- Eg helt nýggjársaftan, sum so mangan áður, á einum palli aftan fyri mítt klaver. Hesaferð var tað í Vági, sum jú er tiltikin býur, tá ræður um nýggjárshald.
Tað sigur Kim Hansen, ein av okkara kendastu aftan fyri klaverið.
- Tað er tó sorgblítt at halda nýggjár uttan konu og børn, men eg havi ein part av míni tónleikafamilju nærindis, og vágbingar vóru bæði blíðir og týðir!
Kim Hansen sigur, at fyrr keypti hann nógv fýrverk, men nú verður lítið og einki keypt. Hansara "fýrverk" verður fýrt av gjøgnum fingrar og rødd, sum hann sjálvur tekur til.
- Eg havi ikki nakra bestu ella keðiligastu uppliving í 2015, men tú lærir við aldrinum at seta prís á tær smáu løturnar. Tað at biða faðirvár og lesa eina søgu á songarstokkinum fyri átta ára gomlu dóttrini, kann verða størri enn man trýr.
Hann vísir eisini á njótandi løtur við ljósspæli í luftini týðliga ein morgun á veg til arbeiðis - ella djúpu løturnar í einsemi við einari væl bryggjaðari øl onkra náttina. Tað at hava vinir og fólk, tú ert góður við og sum eru góð við teg.
- Keðiligar løtur eru helst nógvar av, men tær hava ofta so lítið uppá seg, at tær bara enda sum ein sarkastisk "grumpy old man's" status á facebook.
Kim Hansen sigur, at hann hevur tvey nýggjárslyftir hvørt ár, og tað er IKKI at lata vera við at drekka og IKKI lata vera við at roykja!