Havn: Tað er ikki gerandiskostur, at prýðishandilin hjá Niels L. Arge er karmur um ein fyrilestur um perlur.
Høvið varð kortini til hetta hóskvøldið, tá ein av lærlingunum í handlinum, Noomi Andresen greiddi frá tí, hon visti um perlur og perluketur sum prýði.
Væl av fólki hevði leitað sær oman á Kongabrúnna til henda forvitnisliga fyrilesturin. Eini 40 fólk lýddu á og sóu ein film um perlur, harav fleiri teirra vóru mannfólk.
- Ein teirra segði, at hann hevði ætlað at keypt eina perluketu, men vildi líkasum fyrst vita, hvat tað var, sigur Noomi Andresen, sum er sera fegin um stóru undirtøkuna.
Noomi er í læru sum sølufólk innan gull, silvur og ur, og verður útlærd í summar. Í samband við hetta hevur hon sett sær fyri at kanna eitt sindur meiri um perlur, og hvussu tær kunnu brúkast sum prýði hjá fólki.
Skal ein rættiliga keypa eina ovurmikla og vakra perluketu, so má ein punga út við 1 mió. kr.. Tann dýrasta, sum beint nú er framsýnd hjá Niels L. Arge, kostar "bert" um 80.000 kr.
Mótalitir
At kvinnur prýða seg við perlum um háls, oyru og fingrar vita flest øll. Men at ikki fleiri vilja, ella kunnu ogna sær ein slíkan prýðislut, hevur havt í minsta lagi tvær orsøkir ella forðingar: Prísurin og aldurin á keyparanum.
-Tað eru framvegis tey sum halda, at tað bara eru ommur sum ganga ? ella sum kunnu ganga ? við perlum. Men tað haldi eg so avgjørt ikki.
-Perlurnar fáast í dag í øllum møguligum sløgum og litum. Í dag kanst tú lættliga fáa eina perluketu júst í tí litinum, sum er á móta beint nú. Ein perluketa er tí eitt tíðarleyst prýði, sum kann brúkast av fólki í øllum aldrum, sigur Noomi Andresen við Sosialin.
Hóast hesa mytuna, so ætlar hon ikki at gevast á hondum. Við kunning og slíkum hugnakvøldum sum hesum ætlar hon at vísa á, at tey ungu saktans kunnu ganga við eini perluketu.
Til keyps fyri 80.000 kr.
Tá ein skal tosa um prísin, so kann hann vera enn ein forðing fyri at ogna sær eitt slíkt prýði.
Tað finnast serliga tvey sløg av perlum, sum eru rættiliga kostnaðarmiklar ? Tahiti og South Sea. Ein vansi við hesum er, at tær eru bæði stórar og flottar, so at fólk flest halda at tær munnu vera óektaðar.
-Tá ið hesar perlurnar verða upp til 18 mm. stórar og haraftrat hava eitt 4 mm. tjúkt lag av perlumori, - ja, tá síggja tær út sum óektaðar, men eru kortini ótrúliga flottar.
-Tíverri kunnu tær kosta heilt upp í 1 mió. krónur, og tað er kanska í yvirkant hjá teimum flestu, sigur Noomi við einum brosi.
Í handlinum á Kongabrunni liggja tey, sum vera man ikki inni við slíkum perluketum. Í løtuni kann tann dýrasta ketan, sum fæst her, keypast fyri 79.800 kr. Í hesi eru íalt 35 perlur.
-Hon er ikki seld enn, men ein veit aldrin: Kanska hon verður seld í dag!, sigur Noomi.