Høvuðsdentur varð lagdur á, hvørji endamálini eru fyri at fáa evsta vald og ábyrgd av landinum. Lyklaorðini í gongdini eru: Fólkaræði, ábyrgd, stabilitetur og fleksibilitetur (á enskum: democracy, resp [...] víðari, at hann legði dent á, at høvuðsfortreytin fyri, at Føroyar kunnu taka av teimum stóru avbjóðingum, sum eru í komandi øld, er, at vit hava fulla ábyrgd av landinum og fult ræði á okkara viðurskiftum við [...] framleiða og at vit í 80?unum harafturat læntu okkum á ørmundarhús, við ræðuligum sosialum og mentanarligum avleiðingum. Landsstýrismaðurin vísti eisini á, at vit mugu fáa ábyrgdarkarmarnar fastar til tess
tí luttøkan fór at vera eitt sindur avmarkað av hesum. Og tó. Hóast leikt varð á 14 borðtennisborðum í báðum hallunum á Eysturskúlanum, so tók tað kortini einar 4-5 tímar at avgreiða kappingarnar millum [...] Dann Thorleifsson, Tór 2. Eyðun Jacobsen, B68 3. Christian Aakjær, Tór Unglingar, tvímansleikur: 1. Dann Thorleifsson og Martin Olsen, Tór 2. Jóhan Dávur Højgaard og Eyðun Jacobsen, B68 3. Christian Aakjær [...] av teimum hægru deildunum. BTSF ivast tó ikki í, at undirtøkan verður størri, so hvørt tað líður út á veturin. Úrslitini vóru hesi: Pinkur, einmansleikur: 1. Rakul V. Magnussen, Streymur 2. Marin í Dali
er ongin peningastovnur uppá nakran máta knýttur at ætlanini at gera olju-útgerðarhavn á Sundi. Poul Mohr stjóri á Tórshavnar Skipasmiðju er rættiliga argur inn tað, sum Hendrik Old, løgtingsmaður, førdi [...] føroyskt oljufelag fyri at stuðla, at oljuhavnin verður á Sundi. Blanda alt saman Hetta er heilt burturvið, sigur Poul Mohr í Havn. Hann er stjóri á Tórshavnar Skipasmiðju. Og tað er skipasmiðjan og stóra [...] talu um at gera eina útgerðarhavn á Sundi. Men Poul Mohr er eisini nevndarlimur í Atlantskolvetni. ? Atlantskolvetni er eitt oljufelag sum púra onki hevur við Sund á gera. Og hetta er oljufelag, sum er
tykkum at tikið upp, er konsertmøguleikar hjá okkum ungu, 15-18 ára gomlu. Eg veit ikki hvussu tað er á bygd, so nú tosi eg bara um Havnina. Tann 11. september varð hildin ein konsert í Badmintonhøllini. [...] Hjarnum, men eftir sum at tað er so sjálvdan, at kosert verður hildin, so fóru eg og nógv onnur við á konsertina. Tá eg kom niðan fekk eg at vita, at tað kostaði 150 kr. at sleppa inn. No way fór eg at [...] haldi bara eisini, at tit kundu roynt at gjørt meira við tey evni, sum sjáldan verður tosað um her á landi. Eitt fínt dømi um eina slíka grein, var tá tit skrivaðu um piratkopiering. Eg saknaði gott nokk
er tað sama. Av hesari grund hevði hon ikki í dag lagt virkið við Gjógv. Eyðun Antoniussen greiddi frá AWI-boats í Runavík. Eyðun segði, at man ikki skal fara í verk sum ígongdsetari fyri penganna skyld [...] háteknologiskar verkætlanir. Hann vísti á, at onki stórt virkið er komið í Danmark eftir 2. heimsbardaga, sum einsamalt hevur ávirkað BNP. Somuleiðis vísti hann á, at hugskot mennast, har menniskjur møtast [...] Business Game kappingin tykist vera komin fyri at vera. Leygadagin varð skipað fyri EBG-kveikjaradegi á Kambsdali, har vinnulívsfólk greiddu frá teirra royndum. Vit endurgeva heimasíðuna hjá Vinnuhúsinum:
so væl umtókt, at hon tvær vikur á rað hevur ligið á ovastu rók á almenna danska hittlistanum. Tær hava selt fleiri enn 60.000 eintøk upp á tveir mánaðir, og eingin á danska tónleikamarknaðinum kann standa [...] Eyðun Klakkstein Tvær ungar gentur, sum eru búsitandi í Norðurjútlandi, hava tikið alt Danmark á bóli. Undir navninum Creamy hava tær útgivið eina fløgu við barnsangum í nýggjum og nútímans búna, og fløgan [...] Scorpions mugu taka til takkar við plássum aftanfyri tær báðar genturnar á danska hitlistanum. Fingu sjálvar hugskotið Hugskotið, sum birtist á einum gentukamari í norðurjútlandi ein keðiligan seinnapart fyri
Eyðun Klakkstein Jan Allan Muller hevur gjørt enda á sínari karrieru sum fótbóltsspælari. Hann hevur avgjørt at gevast sum spælari beinanvegin, hóast hann hevði hálvt ár eftir av sáttmála sínum við Svendborg [...] tað, so fer tað altíð at verða sum amatørur og á lægri støði. Jan Allan fer tó at halda fram í Svendborg, men nú verður tað sum venjari. Hann skal standa á odda fyri junior-liðnum hjá Svendborg, sum spælir [...] sáttmála Jan Allan Muller hevur eina hendingaríka og spennandi karrieru aftanfyri seg. Eftir at hava spælt á 1. liði í VB síðani 1986, fór hann í 1991 til Hollands, har hann gjørdi sáttmálaspælari Go Ahead Eagles
Tað hoyrist aftur á plátuni, at upptøkurnar vóru gjørdar í einum serligum anda. Lagið var gott, spontaniteturin var eyðkendur, og tað hevði týdning, at stemningar komu við á upptøkurnar. Á fyrstu plátuni [...] heldur Eyðun Nolsøe. Og tá Frændur var úti og spældi, var Hanus eisini ein rættiligur skansi á pallinum. Í 1984, meðan upptøkurnar til Saman við tær vóru í gongd, spældu Steintór, Hanus og Eyðun til eina [...] føroyska, sum kom á fløgu, og ljóðgóðskan var í topp. Sangirnir vóru frálíkir, og innspælingarnar, sum Óli Poulsen stýrdi, vóru framúr frá byrjan til enda. Eyðun Nolsøe hevði ein sentralan leiklut á hesi útgávuni
Rógva á Rógvu, sum aftanfyri trummurnar vísti smittandi entusiasmu. Og serliga sunnudagin var avrikið hjá nógvu fólkunum á pallinum sannførandi. Alt sat, sum tað skuldi. Bæði kvøldini sluppu tey á pallinum [...] intenst og veruligt. Sum at stara í andlitið á teimum, sum fyri 10 árum síðani koyrdi Berlin-múrin um koll. Trygt Brot og vandasker var seinasti sangurin á skránni, og tað var eitt frálíkt punktum. Tónasetarin [...] Berlin-múrurin fall, var múrurin millum føroyskan rock og symfoniskan tónleik brotin niður. Hetta hendi á stórfingnu konsertunum hjá Frændur og Føroya Symfoniorkestri í vikuskiftinum. Symfonikarnir fingu Korg
oljuvinnu. Fleiri av virkjunum, sum eisini hava verið við á oljumessum, leggja minst líka stóran dent á at seta krøv til sín sjálvs sum at leggja dent á, at politikkurin hjá tí almenna skal lyfta tey um lúnningina [...] Jan Müller Nú leggja tey í Oljumálastýrinum seinastu hond á tilfarið til 1. útbjóðing, sum landsstýrismaðurinn í oljumálum, Eyðun Elttør fer at fáa handað fyrst í hesi viku. Sosialurin skilur, at í hesum [...] okkurt. Teir flestu teigarnir eru í fyrrverandi Hvítsonuni. Nakað er inni á landgrunninum, men tað mesta liggur tó frá 500 metrum og út á djúpri vatn. Í landssynningshorninum av Føroyaøkinum kann verða upp til