Poul Mohr við politikarar: Blandið tykkum ikki uppí

?Hendrik Old blandar tvey feløg saman, sum púra einki hava við hvørt annað- at gera, og tað er óluksáliga ?irriterandi?, sigur Poul Mohr. Hann heldur, at politikarar skulu blanda seg minst møguligt upp í, hvar í Føroyum, olju- og útgerðarhavn skal vera

?Hatta er tikið úr leysari luft. Tí tað er ongin peningastovnur uppá nakran máta knýttur at ætlanini at gera olju-útgerðarhavn á Sundi.

Poul Mohr stjóri á Tórshavnar Skipasmiðju er rættiliga argur inn tað, sum Hendrik Old, løgtingsmaður, førdi fram í tinginum ein dagin í seinastu viku.

Tá ið fíggjarlógin var til viðgerðar, heitti Hendrik Old staðiliga á landsstýrismannin í oljumálum um at áleggja oljufeløgunum, hvar tey skuldu leggja sínar olju- og útgerðarhavnir.

Tí varð tann avgerðin ikki tikin politiskt, ivaðist hann ikki í, at oljuvinnan eisini endaði í Havn, serliga nú peningastovnarnir vóru komnir upp í.

Hann helt, at bæði Føroya Sparikassi og Føroya Banki stutt og greitt vóru farnir uppí eitt føroyskt oljufelag fyri at stuðla, at oljuhavnin verður á Sundi.


Blanda alt saman

Hetta er heilt burturvið, sigur Poul Mohr í Havn.

Hann er stjóri á Tórshavnar Skipasmiðju.

Og tað er skipasmiðjan og stóra felagið, Asco, í Aberdeen, sum hava gjørt samstarvsavtalu um at gera eina útgerðarhavn á Sundi.

Men Poul Mohr er eisini nevndarlimur í Atlantskolvetni.

? Atlantskolvetni er eitt oljufelag sum púra onki hevur við Sund á gera. Og hetta er oljufelag, sum er fyri allar føroyingar og sum føroyingar úr øllum landinum eru uppi í.

? Endamálið við felagnum er verða við til at leita eftir olju undir Føroyum og kanska aðrastaðni við.

? Men tað, sum Tórshavnar Skipasmiðja og Asco eru gingin saman um, er eitt felag sum skal gera eina veitingarstøð á Sundi.

? Tað er heilt hvør sín vinna. Endamálið er heilt hvør sítt, tí eitt veitingarfelag hevur als onki við eitt oljufelag at gera. Og tað er ongin peningastovnur, sum eigur eitt klovið oyra í veitingarfelagnum.

Poul Mohr sigur, at tað sum Hendrik Old førir fram er bara til at skaða Atlantskolvetni og at villleiða tey, sum hava hug til at seta pening í felagið.

Hvussu umfatandi skapin er, er ilt at meta um.

? Men alt ger mun, sigur Poul Mohr.


Óðamannaverk

Annars er Poul Mohr púra samdur við Eyðun Elttør, landsstýrismann, tá ið hann í Sosialinum leygardagin ávaraði ímóti at gera íløgur í nakra oljuvinnu, tí hann stúrdi fyri, at nógvar kommunur einans komu at sita eftir við stórari skuld, uttan at fáa nakað burturúr oljuvinnuni.

? Tað er púra rætt. At gera íløgur nakað, sum vit onki vita um, hoyrir ongastaðni heima.

? Men støðan á Sundi er, at har skulu ongar íløgur gerast, tí har er ein havn, frammanundan, sum liggur óbrúkt.

? Heldur ikki Havnar Kommuna hevur brúkt eina krónu uppá ætlanina á Sundi. Tað einasta, hon hevur gjørt, er, at hon hevur leigað okkum økið.

? Ikki tí, eg havi ongantíð sagt, at Sund er heimsins besta Havn. Men eg havi heldur ongantíð sagt, at havnin á Drelnesi er óbrúkilig.

?Tað stendur ikki til mín at avgera. Men tað eru mong onnur, sum hava fortalt veitingarfeløgum, at Sund er óbrúkiligt.

?Men tað heldur Asco so ikki. Tvørturímóti halda teir, at tað er sjálvsagt at gera útgerðarhavn á Sundi, tí havn er har frammanundan.


Í fríari kapping

Annars heldur Poul Mohr, at politikarar skulu halda seg frá at leggja seg út í, hvar í Føroyum olju- og útgerðarfeløg skulu leggja sítt virksemi.

? Tað skulu teir ikki leggja seg útí, heldur enn nakað annað.

? Tí tað skal vera í fríari kapping. Harafturat skulu politikarar vera varnir við at seta olju- og útgerðarfeløgum so nógvar treytir, at tey kunnu uppfata tað sum eina forðing.


Ikki nógv virksemi

Annars heldur Poul Mohr ikki, at ein útgerðarhavn fer skapar so nógv arbeiðspláss, sum fólk kanska halda.

? Eg vænti ikki, at tað verða tær stóru skipaumvælingarnar. Men sjálvandi fer hon at føra til meiri virksemi í tænastuvinnuni og í øðrum vinnum, sum veita havnini og skipunum ymsar tænastur.

? Men verður olja funnin undir Føroyum, og hon kemur í land her, er tað ein heilt onnur søga.

Annars er hann eitt sindur ivasamur við oljuvinnuni, tí tað er trupult at fáa fólk til ymisk arbeiði longu sum er.

? Bara vit fara eitt lítið sindur út um tað vanliga, er tað ógvuliga trupult at fáa fólk- og tað er um alt landið, sigur Poul Mohr.

Hví er tað so stór kapping um at fáa útgerðarhavnina, um hon ikki førir so nógv virksemi við sær?

? Sjálvandi førir tað altíð eitt sindur av virksemi við sær. Og ongin veit, hvat framtíðin ber við sær, sigur Poul Mohr.