Hvussu verður ein føddur av nýggjum? Hvussu verða vit fødd andaliga? Tá vit vóru fødd inn í henda heim gjørdust vit børn, áðrenn høvdu vit verið fostur. Andaliga verða vit eisini børn, tá ið vit verða fødd av nýggjum. Jóh. 1, 11-13 sigur: “Hann kom til Sítt egna, men Hansara egnu tóku ikki ímóti Honum. Men so mongum sum tóku ímóti Honum, gav Hann mátt at verða børn Guds - teimum, ið trúgva á navn Hansara; tey eru fødd, ikki av blóði, heldur ikki av holds vilja, heldur ikki av mans vilja, men av Gudi.” Tað er sostatt við móttøku ein gerst eitt gudsbarn.
Nicodemusi tyktist tað torført tá, ið Jesus fór at tala um ta nýggju føðingina. Men vit síggja av tí, sum vit lósu júst nú, at tað er ikki torført. Jesus fór eisini beinan vegin at tala við Nicodemus um frelsuna, og har kemur eitt tað kendasta versið, vit hava í Bíbliuni, Jóh. 3, 16:
“Tí so elskaði Gud heimin, at Hann gav Son Sín, hin einborna, fyri at hvør tann, ið trýr á Hann, skal ikki fortapast, men hava ævigt lív.”
Í fyrsta brævi sínum sigur Jóhannes hetta í triðja kapitli, fyrsta versi: “Síggið, hvussu stóran kærleika Faðirin hevur víst okkum, at vit skulu kallast børn Guds! - Og vit eru tað! Tí kennir heimurin okkum ikki, tí hann kennir ikki Hann.” Tí kennir heimurin okkum ikki. Her síggja vit eina av høvuðslæru Bíbliunar: Tað eru tveir flokkar, børn heimsins og børn Guds. Tey, sum eru fødd av nýggjum og tey, sum ikki eru fødd av nýggjum. Teimum, sum eru farin yvir um frá deyða til lív, og tey, sum enn eru í tí myrkri, sum vit øll ganga í av náttúru. Í hesum sama kapitlinum síggja vit nøkur eyðkenni fyri tey, sum eru fødd av nýggjum:
“Av hesum kennast børn Guds og børn Djevulsins: Hvør tann, ið ger ikki rættvísi, er ikki av Gudi, og líka lítið tann, ið elskar ikki bróður sín.” V. 10 “Vit vita, at vit eru farin yvirum frá deyða til lív, tí vit elska brøðurnar; tann, ið elskar ikki, verður verandi í deyðanum.” v.14. “Vit eru av Gudi. Tann, ið kennir Gud, hoyrir okkum; tann, ið ikki er av Gudi, hoyrir okkum ikki. - Av hesum kenna vit anda sannleikans og anda villunnar.” Kap.4,6. “Tann, ið trýr á Son Guds, hevur vitnisburðin í sær sjálvum.” Kap.5,10
So nøkur av kennimerkjum hins endurfødda eru: Hann ber seg rætt at, hann elskar, hann lurtar eftir orði Guds og hann eigur ein vitnisburð í hjarta sínum.
Í triðja kap. aftur, skulu vit taka nøkur skriftstøð fram aftrat, sum tykjast torfør at skilja og í fyrstu atløgu kunnu tykjast, sum tey mótsiga øðrum í brævinum og í Bíbliuni annars. Men verður hugt nærri at teimum, so vísa tey júst tann djúpa sannleikan um endurføðingina:
“Hvør tann, ið verður verandi í Honum, syndar ikki; hvør tann, ið syndar, hevur ikki sæð Hann og kennir Hann ei heldur. Børn míni! Latið ongan villleiða tykkum! Tann, ið ger rættvísi, er rættvísur, eins og Hann er rættvísur. Tann, ið ger synd, er av Djevulinum; tí Djevulin hevur syndað frá upphavi. Til tað er Sonur Guds opinberaður, at Hann skal gera verk Djevulsins til einkis. Hvør tann, ið føddur er av Gudi, ger ikki synd; tí sáð Hansara verður verandi í honum; hann kann ikki synda, tí hann er føddur av Gudi.” 1. Jóh. 3,6-9.
Hvør tann ið verður verandi í honum syndar ikki. Hvat er nú hetta, gerast vit syndafríð, tá ið vit eru frelst. Nei, vit vita, at so er ikki, vit snáva øll og synda. Vit síggja at sami ápostul lærir, at vit synda og treingja til at játta syndir. Tað síggja vit, um vit bara lesa endan av fyrsta kapitli í brævinum og byrjanina í øðrum kapitli. Nei, tað sum her kemur fram, er sannleikin um endurføðingina. Tá ið vit tóku ímóti, sum vit lósu í evangeliinum, vóru vit fødd av nýggjum. Tá føddist eitt nýtt menniskja í okkum, sum aldri fer at synda. Tað hevði verið ræðuligt um tað nýggja menniskja í okkum syndaði, so stóu vit aftur sum skuldarar fyri Gudi, tá hevði verið illavorðið, men tað fer ikki at henda. Tí:
“Hvør tann, ið føddur er av Gudi, ger ikki synd; tí sáð Hansara verður verandi í honum; hann kann ikki synda, tí hann er føddur av Gudi,” lósu vit. Tað gamla menniskja harafturímóti er óumbroytt, og syndar.
Tey frelstu hava sostatt tvær náttúrur, tað gomlu, sum vit vóru fødd við og tað nýggju, sum vit fingu við at móttaka frelsuna í Kristusi og vóru fødd av nýggjum. Tann, sum er í hesi støðu, er ein nýggjur skapningur í Kristusi, og tí fer tann broytingin fram, sum vit hava sæð júst nú við at grunda á eyðkennini, sum ápostulin nevnir. Tað er ein bardagi ímillum hesar báðar náttúrur, tann nýggja eigur at vinna á tí gomlu. Tí ræður um at geva tí nýggju náttúruni nógv at eta, so hon kann sigra á tí gomlu. Tað gera vit við at geva henni andaliga føði, orð Guds.
Gera vit tvørtur ímóti og fóðra tað gomlu náttúruna við øllum tí, sum hesin heimur hevur at bjóða, fer hon at sigra, og tá stendur illa til. Tá er okkurt álvarsamt galið, og vit mugu fáa tingini í ordan aftur við Gud sum skjótast, tí tá er samfelagið brotið við hann. Er ongantíð nøkur broyting farin fram, eru tað ikki tvær maktir ið stríðast við hvørja aðra í okkum, men tann eina gamla náttúran, sum dominerar í lívi okkara, er neyðugt at søkja Gud í álvara, tí tá er at vera bangin fyri at ein ikki er endurføddur.
Tú mást ikki troysta teg við, at tú ert endurføddur sum nýføðingur við at vera áslettur, sum summi læra. Tann læran hevur onga heimild í Bíbliuni og kann ikki samsvara við hetta, sum eg havi drigið fram úr Jóhannesar evangelii og 1. brævi. Ein nýføðingur kann hvørki trúgva ella vera vantrúgvandi, tí sum vit hava sæð, endurføðingin fer fram við móttøku við trúgv. Nýføðingarnir hoyra Harranum til, um teir eru áslettir ella ikki, tað ger ongan mun, ríki Guds hoyrir slíkum til, sum Harrin Jesus segði.