Asbjørn Magnussen, sum er ættaður úr Sandavági, men búsitandi í Hirtshals, hevur sambært sandportal.fo keypt stóra danska nóta-og trolskipið, Gitte Henning, sum vit síggja her á myndini.
- Tað sigst, at Gitte Henning hevur eitt kvotuvirði á 600 miljónir krónur, skrivar portalurin.
Asbjørn Magnussen er 70 ára gamal. Hann giftist til Lopra, har hann búði í fleiri ár, men fyri 30 árum síðan flutti familjan til Hirtshals, har Asbjørn hevur fingist við uppisjóvarfiskiskap, og sambært sandportal.fo hevur gingist væl hjá honum.
Áðrenn Asbjørn Magnussen flutti úr Føroyum, sigldi hann við skipunum hjá Jákupi í Lopra.










