bert til stríð fyri onnur. At myndin ikki er í tráð við veruleikan fáa vit eitt gott prógv um við at støkka inn á gólvið í Tilhaldinum í Tórsgøtu í Havn - har hava tey gomlu nevniliga hvørki tíð til at liggja [...] sjálvi kunnu gera fyri at hava eitt so gott lív, sum til ber. Í heila tiki sær Wanja tað sum sína fremstu uppgávu at hjálpa teimum eldru á ein hátt, so tey sjálvi kunnu vera við til at skipa sín dag, so [...] ikki von við at fáa alt borið upp í hendurnar, so tað er ongin grund til at byrja nú. Tey vilja fegin gera sítt til at skaffa ymiskt til húsið, og tað ger onki, um tingini krevja ábøtur, tí tað er altíð onkur
ikki so nógv til tað. Sum ein av persónunum, ið á netinum, hevur verið nevnd sum ein av høvuðsorsøkunum til núverandi klandur, føli eg meg noydda at siga míni hugsan um orsøkina til ósemjuna, vælvitandi, [...] at siga, at um eg ikki fekk nøktandi kunning og innlit í skjølini, so atkvøddi eg ikki fyri. Hetta var dagin fyri atkvøðugreiðsluna, hóast tað stendur í kommunustýrislógini, at kommunustýrislimir skulu [...] facebook, har tey kundu samskifta. Seinni varð so boðað til fundar. Øll vórðu boðin við. At tey kanska áttu at ringt runt og tryggja sær, at øll møttu, ber til at siga í dag, men lætt er at vera eftirklókur. Úrslitið
Teimum, sum eru farin yvir um frá deyða til lív, og tey, sum enn eru í tí myrkri, sum vit øll ganga í av náttúru. Í hesum sama kapitlinum síggja vit nøkur eyðkenni fyri tey, sum eru fødd av nýggjum: “Av hesum [...] heldur. Børn míni! Latið ongan villleiða tykkum! Tann, ið ger rættvísi, er rættvísur, eins og Hann er rættvísur. Tann, ið ger synd, er av Djevulinum; tí Djevulin hevur syndað frá upphavi. Til tað er Sonur [...] fer fram við móttøku við trúgv. Nýføðingarnir hoyra Harranum til, um teir eru áslettir ella ikki, tað ger ongan mun, ríki Guds hoyrir slíkum til, sum Harrin Jesus segði.
kirkjuna ein sunnumorgun, sigur Gerhard Jónsson Mikkelsen. - Fyri meg hevur tað allarstørsta týdning, at tað sum eg sigi er viðkomandi fyri so mong sum til ber. Eg royni tí eftir førimuni at gera prædikuna fangandi [...] januar – tá prædikuteksturin til 1. sunnudag eftir Trettanda var um, tá Jesus vælsignaði børnini. Ta ferðina endaði sendingin hóskandi við kenda barnasanginum ”Barnetro - til himmelen du er en gylden bro” [...] stutta gjøgnumgongd av prædikutekstinum til dagin eftir, og so var endað við einum sálmi ella framførslu av tónleiki. - Hetta var tí rættiliga nýtt og ókent fyri mær, og eg bað um tíð at hugsa meg um í
havt áhuga fyri plantum og røkt urtagarðin hjá foreldrum mínum og ommu míni, áðrenn eg fekk mín egna urtagarð, sigur Dánial Jespersen í Havn. Tá Dánial og Naina Jespersen leitaðu eftir húsum fyri góðum 15 [...] síðuskotini frá og stiklaði tey og klipti hana niður fyri at fáa hana at formera seg. Henda bjargablóman er uppløgd til at fara í framleiðslu fyri at verða seld, heldur Dánial. ##med5## – Havin er livandi [...] bar ikki til at fáa maskinu inn á stykkið, tí har vóru so nógvar plantur. Tað gekk væl at fáa allan gróðurin úr pottunum í moldina aftur. – Vit hava fingið okkum glasgyrðing kring stykkið fyri at fáa lívd
Norðurlandahúsinum, síðani tað læt upp, uttan mun til um húsið sjálvt hevur tikið stig til tey ella onnur, stóri áhugin fyri filminum um Barbaru og fyri Williami Heinesen uttanlands hava víst nógvum í Føroyum [...] mentunarpolitikkinum. Húsið eigur at hava rætt og skyldu til at taka egin stig, men hvussu tey verða móttikin veldst um evnini til at lurta og taka til sín tað, sum onnur koma fram við, sigur Jan Kløvstad [...] tiltøk. Í míni tíð sum stjóri hevði eg lyndi til at játta øllum, sum bóðu um innivist, og at finna uppá nógv ymisk tiltøk. Tiltøk nýtast ikki at vera hvønn einasta dag í húsinum, tað er slítandi fyri starvsfólkini
leggjast fyri tingið frá ólavsøku til mikkjalsmessu, annars skulu tríggir fjórðingar av tingmanningini viðmæli einum uppskoti. Tað kann væl ikki vera meiningin, at lógaruppskot bert kunnu leggjast fyri tingið [...] orðaljóðinum til nýggju skipanina á bæði føroyskum og enskum. Eg rokni við, at hetta er tað higartil lidna arbeiði, og at viðmerkingar kunnu gerast út frá tí. Fyrst skal sigast, at eftir míni meting er tað [...] Formæli Fyrst er at nevna formæli. Hetta er hábærisliga orðað og er góður inngangur til skipaninina við atliti til fortíðina, hvussu landið varð bygt og skipað við tingi, lógum og rættindum. Fólksins
ein flaka. Spar míni smáu sigur kokkurin. Per svarar, at honum tørvar lívið, tí hann júst eingin børn hevur. Longu her hóma vit, hvør hesin Per er. Ein dummur hundur. Hann dugir at tosa fyri seg. Hann klárar [...] føri eitt hým. Eitt menniskja, uttan evni til at umskapast. Per vil vera okkurt. Helst kongur, keisari, ríkur og kendur. Kosta hvat tað vil. Hann fer so langt sum til Dóvratrøllini. Hann vil selja sína sál [...] rygginum. Tá Per heldur fyri við hann at hann skuldi hongt seg. Skundar hann sær at gera tað. Hans Tórgarð og Páll Danielsen eru heilt ótrúligir. Hesir leikararnir egna seg væl til tað kontemplativa, tragiska
Helga Joensen úr Toftum. Haldur fekk lítlan fyrimun, men hesin fyrimunur varð ov lítil til at vinna talvið. Helgi kom fyri seg og stóð í miðspælinum minst líka gott. Talvið endaði javnt. Herluf Hansen úr Havn [...] triðja borði millum Karl Louis Johannesen úr Kollafirði og Gunnar Joensen sá leingi út til at enda javnt. Ikki fyri í endaspælinum kom avgerð. Gunnar var óneyvir og mátti lúta. Jógvan Martin Joensen, K [...] , men er helst ikki nokk til at blanda seg í toppinum. Vestmenningar vunnu heili 3,5-0,5 móti runavíkingum. Á fyrsta borði vildi Meinhard Danielsen úr Runavík ikki bakka fyri altjóða meistarinum John Rødgaard
beundra tey, sum ár aftaná ár leggja summarferiuna soleiðis til rættis, at tey eru heima á ólavsøku, við tí fyri eyga at vera her, fyri at hjálpa til. Og áðrenn stóra felagssangin, fer Njál aftur í ár at hava [...] hevur Njál Djurhuus leita heim til Føroya. Tað hevur hann gjørt hvørt ár í mong ár nú. – Eg flutti til Noreg í 1961. Tey fyrstu árini var tað ikki soleiðis, at eg var heima til hvørja ólavsøku, greiðir Njál [...] gjørdist tað fastur táttur hjá Njál at leita heim til Føroya á hvørjum ári. Og hví leitar Njál so heim aftur til Føroya hvørt summar? – Jú, tað er alskurin til landið og fólkið, sum fær meg at leita heim aftur