optión og fara upp til 22%. Graham Stewart upplýsir, at arbeiðið við at leggja til rættis hesa partabrævahækkan hevur verið spennandi men ikki uttan trupulleikar, av tí at føroysk og ensk fíggjar- og lóg [...] partapeningi. Síðsta hond varð løgd á fyrireikingarnar, og alt var klárt; men fíggjarmarknaðurin var sum lammaður eftir hendingarnar tann 11. september, so eftir ráðum frá serfrøðingum á økinum varð avgjørt at [...] Oljufelag og partapeningur Tað er ikki bert úti í tí stóru verð, at hendingarnar í New York tann 11. september hava havt sína ávirkan. Í sambandi við verkætlaninar, sum Føroya Kolvetni hevur saman við
spælt nógv saman. Í ár eru tær lidnar á skúlanum og liva nú tónleikadreymin út, og tað gera tær væl. Uttan smædni og við eini ótrúliga vælupplagdari og charmerandi framførslu megnaðu tey trý at geva [...] sum fekk áhoyrararnar at smíla og kenna seg væl undirhildnar bæði so og so. Tað feitasta! – Hetta var tað feitasta, segði ein glaður og sveittur, Heini Gilstón Corfits eftir framførsluna hjá The Dreams í [...] vit betur fólkið, komu nærri at teimum, og á henda hátt bleiv stemningurin betur og samskiftið við áskoðararnar nógv betur og tættari, greiður Heini frá. - Og tað var sanniliga góður stemningur frá byrjan
spælt nógv saman. Í ár eru tær lidnar á skúlanum og liva nú tónleikadreymin út, og tað gera tær væl. Uttan smædni og við eini ótrúliga vælupplagdari og charmerandi framførslu megnaðu tey trý at geva teim [...] sum fekk áhoyrararnar at smíla og kenna seg væl undirhildnar bæði so og so. Tað feitasta! - Hetta var tað feitasta, segði ein glaður og sveittur, Heini Gilstón Corfits eftir framførsluna hjá The Dreams í [...] føldu vit betur fólkið, komu nærri at teimum, og á henda hátt bleiv stemningurin betur og samskiftið við áskoðararnar nógv betur og tættari, greiður Heini frá. - Og tað var sanniliga góður stemningur frá byrjan
enn hjá okkum." Og hví man tað vera? Jú, grannalond okkara hava fyrst móðurmálið og síðani enskt sum fyrsta fremmandamál. Vit hava føroyskt og danskt (næstan á jøvnum føti) og síðani enskt sum 3. mál. Ein [...] 11- tøl í føroyskum, donskum og enskum (tilvildarlig ár). Allar Føroyar Stílur (10. flokkur). Føroyskt: 4 11-tølEnskt: 16 11-tølDanskt: 23 11-tøl Fyrisøgn (9. flokkur). Føroyskt: 15 11- tøl Danskt: 69 11- [...] um byrjað verður við enskum í 3. flokki." Stutt og greitt! Jú, tað er vist, at tað fer, um tit ætla at hava bæði enskt og danskt í 3. flokki! Stutt og greitt! Uppskot. Vit flyta danskt úr 3. upp í 4.
báðir bæði blíðir og fyrikomandi, og uppi á rúmligu brúnni fingu vit bæði kaffi og køkur. Hesa løtuna var Norrøna á opnum havi, og tí vóru stundir til áhugavert prát. Ferðin lá millum 18 og 19 sjómíl um tíman [...] danir, norðmenn og sviar. - Øll skulu duga enskt og í minsta lagi eitt sindur av skandinaviskum. Fólk, sum ikki duga nakað av skandinaviskum, fáa høvi at fara á skeið á Føroya Sjómansskúla, og her skulu tey [...] tímar, og tá eru stundir til neyðugu venjingarnar. - Trygdarvenjingar eru neyðugar, tí manningin skiftir alla tíðina. Vanliga eru fólk umborð fýra vikur í senn, og soleiðis fer onkur í land – og onnur kemur
lívsins kvøld, og væntandi er ikki nógv eftir. Men orsakað av tí lívi, hann hevur livað, fer Tutu at liva víðari. Arbeiðið, hugsjónir og avrik hansara hava verið við at skapa og mynda heimssøguna, og umboðar [...] Desmond Tutu, og lógvabrestirnir fyltu aftur salin. Eftir drúgt stríð og nógv blóð eydnaðist tað stóra meirilutanum av svørtu íbúgvunum í Suðurafrika fyrst í nítiárunum at vinna frælsi, og í hesi yvirgongd [...] hann stríðist við krabbamein og ferðir hansara kring heimin eru farnar at fækkast. Takkaði Norðurlondum Eftir stutta introduktión fekk lítli maðurin við stóra hjartanum orðið, og leitaðu hugsanir hansara fyrst
oman á Runding aftur. Aftur til Danmarkar Í 1945 er so aftur samband við Danmark, og tey flyta heimaftur. Pápin var eftir at rigga arbeiðið av, men mamman og børnini fara avstað við Bussard, sum tá var [...] reiðrinum og fór út til bretsku hermenninar, sum húsaðust við gamla landsbókasavnið at lata teimum. Aftur fyri fingu tey sukurlátu og annað forkunnugt góðgæti. Hetta var í sær sjálvum sera spennandi, og tað [...] luftverjukanónum og neyðlendi á Gøtuvík. Serliga atsóknin at oljutangunum gjørdi tað ov ótrygt at búgva á Rundingi, og tey komu tá eina tíð at búgva hjá Heina Clementsen, ættaður av Skarvanesi, og sum búði í
av hesi orsøk skuldu bæði norska og danska grundlógin verið vístar burtur sum ólógligar og stríðandi móti Kongalógini. Tó er bæði danska og norska grundlógin samtyktar, og verður tað ofta víst á, um eitthvørt [...] legitima føroyska fólkaviljan. Vaksandi føroyskt fullveldi og føroysk ábyrgd Stórveldini byrja at fáa áhuga í Føroyum aftur, kríggj herjar í hjartanum í Evropa, og møgulig hørð revsitiltøk fara at verða [...] týdning í uttanríkis-, verju- og trygdarhøpi, og er hetta nakað sum NATO leggur stóran dent á. Føroyar hava ( vegna strategisku staðsetingini ) stóran týdning fyri USA og hennara vesteuropeisku sameindu
seg gera. Børn og ung í hópatali megna ikki at koma í skúla í drúgv tíðarskeið, og hetta hevur stórar avleiðingar fyri bæði heimið og skúlan. Pætur Zachariasson leitar eftir orsøkini, og ein niðurstøða [...] Djurhuus Christiansen og Ann Sølvia Selmarsdóttir Purkhús, hvussu verkætlanin verður skipað. Brennievni til tøknina, sum vitlíkið er grundað á, er fyri tað mesta at finna í bókum og tekstum – og tí er grundarlagið [...] umstøðurnar og umhvørvið, sum barnið gerst partur av í skúlanum. Rognkelsi verða brúkt til at minka um laksalús í aliringum. Rognkelsini gera størri nyttu, tess betri umstøður tey hava, og Ása Johannesen
hendilsskipum og smugglarar. Úrslitið varð, at flestu havnarfólk - og helst aðrir føroyingar við - skiltu og talaðu hampiligt enskt fleiri ár aftan á, at handilin læt aftur. Og fleiri ensk og onnur orð komu [...] »fuss« og »fussa« úr enskum »fuss«; »lubbi« og »lubbutur« frá »lubber«; »stumbla« og »stumbul« úr enskum »stumble«; »trupul« og »trupulleiki«, seinna við eftirfestinum »-leiki«, úr enskum »trouble«, og so [...] 1940 til 1945, flestir teirra í Vágunum og í Havn, men eisini á Tvøroyri, á Skálafjørðinum og aðrastaðni í landinum. Yvirhøvur vóru sera góð viðurskifti millum føroyingar og bretarnar, samskiftið og samstarvið