Kendur skipari 70 ár !

Mánadagin 23. januar verður Kári Horn 70 ár, og fer tí frá sum tænastumaður á MRCC Tórshavn, har hann hevur tænt síðan MRCC Tórshavn varð sett á stovn.
Kári er føddur og uppvaksin sum tvíburði í Vági. Hann var yngstur í einum systkinaflokki av 5, Páll, Egil, Jógvan, tvíburðasystirin Turið og Kári. Hann plagar sjálvur at taka til, at hann er føddur “gentlemaður”, tí hon kom fyrst. Foreldrini vóru Óli Horn úr Haldórsvík og Jóhanna Horn úr Vági. Pápin doyði longu, tá Kári var 11 ára gamal. Hugin til sjólívið fekk hann inn við móðurmjólkini, tí hann varð føddur inn í eitt reiðaravirkið, har hann frá barnsbeini hoyrdi og lærdi um sjólívið. Og longu sum smádrongur helt hann heldur til á bryggjuni, millum sildatunnur og gággurúsur, enn í skúlanum. 15 ára gamal fór hann fyrstu ferð til skips við Saint Jack, sum bróðurin Páll førdi. Páll man hava verið góður lærumeistari, tí Kári fekk hug at føra skip sjálvur. Hann tók prógv sum skipsførari í Havn í 1965 og fór út at sigla við Mærsk. Har sigldi hann í nøkur ár sum stýrimaður, seinni gjørdist hann skipari hjá reiðarínum Otto Danielsen, har hann starvaðist í fleiri ár. Eisini sigldi hann eitt stutt tíðarskeið við Smyrli í uttanlandssigling. Í 1983 fór Kári í Vaktar- og Bjargingartænastuna, sum stýrimaður á Tjaldrinum. Seinni gjørdist hann skipari á Tjaldrinum og á Ólavi Halga.
Tá MRCC Tórshavn skuldi setast á stovn í 2002, var tað heilt natúrligt at Kári, sum hevði drúgt og gott innlit í sjóbjarging, varð ein av teimum, sum kom at seta sín dám á henda nýggja stovn. Og ikki kann sigast annað enn, at hansara partur liggur ikki eftir, nú hann fer úr hesum ábyrgdarfulla starvi fyri aldur. Betri arbeiðsfelagi finst neyvan, tí sum menniskja er hann heilt framúr. Langar og drúgvar vaktir gerast stuttar saman við Kára, tí hann hevur altíð eitt ella annað at undirhalda við. Tað kann verða onkur góð søga frá siglingstíðini á nær- og fjarleiðum, ella bara okkurt sum rennur honum til hugs. Og glaðari og fróðari persón hittir tú ikki á hvørjum horni. Tí verður saknurin eisini stórur, nú hann leggur frá sær.
Familjukærur er hann sum fáur, men tað hevur kanska eisini sínar góðu orsøkir, tí hann var at kalla eldri áðrenn hann fann sær konu. Kári giftist í 1977 við Annu á Reynatúgvu av Sandi, og tey búsettust har. Børnini eru Ada, Elin, Hanna og Ólavur, og abbabørnini eru 6 í tali, og sjálvandi er Kári eisini uppkallaður. Vit fara at nýta høvið at takka fyri sera gott samstarv hesi árini, og ynskja eitt gott og langt lívskvøld.
Í samband við at Kári fer úr starvi, verður móttøka á MRCC Tórshavn Tinghúsvegur 64, har fyrrverandi og núverandi starvsfelagar, familja og kenningar eru hjartaliga vælkomin til ein kaffimunn.
----------------
Manningin á MRCC/Tórshavnradio