Hatta var simpelthen so gott, at hatta mugu tit gera aftur! segði ein av íbúgvunum á Sambýlinum á Bóndaheygi 14, sum hevur verið við til at fyrireika Summarfagnaðin 2002 Uppi í tí hugnaliga kolonihava [...] arbeiðsløtum við stríði og strevi er gott at hava nakað at síggja fram til. Og arbeiðið gevur bert meining, um tað, ið eftir liggur, verður virðismett av øðrum. Hesir tankar gjørdust til eitt umfatandi mentunartiltak [...] tónleiki settu tey rættuligt lív í. Angela Petersen var vertinna, og saman við klovninum Hannibal fingu tey allar smílikullurnar fram. Klaksvíkingurin Karl Martin Samuelsen helt fram við sínum góða, un
maðurin verkfrøðingur. Tey fingu trý børn og ættleiddu eisini eina gentu. Tá Hella og Hilmer bæði hava verið so virkin í arbeiðinum fyri teimum minni mentu, so er tað tí, tey kenna so væl, hvussu hesi menniskju [...] henni í stríðnum at bøta um korini hjá teimum ófullføru. Vit, sum hava funnið vegin til Åsevej í Værløse, vita, at Hella hevði ikki kunnað tikið ímóti so nógvum fólki í sínum heimi, um ikki Hilmer og børnini [...] konugildi, so fara vit á henda hátt at ynskja tær hjartaliga til lukku við 70 ára føðingardegnum tann 27. juni, og vit biðja um Harrans signing yvir teg og tíni og tað arbeiðið, tú gert. Trúgv hava tit verið
báturin gekk væl, men tað var ikki fyrrenn hesa ferð, at vit rættuliga fingu úrslit burturúr. Vóru tit greiðir yvir, tá tit komu á mál, at tit høvdu vunnið? ? Nei, tað vóru vit ikki. Vit roknaðu við, at vit vóru [...] og so fáa vit at síggja, hvussu tað fer at hilnast í samantalda úrslitinum. Um vit skulu verða bestir, so skulu teir, sum í tveimum teimum fyrstu kappingunum vunnu og vóru frammarlaga, ikki fáa so góð [...] leygardag vórðu teir kolldømdir. Teir komu næstfyrstir á mál, men teir fingu einki stig. Undir róðrinum fingu teir tvey gul kort, og harvið fingu teir reytt kort og vórðu sjúgvaðir úr kappingini. Tað var ein orduligur
varði fyri tykkum øll.Tit hava í fleiri ár havt hendan varðan í eygsjón. Hann segði eisini, at tað vildi so vera, at úrtøkan hjá teimum ymsu næmingunum hevði verið ymisk. Men so endurgav hann danska b [...] á Studentaskúlanum í suðuroy, 16 á málsligu deild og 18 á matematisku deild. Teir 34 studentarnir fingu prógvini handað á samkomu í skúlanum seinnapartin mikudagin, har Mads Winther, skúlastjóri á stud [...] mær dámar, sum hava rættindi. ì veruleikanum er grundhugtakið í fólkaræðinum, attað er uttan týdning, um tú ert samdur við mínum raðfestingum, mínari trúgv, ella politisku hugsan. Tú hevur kortini somu rættindi
Eysturríki, sum vakti miklan ans í fótbótlsheiminum. Men um so er at vit skulu hava vón um eitt heiðurligt úrslit móti Týsklandi um tríggjar mánaðir, so má okkara landslið skjótast tilber fara undir intensiva [...] hóast øll hagtøl og allur logikkur sigur okkum, at vit kunnu fáa stórtap í slíkum dysti, so livir alla tíðina vónin um at kunna skapa eina Senegalesiska sensatión, sum tá hetta liðið vann á heimsmeistarunum [...] tikið í nýtslu fríggjakvøldið. Eins og fótbólturin hevur nógv at siga fyri mong av okkum, so hevur mentanin tað so sanniliga eisini fyri mong onnur. Við nýggja mentanarhúsinum hevur ikki bert Fuglafjørður
1000 metrum. Um tað eydnast, so fara vit at vinna FM. Vit fara at leggja alt tað í, sum vit eiga, men um tað fer at røkka til sigur í Miðvági og á ólavsøku, tað fáa vit at síggja. Kappingin er so sera jøvn [...] havt gjørt. Men tað gjørdu tit hesa ferð, nú tit vóru eina bátslongd undan hinum? ? Vt hava onkra ferðina havt ringar royndir í Vági, har málið vísir so skeivt. Eitt árið hildu vit okkum hava vunnið, men [...] plagar at vera. Eingin ivi var um, at vestmenningar vóru teir stinnastu hesa ferð. Spurningurin er so, hvussu tað fer at hilnast í Miðvági og á ólavsøku. Spenningurin er í hvussu so er størri, enn hann hevur
undirtroyggju, troyggju jakka húgvu og vøttum, so manglaði nakað. Eg frysti nakað so grúsomt um beinini og knappliga kom eg í tankar um, at alt prátið um ullintar undirbuksur áðrenn fráferðina heiman, [...] yvir landið, so einki var at síggja, og fyri tað næsta, so snaraði flogskiparin í ein útnyrðing til havs, so skjótt sum vit vóru komin norður um Tróndheim. Hesar reglur eru skrivaðar á fartelduni umborð [...] eg meg upp, og spurdi hana um hon ofta hevði verið á Svalbard. ?Ja? svaraði hon stutt og læs víðari. So kom vognurin við náttúrðanum. Her reyk so deiligt av hvítleiki. Vit fingu búff og grateng og reyðb
einum sosialdemokrati úr svítjóð at fara í takholt við. Um teir skilja føroysku fólkasálina betri enn aðrir er ilt at meta um. Hava verið lítið um okkara vegir. Ein var tó, ið kallaðist Rundwall. Búði í [...] lítið av hesum danska malsjónskni, segði tá tey kendu orðini: "Tá er ikki nógv at gera. So mega tit bara bíða haðartil tit eru fræls tjóð við teimum rættindum ið hartil hoyra." Øðin spann í danir, og tað hoyrdist [...] niður aftur og ketilsdraktin smoygd um herðarnar. Tá man fara at grógva um gangandi fót hjá politiska frælsinum í Føroyum. Alt kann nú henda. Spenningurin økist. Um hann roytir teir út av bolverkinum,
og hvítusunnu, so síggja vit tíðiliga Guðs frelsuætlan við mannaættini. Jólini, tá vit hoyra jólaboðskapin um tað lítla barnið í krubbuni í fjósinum í Betlehem, páskirnar, tá vit hoyra um Jesu líðing, deyða [...] at tað vóru røddir frammi um, at teir vóru druknir av søtum víni. Tá steig Pætur fram saman við hinum ellivu, hevði upp rødd sína og mælti til teirra: »Tit, jødar, og allir tit, sum búgva í Jerúsalem, hetta [...] stykkið, hvussu hevur tú tað mótvegis Jesusi. Um tú ikki, eins og Saul, søkir at teimum kristnu, so er tað tó neyðugt, at tú letur hann broyta títt lív, um tú ikki hevur gjørt tað áður. Jesus hevur brúk
Týsdagin var so nógv fólk úti í Svínoy sum helst ong-antíð áður í søguni. Másin sigldi úr Hvannasundi sum vant um níggju tíðina. Skjótt var báturin fullur og tey, sum ikki sluppu við henda túrin, máttu [...] turran munn, men fingu ein bita uttanfyri. Tey, sum komu fyrrapartin, vórðu øll bjóðaði í Yvirstovu, barnaheimið hjá Mallu, til morgunmatar. Eisini har sótu nógv fólk uttanfyri og fingu sær ein drekkamunn [...] segði nøkur orð um mammu sína. Hann segði, at tað fyrsta mamma teirra hevði lært teir, var at siga takk fyri alt. Í bønini takkaði Bjarni fyri, at tey vóru sloppin at hava mammu teirra so leingi. Fyrstur