samlast, kann ikki sigast frá í orðum. Hansara ídni, kærleiki, trúfesti og áhaldni hevur verið við til at borið samkomuna øll hesi árini. Hans vildi altíð taka teir góðu eginleikarnar fram hjá øðrum, var [...] dugdi so sera væl at fáa øll at føla seg virðismett, var arbeiðssamur sum fáur. Fyri 9 árum síðan giftist ein dóttir okkara við yngsta soni Hans og Oddvør. Tá kom eg at kenna, hvussu dýrabar Oddvør og familjan [...] Teir síðstu 5 dagarnar kom Hans at liggja á Landssjúkrahúsinum. Tá sást, hvussu tætt knýttur Hans var til Oddvør, tí hann vildi hava hana um seg alla tíðina. Tær síðstu næturnar í náttarvøku sat Hans og yrkti
sjálvur at taka til, at hann er føddur “gentlemaður”, tí hon kom fyrst. Foreldrini vóru Óli Horn úr Haldórsvík og Jóhanna Horn úr Vági. Pápin doyði longu, tá Kári var 11 ára gamal. Hugin til sjólívið fekk [...] sjólívið. Og longu sum smádrongur helt hann heldur til á bryggjuni, millum sildatunnur og gággurúsur, enn í skúlanum. 15 ára gamal fór hann fyrstu ferð til skips við Saint Jack, sum bróðurin Páll førdi. Páll [...] kann verða onkur góð søga frá siglingstíðini á nær- og fjarleiðum, ella bara okkurt sum rennur honum til hugs. Og glaðari og fróðari persón hittir tú ikki á hvørjum horni. Tí verður saknurin eisini stórur
Í morgin leygardagin verður Ebba Ziska í Havn 90 ár. Ebba er ættað av Húsum og giftist við Marius Ziska í Havn. Eg havi havt tað eydnu at kenna Ebbu í mong ár. Tað kann sigast, at hon er ein tann elsti [...] er ótrúliga skilagóð, og er nakað sum hevur samband við Húsar ella Geila-ættina í Havn, sum hon giftist inn í, so er bara at fara inn at spyrja Ebbu, og altíð fylgir ein drekkamunnur við! Lívið hevur ikki [...] og Suna helt Ebba fram við prentsmiðjuni, og tað var fast hjá henni í mong ár at prenta serviettar til brúdleyp og konfirmatiónir. Teirra heim í Bøkjarabrekku gjørdist ein talvklekingarmiðdepil. Synirnir
lukkuligt, um vit vóru longri úti enn til klokkan 10 á kvøldi. Hetta hevði Grøn ásett. Tá var ikki so lætt at ferðast sum nú. Pápi var burtur, og abbi kom við mær til Kvívíkar til gongu. Tá máttu vera tvær kon [...] 18 ár, áðrenn eg fór til Havnar. Tá fór eg til Katrinu, dóttir Zakaris í Garði, at hjálpa til í húsinum. Hon var gift við Jógvan Post. Hann var sonur Petur Snikk og Andreu í Borgarastovu. Har var eg so [...] stóran part av tíðini. Har kom Verland Johansen, sum giftist við Ebbu. Ein, sum eisini kom saman við øðrum, var Stig Rasmussen, sum seinni giftist til Gøtu. Hetta man hava verið “Goggan”, sum hevur vant
hava Jacobsen til eftirnavn, men av tí, at tað vóru so nógv, sum itu Jacobsen, so tók hann tað gamla navnið Kjærbo afturat. So var tað ein annar beiggi langabba mín úr Noregi. Hann giftist til Sumbiar, og [...] í tunnur og koyrt út til vatnbrunnarnar undir Gráasteini, har eini hús vórðu bygd til endamálið. Valdemar Lützen var rættiliga skjótur at fáa sær lastbil at koyra við koli út til kundarnar. Tá kom eg [...] smáu børnini dugdu ikki at siga Adolf, so tað gjørdist til Addaba. Tá ið foreldur míni fingu eitt barn afturat, tóku omma og abbi mín meg oman til teirra á Húsabrúgv, og so búði eg í tí húsinum, beint
skrivar portalurin. Asbjørn Magnussen er 70 ára gamal. Hann giftist til Lopra, har hann búði í fleiri ár, men fyri 30 árum síðan flutti familjan til Hirtshals, har Asbjørn hevur fingist við uppisjóvarfiskiskap
1977-1979 og í 1981. Hann arbeiddi sum brandmaður til 1994, tó við undantaki av árunum 1983 til 1988, tá ið hann starvaðist hjá býráðnum. Hann var leysur brandmaður til 2007 og var sostatt knýttur at brandstøðini [...] frá 1984 til 1990. Hetta starvið røkti babba, til hann 67 ára gamal valdi at gevast. Enn hevur hann tó samband við Politistøðina, tí hann hjálpir við onkrum smávegis arbeiði. Babba giftist 9. januar 1965 [...] sum tá var í útjaðaranum í Havn. Har búðu tey, til tey bygdu í Kaldbak í 1981. Har var støðgurin tó ikki so drúgvur. Longu í 1988 fluttu tey aftur til Havnar, hesaferð út á Teig. Síðani 2004 hava tey
klokkan gekk nógv til midnátt. Eg gjørdist bangin um tær og mátti tískil niðan til Sagga at greiða frá støðuni. Hann var tá farin í song, men kom upp aftur. Mamma hansara Kristina var eisini til neyta. Sagga [...] fyrst tað bara vera ein vanligan mann. Tá ið hesin kom til Petur, tók tann fremmandi so hart í hann, at hann skræddi buksurnar av Peturi frá ovast til niðast. Tá signaði Petur seg, og beinanvegin vendi [...] torvi við hestavogninum. Hetta var ein stórur lætti í mun til tað vanliga at bera torv í leypi. Kúluspik av hvali varð annars eisini nýtt til brenni. Um komfýrurin varð reinsaður ofta bilaði ikki við
í Vági. Systkini høvdu Danielsen til eftirnavn til 1934, tá tey skiftu til Gunnarsson. Eigil var sum ungur til skips við pápanum sum skipara, og í 1940 flutti hann til Havnar, har hýruvognskoyring bleiv [...] aldur, dámdi honum væl at koma út millum fólk. Hann koyrdi bil, til fáar dagar áðrenn hann andaðist, eins og hann kom til ymisk tiltøk og til møtir í Ebenezer og í Lívdini. Honum dámdi eisini væl at ganga [...] stovnarunum av P/F Taxa í 1952, sum í 1955 skifti navn til P/F Auto. Hann var fyrsti nevndarformaður á støðini og sat í nevndini í mong ár. Hann koyrdi í Auto, til hann var 76 ára gamal í 1996, við undantak av
at koma til Føroyar at vitja og sleppa at práta við teg. Hann føldi tað ofta sum at tit vóru javngamlir, tí tú vart so ungur í sinninum. Abbabørnini hevði tú ein serligan tokka til, ikki minst til Linn, [...] nógvir av okkara tonkum eru farnir til tín og saknin eftir tær. Eina viku áðrenn tú doyði. høvdu vit øll verið samlaði jólaaftan í Rituvík hjá tær og mammu. Tú vart uppi til síðsta mann og hugnaði tær óført [...] so sera hugnalig og stuttlig at verða saman við, altíð við tí góða orðinum og sera positiv. Tú giftist við mammu, Fríðbjørg, fødd Joensen av Hvítanesi í 1953 og tit fingu 8 børn, harav eg var yngsta