Johan Dahl skal nú greiða løgtinginum frá, hvat hann og landsstýrið halda um ferðasambandið til Mykinesar vetrarhálvuna.
Tað er Høgni Hoydal, sum hevur sett honum munnligan fyrispurning um málið.
1. Hvussu vil landsstýrið lýsa ferða- og flutningssambandið til Mykines vetrarhálvuna – og hví er tað skipað so?
2. Hví er ferðasambandið og flutningssambandið til Mykines vetrarhálvuna – bæði sjóvegis og við tyrlu – munin verri enn til aðrar oyggjar vetrarhálvuna?
3. Heldur landsstýrið, at tað kann góðtakast, at Mykinesfólk ikki hava sama grundleggjandi ferða- og flutningssamband sum onnur pláss í landinum?
4. Hvat ætlar landsstýrið at gera til tess at tryggja eitt javnsett og dagført ferða- og flutningssamband til Mykines vetrarhálvuna?
Høgni Hoydal sigur, at Mykines er eitt tað størsta ferðamálið hjá vitjandi summarhálvuna. Og tá er dúglig ferðsla sjóvegis við fleiri dagligum fráferðum í ferðaætlanini.
– Men vetrarhálvuna vendist álvarsliga í holuni hjá mykinesfólki. Tá er tað eins og Mykines gerst “tann gloymda oyggin”. Og fyri mykinesfólk og tey, ið hava tilknýti til oynna ella vilja vitja, er ferða- og flutningssambandið vetrarhálvuna munandi verri enn til allar aðrar oyggjar í landinum, vísir Høgni Hoydal á:
– Einki sjóvegis samband er um veturin, uttan nakrir túrar í heystfrítíðini (um viðrar).
– Einasta farleið er tyrlusambandið, men sum einasta oyggj er einki beinleiðis tyrlusamband til høvuðsstaðin, men flúgvast má til og frá flogvøllinum í Vágum.
Talan er sostatt um munandi vanbýti fyri mykinesfólk, tá tað snýr seg um eina so grundleggjandi tænastu sum ferða- og flutningssamband. Ikki bert í mun til størru plássini í landinum, men eisini í mun til aðrar útoyggjar, sigur hann.
– Tað tykist sum samferðslan til Mykines er bert løgd til rættis fyri útlendsk ferðafólk og vitjandi á sumri, men als ikki fyri fólkið í oynni.
Tí vil Høgni Hoydal hava at vita, hvat landsstýrið ætlar at gera til tess at rætta hendan ójavna og at tryggja eitt dagført ferða- og flutningssamband til Mykines.










