At hann so er valdur, tí hann hevur ræði á øllum landsins fjølmiðlum og annars kann nýta óavmarklaðar peningamongdir til propaganda er ein onnur søga. Hetta er ein søga um, hvussu lætt tað er at misnýta [...] hevur framt og kann hvørki dømast ella revsast! Hetta er maktmisnýtsla av verstu skuffu og man vera eindømi í vestureuropæiskum høpi. Tað er einki at ivast í, at alt hetta kemur ES sera illa við. Glansmyndin [...] seinastu árini gjørt nógv burturúr, at samveldið er ein demokratisk skipan. Í ES skal valda skil og reiðiligheit, tí ES skal ganga á odda í heiminum, har talan er um politiskt reinføri og fólkaræðilig viðurskifti
umberingum fyri, at ongar ætlanir eru, einki arbeiðslag og tí heldur ongar raðfestingar. Orsøkin eitist at vera, at har er ikki arbeiðandi, tí hini hava skyldina! Hetta er í veruleikanum tað, Annika Olsen, [...] at skattaprosentið í Tórshavnar kommunu í ár er 19%, sum er tvey prosent lægri enn miðalskattaprosentið í øllum landinum, umframt at barnafrádrátturin er heilar 8.000 krónur. Annika Olsen kann bara hyggja [...] í 45 ár í Tórshavnar býráð undir skiftandi leiðslum og umstøðum annars. Nú nýggj leiðsla er komin á Vaglinum, er hetta opinbart ikki meginreglan longur, tí nú situr allur meirilutin upp á útkikk. Kikað
politiski liturin er. Hví skuldi ein føroysk avís verið øðrvísi? spyr hann. Jamen góði Jan! Tað er ikki avísin, sum eg havi kritiserað fyri nakað. Munurin er íleggjarin. Føroya Tele. Tað er ein almenn fyritøka [...] blaðið. Tað avgerandi fyri søluna var altso ikki bara prísurin. Hesum er einki galið við. Keyparin ger av, hvønn hann selir til. Tað er eisini heilt upplagt, at ein bólkur við Jan Muller og Eiriki Lindenskov [...] So far so good. Føroya Tele Tað, sum Dimma skrivaði um søluna, er ikki afturvíst. Og er tað rætt, so seldi Javnaðarflokkurin ið hvussu er lutvíst Sosialin til Jan, Eirik og Co. av partapolitiskum orsøkum
Landsverk.” Søkt er um innlit í tað í hetta munnliga samskiftið. Men einki slíkt innlit er komið, hóast fyrisitingarlógin áleggur pørtunum eina notatskyldu í slíkum førum. ##med4## Einki byggiloyvi – bara [...] mótmælir ætlanini. Í asfaltframleiðslu er bitumen. Evnið er undir illgruna fyri at vera krabbameinselvandi. Asfaltverk eru í ovastu umhvørvisváðabólkunum. Í Norðurlondum er tilmælta frásøðan til bygt øki 300-700 [...] kostað føroyinginum um 60 mió.kr. Tað er sami kostnaður, sum eitt sera framkomið “grønt” asfaltverk kostar í Danmark. Sáttmálin millum Landsverk og Tórshavnar kommunu er lokin í 2024. Havnanevndin mælir til
ævintýr”, kristna mytan er “Guds ... sannleiki”, so er heimildin ikki ein bíbliugranskari, men ein kendur skaldsøguhøvundur, sum skrivaði ævintýr av Harry Potter slagnum. Sanniliga er SA er ikki bundin at nakrari [...] arbeiða, sum ikki vilja geva seg undir “víðgongda rationalismu”. Tí tað er púra rætt, hetta hevur einki við rationalismu at gera. Hetta er nakað tað sama sum at krevja av einum søgufrøðingi, at tá hann lesur [...] kundu fyrihalda okkum til, men har er ikki ein grundgeving at finna í allari greinini - einans illgitingar og ógrundað uppáhald, stutt sagt trúgv á tað ósannlíka. Tað er torført at verja seg ímóti álopum
fyri næsta ár. Gjøgnumgangandi evnið í ár, er at kommunurnar veita skattalætta til sínar borgarar og hækka barnafrádráttin. Í so máta er Viðareiðis kommuna einki undantak. Norðasta kommuna í Føroyum boðaði [...] hækkar. Skattalættin á hesum sinni er á 0,5 prosentstig, soleiðis at kommunuskatturin nú er 21,5 prosent, meðan barnafrádrátturin verður hækkaður við 1000 krónum, og er nú 6.500 krónur. Fíggjarliga hjálpin [...] fyri næsta barnið, men síðani einki fyri triðja barnið og fleiri. Kommunan er eisini bjartskygd um inntøkurnar fyri 2016, ið verða mettar at verða 10,5 milliónir krónur, ið er ein hækking á eina heila millión
vísir Høgni Hoydal á: – Einki sjóvegis samband er um veturin, uttan nakrir túrar í heystfrítíðini (um viðrar). – Einasta farleið er tyrlusambandið, men sum einasta oyggj er einki beinleiðis tyrlusamband [...] Tað er Høgni Hoydal, sum hevur sett honum munnligan fyrispurning um málið. 1. Hvussu vil landsstýrið lýsa ferða- og flutningssambandið til Mykines vetrarhálvuna – og hví er tað skipað so? 2. Hví er fer [...] samband til Mykines vetrarhálvuna? Høgni Hoydal sigur, at Mykines er eitt tað størsta ferðamálið hjá vitjandi summarhálvuna. Og tá er dúglig ferðsla sjóvegis við fleiri dagligum fráferðum í ferðaætlanini
einum 100 mió. krónum, tá alt er tikið við. Eisini kann hugsast at umdømi bæði hjá flogfelagnum og politisku skipanini er skatt munandi. Fyri tað næsta Tað næsta, sum hendir er, at tollfría sølan, sum upprunaliga [...] slóðbrótandi arbeiðinum hjá AA á hesum øki. Farleiðin millum Føroyar og útheimin er alneyðug, men sum støðan er í dag – er hon alt ov kostnaðarmikil fyri vanliga FØROYINGIN, og miðvísa lækkingin í ferða [...] støði er alsamt máa undan hesum møguleika. Syrgiligt Tað er skilligt, at politiska handfaringin av rakstrarmøguleikunum hjá flogfelagnum, nú eru skerdir munandi, og heldur hendan gongdin fram, so er lítið
Í dag er støðan tann, at fleiri næmingar við menningartarni noyðast at fara av landinum, tí at vit einki hava til tey í Føroyum. Tað staðfestur Javni, sum er áhugafelagið hjá fólki við menningartarni og [...] meting sigur, at tørvur er plássi til 30 næmingar um árið. Tey vísa á, at hóast gongd er komin á skipanina við einum serliga skipaðum miðnámsskúla til ung við menningartarni, SSM, er tørvurin á eftirskúla [...] eftirskúla ikki minkaður, kanska tvørturímóti. Tað tey frætta frá SSM er nevniliga, at eftirkúlin er eitt sera gott grundarlag hjá næmingum at fara víðari á SSM við. Síðani Rásin varð stovnað, hava tey húsast í
verkið. Tað er undirtøkan í nærumhvørvinum, bæði fíggjarligur stuðul og tann hjálpin, vit fáa frá fólki hvørt einasta ár. Hetta ger, at tað ber til, tí uttan hesi gjørdu vit einki. Tað er upplivingin av [...] Bátafelagnum á Toftum øll árini. Hetta er seytjanda ferðin, at bátafestivalur verður hildin á Toftum og í VikuskiftisSosialinum, sum er komin í sølubúðirnar í dag, er stór samrøða við formannin, sum hyggur [...] hella seg til, so einki verður gloymt. Fyrstu árini lænti og leigaði felagið mest sum alt, men nøkur ár herfyri tók Bátafelagið avgerð um at útvega sær alt tað, sum brúk er fyri. Í so máta er tað blivið lættari