Glansmynd kámast

ES hevur seinastu árini gjørt nógv burturúr, at samveldið er ein demokratisk skipan. Í ES skal valda skil og reiðiligheit, tí ES skal ganga á odda í heiminum, har talan er um politiskt reinføri og fólkaræðilig viðurskifti. ES hevur mangan at øðrum londum og samveldum fyri korruptión, politiskt óskil og væntandi rættartrygd. ES hevur leingi mett seg sum heimsins moralski vaktarmaður.

Tað kemur tí illa við, at nývaldi formaðurin, italski forsætisráðharrain, hevur so ringt orð á sær. Berlusconi er ikki bara ríkasti maður í Italia. Hann hevur eisini vunnið sær ríkidømi á rættiliga ivasaman hátt. Hartil kemur, at hesin maður hevði ómetaligt vald longu áðrenn hann gjørdist forsætisráðharri. Hann eigur at kalla allar fjølmiðlarnar, hann eigur fótbóltslið, handilsketur, oljufeløg, og stórar ídnaðarfyritøkur. Hann er longu dømdur fyri korruptión og stendur enn einaferð ákærdur fyri mutur, korruputión og mangt annað. Men hann hevur politiska valdið í landinum, hann hevur meirilutan av lóggávutinginum aftan fyri seg. Hetta merkir, at hann við lóg hevur megnað at tryggja sær órin í øllum teimum brotsverkum, hann møguliga hevur framt og kann hvørki dømast ella revsast! Hetta er maktmisnýtsla av verstu skuffu og man vera eindømi í vestureuropæiskum høpi.

Tað er einki at ivast í, at alt hetta kemur ES sera illa við. Glansmyndin kámast og rivur eru við at koma í lakkið. Formannskapur Berlusconis er eitt megaafturstig fyri virðingina og demokratiska umdømið hjá ES um allan heim ? tíverri! Men samveldið fær einki gjørt, tí sum Berlusconi sjálvur sigur: "eg eri fólkavaldur" og tað kann ikki reingjast. At hann so er valdur, tí hann hevur ræði á øllum landsins fjølmiðlum og annars kann nýta óavmarklaðar peningamongdir til propaganda er ein onnur søga. Hetta er ein søga um, hvussu lætt tað er at misnýta demokratiið bara ein er nóg ríkur, ráður, harðrendur og samvitskuleysur. Og henda søga er ikki avmarkað til Italia. Hon kann, um illa vil til, endurtaka seg í einumhvørjum demokratiskum samfelagi. Tí ræður um at vera á varðhaldi.

Sosialurin