Føroysk genta ársins stjørnuskot í Danmark

Eftir stuttari tíð er føroyska Rannvá Joensen blivin tónleikastjørna í Danmark. Poppduoin Creamy, har Rannvá er onnur helvtin, liggur ovast á hitlistunum í Danmark, og bólkurin hevur selt metstórt tal av fløgum

Eyðun Klakkstein


Tvær ungar gentur, sum eru búsitandi í Norðurjútlandi, hava tikið alt Danmark á bóli.

Undir navninum Creamy hava tær útgivið eina fløgu við barnsangum í nýggjum og nútímans búna, og fløgan er vorðin so væl umtókt, at hon tvær vikur á rað hevur ligið á ovastu rók á almenna danska hittlistanum.

Tær hava selt fleiri enn 60.000 eintøk upp á tveir mánaðir, og eingin á danska tónleikamarknaðinum kann standa teimum kurl.

- Eg væntaði frammanundan, at vit kundu selja nógvar fløgur, men at tað fór at ganga so skjótt fyri seg, hevði eingin droymt um, sigur Andreas Mathew, sum er umboðsmaður hjá Creamy.

Stórseljandi nøvn sum Sting, Boyzone, Flemming Bamse Jørgensen, Eric Clapton og Scorpions mugu taka til takkar við plássum aftanfyri tær báðar genturnar á danska hitlistanum.


Fingu sjálvar hugskotið

Hugskotið, sum birtist á einum gentukamari í norðurjútlandi ein keðiligan seinnapart fyri nøkrum mánaðum síðani, er nú vorðið til best seljandi fløguna í Danmark. Ein succes í milliónaflokkinum, har ein føroysk genta er týðandi partur av tí heila.

Rannvá Joensen er 13 ára gomul og býr saman við føroysku foreldrum sínum í Aalborg. Hon er dóttir Godtfred og Anni Joensen, sum búðu í Saltnesi, áðrenn tey fluttu til Danmarkar í 1990.

Rannvá mannar saman við Rebekku Mathew, sum er úr Hirtshals, bólkin Creamy. Tær báðar javngomlu vinkonurnar hava áður sungið saman í andaliga poppbólkinum KOPP, sum var í Føroyum og framførdi fyri tveimum árum síðani.

Hesin bólkurin er ikki til longur, men Rannvá og Rebekka hava hildið nógv saman, og fyri stuttari tíð síðani fingu tær hugskotið at innspæla ein fløgu við kendum donskum barnasangum. Men tað skuldi ikki verða ein vanliga barnafløga, tað skuldi verða ein sukursøt poppfløga við øllum tí, sum ein slík skal innihalda.

Sangirnir eru vælkendir í Danmark ? Fra Engeland til Skotland, Min kat den danser tango, Jeg er en glad lille cowboy, Æblemand ? men nú ljóða teir sum vælproduseraðir poppsangir, soleiðis sum Aqua, Soap og líknandi bólkar plaga at ljóða.


Plátufelagið sló

til beinanveg

Beiggi Rebekku, Andreas Mathew, er umboðsmaður fyri tónleikarar, og hann hevur arbeitt fyri at fáa tær báðar genturnar fram. Tá Rec Art Music í Aalborg ? tað er ein deild hjá EMI/CMC felagnum - fekk fyrstu demofløguna við teimum báðum gentunum, bóru teir skjótt at. Longu sama dag vóru teir úti eftir gentunum, og ein sáttmáli varð eftir stuttari tíð gjørdur.

Tveir danskir studiotónleikarar hava framleitt tónleikin til sangin hjá teimum báðum gentunum, og fyrst í august mánaði kom so fløgan hjá Creamy út í Danmark. Síðani tá hevur tað gingið við strúkandi ferð. Creamy hevur fingið umtalu, sum aðrir bólkar bara kunnu droyma um, og fløgurnar eru nærum skræddar burtur.

Framleiðararnir hava havt trupulleikar við at fylgja við eftirspurninginum, og nú jólasølan fer at byrja, hava Creamy longu selt fleiri enn 60.000 fløgur. Eingin donsk barnafløga hevur áður selt so nógv eintøk eftir so stuttari tíð.

- Allastaðni, har vit hava verið og spælt, hevur verið útselt, og tá vit hava havt konsertir úti á gøtuni, hava millum 1000 og 1500 fólk verið og lurta, sigur ein ovfarin Andreas Mathew.

Ætlanin er nú at skipa fyri onkrum stórum konsertum, har eisini bólkurin Cartoons skal verða.


- Eg eri eingin stjørna

Rannvá og Rebekka eru eftir stuttari tíð blivnar stjørnur í Danmark, bæði millum børn og foreldur.

- Eg haldi, at Rannvá hevur dugað væl at tikið støðuna, helst nógv betur enn vit sum foreldur. Hon er fullkomiliga óimponerað av tí heila og líkist sær sjálvum, hóast fólk nú kenna hana aftur frá Creamy, sigur Anni Joensen, mamma Rannvá.

Og Creamy eru kendar. Fólk í hópatali leita sær til konsertirnar hjá teimum, og tá tær í vikuni skrivaðu autografar í eini plátubúð í miðbýnum í Keypmannahavn, vóru fleiri hundrað børn og foreldur inni á gólvinum.

- Eg haldi meg ikki verða eina stjørnu, tí tað eri eg ikki. Eg syngi bara, sigur Rannvá Joensen.

- Men hetta er ein dreymur, sum er gingin út. Eg havi altíð droymt um at sleppa at syngja, og eg havi eisini altíð sungið nógv, men tað hevur ongantíð verið so stórt, sum tað er nú.

Rannvá heldur ikki, at hon hevur broytt seg stórvegis.

- Kanska eri eg í betri lag nú, og nú havi eg eisini okkurt at gera í vikuskiftinum, sigur hon.

Tað slepst ikki undan at tær báðar genturnar mugu taka sær onkran frídag frá skúlanum, tá tær skulu út í tónleikaørindum, men tað verður lagdur dentur á, at tær skulu passa skúlan hjá sær.


Fjølmiðlarnir gera nógv burtur úr

Donsku fjølmiðlarnir fylgja væl við Creamy. Sunnudagin hevði TV2 eitt innslag tíðliga í síni tíðindasending í bestu senditíð, og týsdagin hevði DR langt innslag um tær báðar genturnar.

Barnasendingin hjá tí sera væl umtókta Bubber var í Aalborg í vikuni, og tær upptøkurnar skulu brúkast sunnumorgunin í helst best umtóktu barnasendingini í donskum sjónvarpi.

Musikbutikken hjá Keld Heick fær eisini vitjan av Creamy, og flestu dagbløð og vikubløð hava havt greinar um Creamy.

Øll hendan umtalan er viðvirkandi til, at Creamy kann selja fløgur, men Creamy seldi nógvar fløgur áðrenn alla umtaluna, og nú fjølmiðlarnir gera meira burtur úr, enn teir áður hava gjørt, fer tað eisini at gagna søluni.

Stjórin á plátufelagnum Rec Art Music er ovfarin av stóru søluni, men hann heldur seg hava eina frágreiðing upp á, hví tað hevur gingið so væl.

- Hetta eru tvær púra vanliga gentur, sum duga væl at syngja og síggja fittar út. Øll fólk kunnu identifisera seg við tær, og tað hevur týdning, sigur Jens Ove Friis.

- Nú kunnu børn og ung kenna seg aftur í tí at blíva stjørna, og tað er bæði stuttligt og serligt, heldur hann.

Plátufelagið hjá Creamy hevur ætlanir at innspæla eina nýggja fløgu við gentunum, har tær syngja á enskum, so tónleikurin hjá teimum eisini kann seljast í útlandinum. Og móti jólum kemur kanska ein nýggj stakfløga við Creamy.

Men longu nú kann Rannvá Joensen breggja sær av, at hon er tann føroyingurin, sum hevur selt flest fløgur nakrantíð.