstjórin. - Nú skeiðið nærkast endanum, heldur onkur, at tað hevði verið lættari hjá mær at hildið fram, nú einki er fremmant longur. Men, eg havi tikið mína [...] útbúgvingina. - Eg havi leingi havt áhuga fyri námsfrøðiligari sálarfrøði, og lærdómur er lættur at bera. Hetta er gott at hava í skjáttuni, men nú ætli eg mær ikki at lesa víðari, leggur hon aftrat. Aimé [...] vil í løtuni ikki siga, um hon endar í skúlanum aftur, tá tíðin sum borgarstjórin er lokin hin 1. januar 2021. - Í løtuni er eingin avgerð tikin um, hvussu verður fram eftir, men tað verður í øllum førum
mítt klaver. Hesaferð var tað í Vági, sum jú er tiltikin býur, tá ræður um nýggjárshald. Tað sigur Kim Hansen, ein av okkara kendastu aftan fyri klaverið. - Tað er tó sorgblítt at halda nýggjár uttan konu [...] bæði blíðir og týðir!
Kim Hansen sigur, at fyrr keypti hann nógv fýrverk, men nú verður lítið og einki keypt. Hansara "fýrverk" verður fýrt av gjøgnum fingrar og rødd, sum hann sjálvur tekur til. - Eg [...] old man's" status á facebook.
Kim Hansen sigur, at hann hevur tvey nýggjárslyftir hvørt ár, og tað er IKKI at lata vera við at drekka og IKKI lata vera við at roykja!
heldur ikki nakað av reypa av. Hóast fólkatalið í Gásadali er fáment, er onkur familja við børnum flutt til bygdina seinnu árini, og sjálvur er Karl Mikkelsen so heppin, at hann nú eigur eitt abbabarn í [...] heldur hann, at fossurin er vorðin vakrari og vakrari, sum árini eru gingin, tí nú sæst hann avmyndaður úr øllum sjónarhornum og í øllum hugsandi ljósi og veðri. - Jú, her er vakurt í Gásadali, og tað [...] doyggja út. Nú eru nøkur yngri fólk og børn aftur í bygdini, og alt ger mun, har lítið fólkagrundarlag er frammanundan. Hann vísir á, at tað kemur ein øgilig rúgva at fólki til Gásadals í summarhálvuni. Spurdur
- Ein livandi og savnandi felagsskapur er neyðugur fyri lív og vøkstur. - Hetta er ikki minst neyðugt, um vit skulu halda okkum til endamál okkara, sum er at vekja upp trúarlívið og at menna felagsskap [...] staðbundna arbeiðið er ikki løtuverk, og her átti hvør einstakur limur at geva sítt íkast til hetta. Her er - sum hann tók til - neyðugt at gamlar og nýggjar ósemjur mugu greiðast. Neyðugt er at læra seg at [...] hjá formanninum varð fíggjarstøðan hjá rørsluni eisini lýst og umrødd. Sum víst aðrastaðni í síðuni er fólkið í Heimamissiónini glað at geva til arbeiðið. Annars arbeiðir Heimamissiónin við at orða visjónir
kanska líka nógv er eitt mótmæli móti sitandi stjórn í Fraklandi, sum tað er eitt nei til ES-grundlógina. - Tað er tó einki at ivast í, at talan er um ein kreppu í ES-høpi, tí Frankland er ikki eitthvørt [...] Eidesgaard, at her er støðan heilt greið. - Tað stendur í forfatningini, at hon ikki er galdandi fyri Føroyar, og tí hava vit einki at óttast, sigur Jóannes Eidesgaard. Løgmaður heldur tó, at tað er neyðugt hjá [...] og landið hevur kanska verið tað mest ES-sinnaða landið av øllum limalondunum. Tað er tí einki at ivast í, at tað er eitt øgiligt afturstig fyri tey, sum hava staðið aftan fyri tilgongdina til ES-grundlógina
á, at tað ringasta vit kunnu gera, er einki at gera: - Vit noyðast at eggja hvønn annan, so vit í felag mennast. Um vit einki gera, verður ónøgd og ruðuleiki. Tí er okkara skylda at leggja ætlanir fyri [...] fyri framtíðina. - Visjón 2015 er nú komin fram á borðið, tí vit hava sæð, at vit noyðast at leggja eina nýggja kós fyri tey næstu 10 árini, segði løgmaður og legði afturat, at hóast 9 ár eru til 2015, ber [...] sjálvandi loysa beinanvegin, men samstundis noyðast vit at hugsa langt, tí so vinna vit enn meira. - Hetta er fyrstu ferð nakrantíð, føroyska samfelagið hevur sett seg niður í felag. Øll eru samd um, at Føroyar