systir og Ingibjørg høvdu ligið á stovu saman á sjúkrahúsi, og Poula tá dagliga hevði vitjað tær. Nokk sum fylgja av tí, var Ingibjørg komin niðan á gólvið hjá okkum á Ttrøðni, einaferð Poula, sum annars [...] smádrongur átti eg tveir abbar. Abraham á bakka í Oyndarfirði og Óla á Bakkanum í Fuglafirði. Eg var nokk ikki meir enn eini 5 ár, tá Abraham abbi doyði, og 15, tá Óli á Bakkanum doyði. Einastu ferð, eg minnist [...] grind hevði lagt beinini á sandinum. Eg minnist væl, tá abbi kom niðan eftir Traðargøtuni, at eg og Tórfríður fóru rennandi oman móti honum og runnu beint í fangið á honum. Óla á Bakkanum havi eg fleiri
august í 2002, tá tann 21 ára gamli Bashir Atari bleiv avrættaður fyri at hava skorið tvær kvinnur á háls. [...] Nógv bendir á, at 15 menn, sum sita í palestinskum fongslum, kunnu vænta at verða avrættaðir í næstum. Teir 15 menninir eru dømdir til deyða, men tey seinastu trý árini er eingin deyðadómur fullførdur
perlur og perluketur sum prýði. Væl av fólki hevði leitað sær oman á Kongabrúnna til henda forvitnisliga fyrilesturin. Eini 40 fólk lýddu á og sóu ein film um perlur, harav fleiri teirra vóru mannfólk. - [...] perlum um háls, oyru og fingrar vita flest øll. Men at ikki fleiri vilja, ella kunnu ogna sær ein slíkan prýðislut, hevur havt í minsta lagi tvær orsøkir ella forðingar: Prísurin og aldurin á keyparanum [...] sum er á móta beint nú. Ein perluketa er tí eitt tíðarleyst prýði, sum kann brúkast av fólki í øllum aldrum, sigur Noomi Andresen við Sosialin. Hóast hesa mytuna, so ætlar hon ikki at gevast á hondum.
kommununum er heldur av prinsipiellum slagi og hann er um ætlanin, sum er skorin út í kortið við miðnámsskúla í Vági og heilsuskúla á Tvøroyri, skal broytast. Eitt annað ivamál hevur verið, hvørjari tíðarætlan [...] verka beinanvegin. Tað staðfestir Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í almanamálum. Hann sigur, at á fundinum við suðuroyingar týsdagin, fekk landsstýrið lýst málið fyri kommununum í Suðuroy. Eftir fundin [...] kommunurnar mugu bera hampiliga skjótt at so at landsstýrið kann taka støðu nakað skjótt, so at greiða fæst á um tað verður egg ella ungi. Í løtuni liggur bólturin sostatt hjá kommununum í Suðuroynni. Hans Pauli
Jógvan, Símun hjá Póli, Hans Erik á Seglhúsinum o.fl. (fyri so ikki at tala um komersarnar Jákup og Erland - -). Jóannes á Váli Abbi Ólavs, Johannes Fr. Hansen, úti á Váli, var føddur forsangari og hevði [...] hoyrist í glitrandi marglætishallum stórbýarins ella á einsemisvakt á havinum undir stjørnuglampan ella í brennisól afturvið svíðandi pískasløgum á bummullarmarkum í Virginia, teir sonevndu "negro spirituals" [...] Guttesen (21 ár) at seta lag til, hetta fyrsta hugnemandi avrikið í lívslanga samstarvi teirra á hesum øki: Á tú sorgbundna sál, tú hvørs leið varð so løgd, at hon ber gjøgnum skýmligan dal, er títt vónloysi
hann av almannastuðli á einum ból-og-bita gistingarhúsi og seldi Big Issue á undirgrundarstøðini í Holborn. Tá leiðir teirra skildust í 1957 fór Charles á góðan skúla og Harold fór á dýrasta privatskúla [...] flokkar tóku hana til sín. Teir nýggju demokratarnir í USA við Bill Clinton á odda løgdu ikki so stóran dent á sosialt rættvísi, men á vinnulív, íløgur, kappingarevni og fríhandil. Teir vildu heldur geva p [...] Clive Harold, sum seldi á gøtuni. Hann loypti hvøkk bæði á prinsin og fjølmiðlarnar, tá hann bjóðaði Charles vælkomnum við orðunum: ?Minnist tú meg?? Harold hevði jólamanshúgvu á høvdinum og var í einum
vitjaðu inn á gólvið. Tey hava fyrr vitjað Runavíkar Sjómansheim, men kundu nú á fyrsta sinni trína inn um dyrnar á tí nýggja Hotel Runavík við undirheitinum Sjómansheimið. Tey, sum ikki høvdu verið á hesum [...] Skálafjørðin hava páskastevnur á ikki færri enn trimum støðum. - Og fleiri av luttakarunum á hesum stevnum fara at búgva her hesar dagarnar, sigur Andreas. ? Sum at koma á eitt hotell Fólk vóru positivt [...] vorðin nútíðargjørd við árunum, og tí er tað nýggja fyristøðuparið á mangar mátar komin til skorin klæðir. Tey hava sjálvi sett síni sermerki á tað nýggja hotellið, soleiðis at tað í dag lýkur øll krøv, sum
frelsaran: Og um tú kaldan síggja skalt, á Harri, kærleik mín, tá minn meg á Getsemane og kvøld og sveitta tín. Hesin sangurin hjá Edward P. Hammond verður nógv sungin her á oyggjunum og hvørja ferð eg havi verið [...] eg gloymi ei, eg gloymi aldri teg, tá tú á knæ í angist lást har í Getsemane. Tá ið eg fór í andanum í urtagarðin har, eg sá hvør tungt, ið dómurin, á Jesus lá á tær! Í deyðans kvøl og angist tú av øllum [...] gjørdist tungur, og svár angist kom á Hann. Tá segði hann við teir: "Sál mín er sorgarbundin, heilt til deyða; verðið her og vakið við mær!" so fór Jesus eitt sindur longur, fall á andlit sítt og segði: "Faðir
frá ella úr. Tað sigst ganga rúm tíð, áðrenn samleikamenningin í sovornum førum so at siga fæst upp á pláss. Forum til slíka menning eru ikki minst ítróttarfeløgini. Fótbólturin hevur góða undirtøku úr [...] nú felagið fer at gera enn eina roynd at røkka tindinum í FM kappingini, er politikkurin at dúva upp á egið tilfeingi. NSÍ hevur tikið avgerð um, at tað skulu vera teirra egnu, sum spæla og bera. Tað hava [...] eisini tí, at royndirnar hava víst, at tað er ikki meiri enn í besta lagið løtuvinningur at dúva upp á fremmanda arbeiðsmegi, sum fyrst og fremst fer hagar, har inntøkan er størst. Stríðið við at fáa pening
var nevnliga á slíkum støði, sum tú sjáldan sært tað somikið tíðliga á kappingarárinum. Bæði liðini settu fulla ferð á í álopspartinum, og tað gekk heldur ikki leingi, áðrenn hol kom á. Fyrstu góðu tíggju [...] nóg kaldur, so HB fekk lagt seg á odda, og næsta málið kundi ein meira royndur málverji kanska vart fyri. Men at leggja ábyrgdina á skoringar hjá mótstøðuliðnum á herarnar á einum blaðungum málverja, vildi [...] vóru gestirnir, sum tvær ferðir komu á odda, so skarst ikki burtur, at spælið hjá klaksvíkingunum sá heldur vandamiklari út. Á miðvøllinum fingu Atli og Høgni fatur á nógv meira, enn Rúni, Kári og Emil gjørdu