Navn: Ása Dam á Neystabø
Bústaður: Tórshavn
Aldur: 20 ár
Starv: Í løtuni arbeiði eg sum hjálparfólk í frítíðarskúlanum í Hoyvík og ítróttavikarur í Eysturskúlanum.
Frítíðarítriv: Hondbólturin og fótbólturin fara við nógvari tíð. Eg royni tó eisini at røkja onkrar av kreativu síðunum, og t.d. dámar mær væl at mála.
Nær fært tú summarfrí í ár?
Summarfrítíðin byrjar seinast í juni mánaði.
Hvussu fert tú at halda summarfrítíð?
Eg eri ein av teimum, sum avgeri alt í síðstu løtu, so einki er enn avgjørt fyri í summar. Summarfrítíðirnar eru stuttar, tá man spælir fótbólt, men eg vóni tó, at tað fer at bera til at fara ein túr uttanlands.
Plagar tú at ferðast uttanlands um summarið?
Ja, mær dámar ógvuliga væl at ferðast. Eg havi altíð ferðast nógv, og eg hugsi ikki, at nøkur summarfrítíð er farin framvið, har eg ikki havi verið uttanlands. Eg havi vitjað nógv spennandi støð bæði við familju, vinum og ítróttinum.
Plagar tú at ferðast í Føroyum um summarið ?
Pápi mín er úr Haldórvík, so eg havi eitt serligt tilknýti til Haldórsvík, har eg eisini havi verið nógv. Annars havi eg eisini ferðast nógv til Bíggjar.
Ferðast tú hinar árstíðirnar?
Ítrótturin hevur givið mær nógvar møguleikar at ferðast í ymsum londum í Evropa alt árið. Bæði í sambandi við kappingar, dystir og legur.
Hvat er títt dreymaferðamál?
Í løtuni haldi eg at Ný Sæland er ógvuliga áhugavert.