Múrurin fall við einum braki

Frændur og Føroya Symfoniorkestur brutu í vikuskiftinum niður múrin millum føroyskan rock og symfoniskan tónleik

10 ár eftir at Berlin-múrurin fall, var múrurin millum føroyskan rock og symfoniskan tónleik brotin niður.

Hetta hendi á stórfingnu konsertunum hjá Frændur og Føroya Symfoniorkestri í vikuskiftinum.

Symfonikarnir fingu Korg og Fender í skortin og frændurnir horn og strúkiljóðføri í nakkan. Men alt gekk upp í slíka eind, at tað var trupult ikki at verða hugtikin av samansetingini.

Hvítar flykur fekk tað at kava í fullsetta salinum í Norðurlandahúsinum, og tá Evropa í øllum sínum stórleika buldraði úr ljóðanlegginum, var salurin alt í einum ein vígvøllir á europeiska meginlandinum, har eystureuropearar gjørdu av við kommunistiska ódjórið.

Byrjanin var eitt sindur trilvandi, men framførslan vaks og betraðist bæði fyrru og seinnu ferðina, og tá útvarpstólini vóru latin upp sunnudagin, vóru allir partarnir av framførsluni tryggari, enn teir vóru kvøldið fyri.

Frændur, Symfoniorkestrið og kórið vóru rættiliga runnin saman, og tá konsertin kom í hæddina við sangunum Hvítar flykrur, Føroyar, Evropa og Brot og vandasker gekk tað strúkandi.


Intenst og veruligt

Konsertin byrjaði við tveimum klassiskum pettum hjá ávíkavist Sjostakovitj og Jean Sibelius, sum Symfoniorkestrið framførdi sannførandi.

Frændur vóru síðani á pallinum saman við kórinum hjá Paula í Sandágerði í ein hálvan tíma, og tey góvu áhoyrarunum eina bukett við seks sangum, har Nýggi vetur og Men í nátt stóðu fyri mest rockkenda partinum av kvøldinum.

Og tá so øll tey mongu fólkini síðani savnaðust á pallinum til seinasta partin av konsertini, fingu áhoyrarnir stórt upplivilsi. Lagt var fyri við vakra Hvítar flykrur, sum gav kuldastig í salinum og breiddi ein dám av køldum, stillum og hugtakandi vetri.

Jørgen Lauritzen hevði gjørt útsetingarnar, og Hvítar flykrur ljóðaði veruliga sum tann kaldi vetrardagurin í 1985, tá Eyðun Nolsøe skrivaði lagið.

Evropa hjá Rana Nolsøe hevur altíð lagt upp til nakað stórt. Kompositiónin er flott, og hesaferð kom sangurin rættiliga til sín rætt við symfoniorkestri og kóri í bakinum. Tað var intenst og veruligt. Sum at stara í andlitið á teimum, sum fyri 10 árum síðani koyrdi Berlin-múrin um koll.


Trygt

Brot og vandasker var seinasti sangurin á skránni, og tað var eitt frálíkt punktum.

Tónasetarin Jørgen Lauritzen, sum sjálvir hevði avgjørt røðina, sum sangirnir skuldu spælast í, hevði ikki av ongum valt hendan sangin, sum tann seinasta. Symfoniski tónleikurin var stórfingin og saman við elektrisku ljóðførunum og kórinum var talan um eina ljómandi eind, sum gjørdist staðfestingin av, at tað hevði eydnast at fáa samansjóðað rocktónleikinum, symfoniska tónleikin og kórsangin.

Allatíðina var spælt av fullum huga við trygga botninum hjá Jan Zachariasen og Rógva á Rógvu, sum aftanfyri trummurnar vísti smittandi entusiasmu. Og serliga sunnudagin var avrikið hjá nógvu fólkunum á pallinum sannførandi. Alt sat, sum tað skuldi.

Bæði kvøldini sluppu tey á pallinum at spæla eykaløg. Áhoyrararnir klappaðu tvær ferðir Frændur uppaftur á pallin, og báðar konsertirnar endaðu við helst størsta hittinum hjá Frændur nakrantíð, Føroyar, og tá sluppu øll at syngja við.

Hetta var ein risaavbjóðing, sum tað til fulnar eydnaðist at gjøgnumføra. Tað var stórt og hugtakandi, og tá Frændur og Symfoniorkestrið brutur niður múrin millum ymsu tónleikastílirnar rullaðu múrsteinarnir omanyvir áhoyrarnar.