Í morgin leygardagin verður Ebba Ziska í Havn 90 ár. Ebba er ættað av Húsum og giftist við Marius Ziska í Havn. Eg havi havt tað eydnu at kenna Ebbu í mong ár. Tað kann sigast, at hon er ein tann elsti unglingurin, sum eg kenni.
Hóast sín aldur á pappírinum er hon so ung í sinni sum nakar. Hon er ótrúliga skilagóð, og er nakað sum hevur samband við Húsar ella Geila-ættina í Havn, sum hon giftist inn í, so er bara at fara inn at spyrja Ebbu, og altíð fylgir ein drekkamunnur við!
Lívið hevur ikki bert verið ein dansur á rósum. Marius, sum var prentari, doyði ungur. Men Ebba fall ikki í fátt. Saman við Bjarka og Suna helt Ebba fram við prentsmiðjuni, og tað var fast hjá henni í mong ár at prenta serviettar til brúdleyp og konfirmatiónir.
Teirra heim í Bøkjarabrekku gjørdist ein talvklekingarmiðdepil. Synirnir hava góð evni í so máta. Og hjá Ebbu var altíð opið hús. Har komu vinirnir hjá synunum inn at telva. Teir sótu í øllum krókum í húsinum, meðan Ebba hjúklaði um teir. Ùrslitið er eisini sjónligt. Eitt av teimum er ommusonurin Helgi Dam Ziska, ein av okkara fremstu telvarum.
Ebba og Marius fingu átta børn. Fleiri teirra búgva í Danmark. Men tað forðar ikki Ebbu. Hon er á hvørjum ári í Danmark og vitjar síni børn, ommubørn og langommubørn, eins og tey vitja hana í Føroyum, og tá stendur hon á høvdinum fyri teimum.
Góða Ebba. Hjartaliga tillukku við teimum 90 árunum, sum ikki síggjast á tær, og takk fyri vinskap í mong ár.
------------
Óli