tilboðið líkist tí tilboði, sum verður veitt í okkara grannalondum og varð sett í verk eftir tilmæli frá landslæknanum, sum er ovasti heilsumyndugleiki í Føroyum. Í vikuskiftinum hava fleiri fjølmiðlar viðgjørt [...] sett í verk tilboð um ókeypis koppseting ímóti HPV-virus fyri dreingir. Í vikuskiftinum hevur Heilsumálaráðið verið í samband við Landslæknan og danska heilsustýrið, fyri at kunna seg um gongdina í málinum [...] tilmælið, men í svarinum verður greitt frá, at tey fylgja væl við gongdini á økinum og meta javnan, um tað er grundarlag fyri at broyta tilmælið um koppseting fyri HPV. Sum landsstýrismaður í heilsumálum
Í gjár komu deyðsboð. Mikkjal G. Hansen er farin. Hann var kendur sum karismatiskur frontmaður í rockbólkinum SIC, men var eisini kendur frá bólkum sum Krit, Amokk og Marra. SIC hevur í mong ár verið millum [...] harmast og minnast í gjár og í dag Mikkjal G. Hansen á facebook. Og fyriskipararnir av G! Festivalinum skrivaðu millum annað soleiðis í gjár: Vit harmast stórliga um tíðindini um, at Mikkjal frá Krit [...] Festivalinum. Takk fyri alt Mikkjal. Í dag stendur G! Fyri GROWL, skrivar G! Fesivalurin. Hugsanir og hjørtu okkara eru hjá familju og vinum í hesi sváru tíð. Hvíl í friði. Soleiðis enda G! fyriskipararnir
meir enn, at enska Fótbóltssambandið hyggur at tí. Í Onglandi er ítróttarvedding væl meiri umfatandi, enn vit síggja í Føroyum. Fleiri av feløgunum í Premier League hava eisini veddingarfyritøkur sum [...] ella møguleikar at vedda, tá tú fert til dyst í Onglandi. Snýt í samband við vedding er ikki nakað nýtt. Heldur ikki í londunum rundan um okkum, har dystir í bæði Danmark og Finnlandi hava verið undir illgruna [...] Víking. Dómarin í dystinum fekk revsing, fyri at royna at fáa bæði liðini at skora við at geva teimum brotsspark. Í Onglandi er avtalað spæl vii vedding ikki nakað nýtt. So seint sum í 2018 fekk Bradley
metur høgur. Seinastu tíðina hevur hann spælt í næstbestu deildini í Serbia. Mest hevur hann spælt í bestu deildini í Lettlandi, har hann hevur skorað 24 mál í 154 dystum, skrivar bolt.fo. TB hevur eisini [...] Odeh verið settur í samband við tey flestu feløgini í Føroyum. Nú er greitt at ganesiski Ibrahim Moro verður útleigaður til TB. Spurningurin er so um Sunday Odeh, ið eisini kom til HB í ár, eisini verður [...] Sascha Schmalz, sum er vongur. Hann hevur sambært bolt.fo spælt í lægri deildunum í Týsklandi. Triðja tilgongd er Ibrahim Moro. Hann skifti til HB í fyrra flytingarvindeyganum, men tað eydnaðist ikki honum at
enn tað íslendska landsliðið í dystinum í kvøld. Arnar Þór Viðarsson heldur fyri, at íslendingar spældu væl móti Meksiko í Dallas í Texas farna mánakvøld, men taptu 1-2. Í kvøld spældu teir minni væl [...] føroyska landsliðnum í samrøðu við íslendska Morgunblaðið aftaná sera tepra íslendska 1-0 sigrunum á Føroyum á Tórsvølli í kvøld. Arnar Þór Viðarsson viðgongur, at føroyska landsliðið var í fleiri lutum betri [...] Føroyar spældu so væl. Hann vísir á, at Føroyar hava spælt góðar dystir bæði í Nations League og eisini í HM-undankappingardystum fyrr í ár. Hann heldur, at Føroyar hava bøtt um sítt spæl undir Håkan Ericson
Uppskotið um at selja uppsjóvarfisk spøkir aftur í politisku skipanini, hesaferð í álitinum til uppskotið um játtanarkarmar fyri næstu árini. Andstøðuumboðini í Fíggjarnevndini hjá løgtinginum - tað eru Tjóðveldi [...] andstøðan í fíggjarnevndini til at taka eitt gjald fyri leigu av teimum økjum, ið verða nýtt til aling. Hetta skal, sambært andstøðuni í Fíggjarnevndini, geva landskassanum umleið 195 milliónir krónur í inntøku [...] Hetta skal gerast fyri at fáa pengar í landskassan, meðan arbeitt verður við eini "veruligari fiskivinnunýskipan", sum tikið verður til í minnilutaálitinum. Víðari í sínum áliti skriva andstøðuumboðini:
Samráðingarnar í ST høpi um alheims lógirnar skulu byrja seinni í ár, og væntast verða lidnar í 2013. Heimasíðan hjá Umhvørvismálaráðnum skrivar, at »kyksilvur er tungmetall, sum sjálvt í sera smáum nøgdum [...] aheims lógir neyðugar til tess at minka sum útlátið av kyksilvuri í Danmark og ikki minst í Grønlandi og Føroyum, har kyksilvur longu nú finst í sera stórum nøgdum.« Stutt fyri jól mæltu Pál Weihe og Landslæknin [...] Troels Lund Poulsen úr Venstre, tók sjálvur lut á ráðharrafundinum í ST fyrr í vikuni. Norðurlond hava verið millum stigtakararnar í ST høpi fyri at fáa bindandi alheims lógir um kyksilvur, og hava síðan
fáa í Italia í kvøld. Helmingurin av teimum 22 spælarunum, sum venjarin, Pierluigi Casiraghi, hevur undir hond, spæla í feløgum í seriu A. Italiumenn eru svangir. Í U-21 endaspælinum í Hollandi í summar [...] økti til 2-0, er leikbannaður ímóti Føroyum. Higartil hevur Italia spælt eina ferð í nýggju EM undankappingini. Teir vunnu 4-0 á Albania. Meðan Føroyar eru spildurnýggjar í U-21 landsliðshøpi, so siga tølini [...] so vunnu teir 3-1 á Kekkia. Hetta bar triðja pláss í bólkaspælinum við sær, og so noyddust italiumenn at fara til hús, tá ið hinir fóru at telvast í finaluumførunum. 21. august spældi Italia vinardyst
halda gullbrúdleyp. Vælkomst verður í kirkjukjallaranum í Gøtu frá kl. 11.00 til kl. 15.00. Brúdleyp Leygardagin 22. september kl. 14.00 giftast í býráðssalinum í Havn Helena Jacobsen, Hoyvík og Saviour [...] hósdagin Sunnudagin, 23. september, verður Poul Nolsøe Mikkel-sen, Nøddi, í Klaksvík 80 ár. Opið hús verður í hølunum hjá Húsmøðrafelagnum í Bøgøtu 3, frá kl. 12 til 16, har øll eru hjartaliga vælkomin. Diam [...] september kl. 15.00 giftast í Vesturkirkjuni Anna Sólvá Olsen av Tvøroyri og Rúni Heðinson Johannesen, Tórshavn. Veitslan verður fyri innboðin á Hotel Føroyum. prógv v/mynd í heilsanum eitur snippet 2FD041A
skara framúr. Í Útvarpi Føroya hevur hon lagt valaverk úr hondum innan útvarpsleik og upplestur.« Petur Jacob Sigvardsen fekk virðisløn fyri yrkisbókmentir og bókarøðina »Torvið í Føroyum.« »Í bókaverki sínum [...] Í dag vóru tær fýra M.A. Jacobsen virðislønir handaðar í Müllers Pakkhúsi Virðislønina fyri fagrar bókmentir fekk Martin Joensen fyri verkið »Lat meg goyma teg«. Í grundgevingini verður sagt soleiðis: [...] lýsing av øllum teimum nógvu tættunum, sum søgan um torvið hevur í sær. Petur Jacob fevnir víða. Í verkinum verður greitt frá torvarbeiði í øllum bygdum landsins, eins og greitt verður frá frá søgu torvsins